HSF skrivar:
- EM-lutakast hósdagin:
Komandi hósdag, tann 16. apríl kl. 17.00, føroyska tíð, verður lutakastið til EM-endaspælið hjá kvinnum. Tá verður eisini greitt, hvørt Føroyar skulu spæla í Oradea ella Cluj-Napoca í Rumenia, í Brno í Kekkia ella Katowice í Póllandi.
Føroyar koma ikki at spæla í Antalya í Turkalandi ella í Bratislava í Slovakia, hetta tí at Føroyar eru í sama styrkislagi sum Turkaland og Slovakia. Millumumførini verða leikt í Cluj-Napoca í Rumenia og Katowice í Póllandi, har finaluvikskiftið eisini verður leikt.
Lutakastið verður í Katowice og kann stroymast á ehfttv.com og Home of Handball á youtube.
Styrkismetingina sær soleiðis út:
Pottur 1: Noreg, Danmark, Ungarn, Frakland, Svøríki, Niðurlond
Pottur 2: Týskland, Montenegro, Pólland, Rumenia, Spania, Kekkia
Pottur 3: Turkaland, Slovakia, Slovenia, Sveis, Eysturríki, Føroyar
Pottur 4: Kroatia, Serbia, Ísland, Norðurmakedonia, Ukraina, Grikkaland
EM-endaspælið verður leikt í døgunum 3. til 20. desember í Katowice í Póllandi, Cluj-Napoca og Oradea í Rumenia, Bratislava í Slovakia, Brno í Kekkia og Antalya í Turkalandi. Les meira um endaspælið her: https://www.eurohandball.com/en/news/en/all-you-need-to-know-about-women-s-ehf-euro-2026-draw-on-16-april/
Skrivar HSF.











