Okkara størsti veikleiki eru vit sjálvir

Hondbóltur: Spælandi venjarin hjá H71, Hans Guðmundsson, hevur seinastu tvey árini sett sín heilt serstaka dám á føroysku hondbóltskappingina. Íslendingurin, sum hevur livað eina tilveru sum yrkisleikari í Spaniu, heldur H71 hava góðar møguleikar fyri at vinna føroyameistaraheitið fyri fyrstu ferð í stuttu søgu felagsins

Hann hevur verið yrkishondbóltsspælari í Spania og í Íslandi, hevur spælt 40 A-landsdystir fyri Ísland og eigur fleiri met, bæði í sponskum og íslendskum hondbólti. Í dag er hann spælandi venjari hjá H71, sum er hondbóltsliðið hjá Hoyvíkini.

Hans Guðmundsson var millum teir fyrstu av teimum alsamt fleiri útlendingunum, sum eru í føroysku hondbóltskappingini, og fáir munnu hava gjørt so nógv vart við seg sum hann.

H71 hevur ongantíð verið mett sum nakað stórt felag í mun til tey meira siðvandu Kyndil og Neistin úr Havn, VÍF úr Vestmanna og StÍF av Strondum. Felagið er ungt ? sum navnið sigur stovnað í 1971 ? og fram til seinasta kappingarár hevði felagið ongantíð vunnið nakað í føroyskum hondbólti.

Men hetta broyttist í kappingini 1997/98, tá hoyvíksliðið vann steypakappingina og eisini lá væl fyri í landskappingini, har teir endaðu á einum triðja plássi.

Høvuðsorsøkin til hesa framgongdina man vera júst Hans Guðmundsson, sum hevur lyft H71-liðið upp á sama støði sum eitthvørt annað lið í deildini. Besta dømið um hetta er sum nevnt steypasigurin í fjør, og í landskappingini higartil í ár hevur H71 vunnið bæði á Kyndli og VÍF.

Men hvør er Hans Guðmundsson so? Vit hittu hann á loftinum í Café Natúr mikukvøldið. Stutt frammanundan hevði H71 verið heppið at fáa javnleik móti KÍF, sum liggur í niðara enda á stigatalvuni, og Hans hevði sjálvur tryggjað teimum javnleikum við einum sjáldsomum máli í seinastu sekundunum av dystinum.

Vit bóðu Hans greiða frá síni tíð sum hondbóltsspælari.

? Eg havi spælt hondbólt síðani eg var 9 ára gamal, og øll ungdómsárini spældi eg við FH, sum er liðið av Hafnarfirði, haðani eg eri ættaður. Í 1985 fór eg so til Spania, har eg fyrst spældi við einum liði, ið æt Marlboro Canteras, men skjótt skifti eg til eitt annað felag, sum æt Maritim. Síðani var eg aftur í Íslandi í trý ár, áðrenn eg fór aftur til Maritim, sum nú æt Puerto Cruz, greiðir Hans Guðmundsson frá.

Tíðina í Spania var Hans Guðmundsson fulltíðar hondbóltsspælari, og hetta var ein spennandi tíð. Tá vit spyrja, um hetta var hæddarpunktið í hansara yrkisleið sum hondbóltsspælari, svarar hann, at tað var tað upp á nógvar mátar.

? Tá tú hugsar um livistøðið, má eg siga ja. Fyrsta árið búði eg í eini góðari íbúð, har eg hevði atgongd til tríggjar svimjihyljar og fýra tennisvøllir? Men eg hevði kortini ikki hug at búgva har, so eg flutti í eini stór hús í trimum hæddum, har eg enntá hevði mín egna gartnara. So á tann hátt má sigast, at tað er tað hægsta, eg havi rokkið, sigur H71-venjarin.

? Tað var sum ein Hollywood-filmur. Felagið var ríkt, men tó ikki so ríkt sum eitt nú Barcelona, har allir spælararnir eru fulltíðar yrkisspælarar. Í Maritim vóru vit bert tveir-tríggir, sum fingu reiðan pening fyri at spæla, og tað var ikki í nær námind so nógv sum teir hjá Barcelona.

Hans Guðmundsson fór fyrstu ferð til Spania í byrjanini av august mánaði 1985 til felagið Canteras, sum helt til í Las Palmas, og sum spældi í bestu sponsku deildini. Tað gekk væl, og hann gjørdi vart við seg beinanvegin. Men venjarin hevði ein heldur løgnan hugsunnarhátt, og tað elvdi til, at hann skifti felag rættiliga skjótt.

? Vit vandu hart at byrja við og fóru síðani á ferð runt um alt Spania, har vit í tvær vikur spældu venjingardystir og luttóku í smærri kappingum. Eg var toppskjútti í øllum teimum kappingunum, men í seinasta dystinum, áðrenn vit skuldu heim aftur, tá landskappingin byrjaði, bleiv eg skaddur. Eg fór í kontraálop og bleiv tikin í armin, so eg forstrekti ein vødda heilt frá nakkanum niður í ryggin, greiðir Hans frá.

? Eg var skaddur, men felagið segði sum so, at eftirsum eg fekk løn frá teimum, noyddist eg eisini at spæla. Tað gjørdi eg so, hóast eg ikki fekk skotið og nóg illa loftað heldur. Í fyrsta landskappingardystinum skeyt eg tvey mál ? við vinstru hond, og soleiðis gekk tað frameftir.

Canteras tapti tríggjar teir fyrstu dystirnar, men tað gekk framá hjá Hans, og í fjórða dystinum móti Tenerife taptu teir við einum máli, og her skeyt Hans sjey mál. Maðurin, sum hevði verið toppskjútti í fyrireikingunum til landskappingina, var um at koma fyri seg, og av tí sama gekk tað eisini framá hjá liðnum. Men í fimta dystinum, sum var á útivølli móti Santander, varð hann settur av liðnum!

? Eg veit ikki hví venjarin setti meg av, nú tað var farið at ganga rætta vegin aftur hjá mær. Fólk skiltu heldur einki og vóru í øðini inn á venjaran. Á vegnum heim aftur úr Santander boðaði formaðurin í felagnum frá, at eingin venjing var dagin eftir, men at fundur skuldi vera klokkan átta um morgunin, har bæði spælarar og venjarar vórðu kallaðir inn.

Nevndin í felagnum Canteras var rættiliga væl mannað. 20 limir vóru í nevndini, sum fyrst kallaði venjaran og síðani Hans inn.


Segði sína hugsan

? Eg minnist týðiliga, at eg sat við eitt langt borð einsamallur øðrumegin, meðan teir 20 nevndarlimirnir sótu hinumegin. Har fekk eg at vita, at sáttmálin við meg bleiv uppsagdur.

Hans sigur, at tá hann fekk hetta at vita, hevði hann einki at missa og segði tí sína hjartans meining um venjaran ? teir vandu tvær ferðir um dagin og runnu 10 kilometrar hvønn dag, og tað helt Hans ikki vera serliga skilagott.

? Eg fór heim, og ein tíma seinni kom formaðurin heim til mín og bað meg verða verandi. Tað hevði eg ikki so góðan hug til, men tað endaði tað so við kortini, og soleiðis gingu tvær vikur. So kom forsetin aftur og segði, at teir ikki fingu nakran nýggjan venjara, tí teir ikki funnu nakran, sum var skikkaður til starvið. Og so var eingin framtíð hjá mær í felagnum.

Um hetta mundið spældu tveir aðrir íslendingar í Maritim frá Tenerife. Teir høvdu fyrr sett seg í samband við Hans og biðið hann komið og spælt við teirra felag.

? Eg ringdi til teir og segði, at eg hevði hug at koma. Maritim spældi í næstbestu deildini, so ítróttarliga var tað eitt afturstig. Men hinvegin fekk eg ein betri sáttmála við Maritim, enn eg hevði havt við Canteras, og eg treivst eisini nógv betur her, so tað iðraði eg meg ikki um.

Samstarvið millum Hans Guðmundsson og Maritim stóð við í tvey ár, áðrenn hann fór heim aftur til Íslands, har hann komandi trý árini spældi við KR og Breiðablik.

Men í 1989 var aftur boð eftir honum úr Tenerife, og hann fór niður aftur og spældi eitt ár afturat við felagnum, sum nú æt Puerto Cruz (í Spania hava liðini nøvn eftir sponsorunum ? Maritim er ein týsk hotellketa, og Puerto Cruz er navnið á býnum, haðani liðið kom. Tá var tað býráðið, sum var sponsorur hjá liðnum).

Fyrru ferð, Hans spældi við Maritim, flutti liðið upp í bestu deildini, men so fór Hans aftur til Íslands. Síðani flutti liðið niður aftur, men kappingarárið 1989/90, tá Hans var við aftur, flutti liðið uppaftur í bestu deildina. Men aftur hesaferð valdi Hans at fara aftur til Íslands.

? Hví vart tú ikki verandi, tá tú treivst væl og hevði góða løn?

? Eg veit ikki rættiliga. Eg hevði tað gott har, men eg vildi nokk bara sleppa heim. Nei, eg veit ikki rættiliga, men hatta er nokkso typiskt fyri meg, haldi eg. Eg hevði onga veruliga orsøk til tað, men fór kortini, sigur Hans.

Kappingarárið 1991/92 var Hans aftur í barndómsfelagnum FH, sum hann var við til at gera til bæði meistara og steypavinnara hetta kappingarárið. Síðani gekk leiðin til HK, KA av Akureyri, aftur FH, ÍR og í 1997 H71.

? Hvussu kom sambandið millum teg og H71 so í lag?

? H71 ringdi til mín og spurdi seg fyri, um eg hevði hug at verða venjari hjá teimum. At byrja við hevði tað ikki mín áhuga, hóast teir ringdu tríggjar ferðir. Teir bjóðaðu mær at koma til Føroyar eitt vikuskifti bara at práta saman, og at enda hugsaði eg sum so, at ok, eg havi ongantíð verið í Føroyum, so hví ikki royna tað, bara til stuttleika.

Tað var í august 1996, at Hans kom til Føroyar fyrstu ferð. Tað var av fyrstan tíð ikki ætlanin, at hann sjálvur skuldi spæla, men bert skuldi vera venjari.

? Ætlanin var upprunaliga, at eg skuldi vera venjari og arbeiða á Skipasmiðjuni, men tað hóvaði mær lítið, tí eg var ikki júst vanur við slíkt arbeiði, greiðir Hans frá um fyrsta fundin millum seg og H71.

? Eg hugsaði sum so, at tað var ein hugnaligur fundur, men at eg var longu á veg aftur til Íslands. Men so kom Óli Samró til mín og spurdi meg, hvat eg hevði arbeitt við fyrr. Eg greiddi honum frá, at eg hevði arbeitt sum løgreglumaður (Hans er útbúgvin løgreglumaður), sjálvstøðugur sølumaður, og at eg hevði átt eina café í Íslandi. Og so endaði tað við, at eg bleiv leiðari av Café Natúr, sigur hann.


Skuldi ikki

spæla sjálvur

? Tá eg kom til H71, visti eg næstan einki um felagið ella spælararnar á liðnum. Fremsta ambitiónin hjá mær var tá ? og er tað framvegis ? at gera H71-spælararnar betri, tá eg fari, enn teir vóru, tá eg kom. Meiningin var ikki, at eg skuldi spæla við sjálvur, men tá Halgir Dal Olesen bleiv skaddur í knøunum, sá eg, at eg noyddist at taka meira ábyrgd sjálvur, sigur Hans Guðmundsson.

? Vit vunnu steypakappingina í fjør, men annars var eg eitt sindur vónbrotin, tí eg haldi, at vit kundu gjørt tað betri í landskappingini eisini. Men tað var, sum um allir spælararnir fóru niður aftan á steypafinaluna. Trupulleikin var eftir mínum tykki, at spælararnir vóru nøgdir, tá teir høvdu vunnið steypakappingina. Teir høvdu ongantíð vunnið nakað og hava hildið sum so, at »H71 er eitt ungt felag. Nú hava vit vunnið eitt steyp, og tað er nóg mikið«.

Hans heldur, at H71 kundi vunnið føroyameistaraheitið í fjør.

? Vit kundu blivið føroyameistarar, um liðið hevði vant sum tað skuldi aftaná steypafinaluna. Vanliga vóru eini 14 mans til venjing, men til fyrstu venjingina aftan á finaluna vóru bert 9 spælarar, sum møttu upp. Teir vóru mettir. Eg sigi ikki, at vit høvdu blivið føroyameistarar, høvdu vit hildið fram sum áðrenn, men vit høvdu í øllum førum endað hægri enn nummar trý, sigur hann.


Hugburðurin

er skeivur

? Hvussu verður so í ár?

? Tað vísir seg, at vit hava trupulleikar móti liðum, sum liggja lægri enn vit á stigatalvuni. Móti KÍF í kvøld vístu vit bara 40 prosent av tí, vit vanliga kunnu avrika. Hugburðurin hjá mínum spælarum var skeivur frá byrjan. Teir hildu, at tað bara var ein biltúrur til Vestmanna eftir tveimum stigum og so heim aftur. Men tað er tað jú ikki.

? Men fingu tit ikki eina ávaring í fyrra dystinum móti KÍF, sum tit jú taptu?

? Eftir øllum at døma ikki, nei. Jú, sjálvandi fingu vit eina ávaring, men vit lurtaðu ikki. Nú tosi eg ikki um einstakar spælarar, men um hugburðin hjá øllum liðnum. Vit gera býttar feilir, sum ikki hoyra heima hjá sjálvt einum 2. deildarliði, vísir Hans á.

? Vit konsentrera okkum ikki nóg nógv. Tað er líkamikið hvørjum tú spælir ímóti: Um allir spælararnir ikki eru 100 prosent við í dystinum, so ert tú í stórum vanda fyri at tapa. Tak til dømis dystin móti Tjaldrinum. Vit skuldu eitast at vera oddalið, og teir høvdu ongantíð vant, men har var eingin munur fyrr enn móti endanum.


H71 verður føroyameistari

? Verður H71 føroyameistari í ár?

Her hugsar Hans eina løtu, áðrenn hann svarar:

? Eg hevði sagt ja. Eg haldi, vit hava tað besta liðið í landinum.

Tá vit so spyrja hann, hvat styrkin við H71-liðnum í dag er, svarar hann:

? Styrkin hjá okkum er, at vit hava spælarar á øllum plássum, sum kunnu skora mál ? og ikki bert teir fyrstu seks, sum byrja inni, men eini tríggir-fýra á bonkinum, sum allir kundu komið á so at siga øll hini liðini í landinum. Vit hava tveir sera góðar málmenn, og eftir mínum tykki hava vit eisini bestu verju í landinum ? í øllum førum tað hægstu.

? Hevur H71 nakrar veikleikar?

? Ja, og tann størsti veikleikin eru vit sjálvir. Vit mugu virða øll mótstøðuliðini. Sum venjari havi eg tað ikki soleiðis, at um vit skulu spæla móti eitt nú VÍF, hyggja vit eftir videoupptøkum við teimum o.s.fr. Tað sum hevur størstan týdning er, hvat vit sjálvir kunnu megna og gera. Um vit gera okkara, er tað líkamikið hvørjum liði vit spæla ímóti. Sjálvandi vita vit, hvørjum vit skulu ansa eftir á hinum liðnum o.s.fr., men um vit gera okkara arbeiði og leggja alla orku í tað, eri eg ikki bangin fyri nøkrum øðrum liði í kappingini, sigur Hans Guðmundsson.


Mást hava bæði høvdið og hjartað við

? Kanska eru ambitiónirnar millum H71-spælararnar ov lítlar. Tá eg t.d. spældi í FH, og vit spældu móti onkrum lægri liði, var málið hjá okkum altíð at vinna við 10 málum. Tá so tað vóru 10 mál á muni, vildu vit so gjarna vinna við 11 málum o.s.fr. Eg havi roynt at prenta henda hugburðin inn í mínar spælarar, men tað riggar ikki heilt, sigur H71-venjarin.

? Vit hava nú mist trý stig móti KÍF, sum er eitt lið, vit á pappírinum eiga at vinna. Mær hevði dámt betur, um vit høvdu 14 stig í staðin fyri 11. So høvdu vit ligið nógv betri fyri, men nú er eingin munur í kappingini, sigur hann.


H71 ikki so nógv harðari enn onnur lið

Nógv meta H71 sum eitt lið, ið spælir sera hart og enntá berjir seg til sigurs. Móti Kyndli herfyri fingu ikki færri enn tríggir H71-spælarar reytt kort (m.a. Hans Guðmundsson sjálvur), og tilsamans fekk liðið tíggju útvísingar.

? Spælir H71 so harðari enn onnur lið?

? Eg eri ikki samdur við tí sjónarmiðnum. Eg haldi, at »trupulleikin« hjá okkum er, at vit eru størri og hægri enn tey flestu av hinum liðunum. Tað sær verri út, tá ein stórur spælari kemur út ímóti einum minni spælara, heldur Hans Guðmundsson.

? Men hinvegin gera spælararnir feilir, sum ikki hoyra heima á einum 1. deildarliði. Eg havi roynt at lært teir, at um tú fert út ímóti einum spælara, og hann sleppur ígjøgnum, so lat hann fara. Kanska skorar hann, kanska skorar hann ikki, men um tú tekur hann tá, fáa teir brotskast, og tú fært tveir minuttir út, og tað er ov dýrt. Lat hann fara og ikki taka judotak á hann, men hav álit á málmannin hjá tær.

Hans Guðmundsson kallar hetta »klossutar« feilir, men hann heldur eisini, at í dystinum móti Kyndli fekk H71 óneyðuga nógvar útvísingar móti endanum, og at ein stórur partur av tí var sjónleikur.

? Vit eru stórir, og tað ger tað lættari hjá mótstøðumonnunum at filma, so tað sær verri út. Jacob Jónsson (spælandi venjari hjá Kyndli, blðm.) fekk eitt gult kort fyri at filma móti okkum, og tað kortið var tiltrongt. Mínir fyrstu tveir minuttir komu eisini eftir sjónleik frá Jacob ? har hendi einki. Men hondbóltur er ein »kontaktsportur«, og tá spælarar tveita seg niður hvørjaferð, er tað torført hjá dómarunum at skyna millum veruleika og sjónleik.


Vil hava hinar at avgera dystirnar

Hans Guðmundsson sær eina framgongd í føroyskum hondbólti, og hann heldur tað eisini vera sera positivt, at útlendskir spælarar eisini eru komnir upp í kappingina seinastu árini.

Summi bera ótta fyri, at tá tað koma ov nógvir útlendingar á liðini, detta føroysku spælararnir burturímillum, men hetta hevur H71-venjarin sína egnu hugsan um.

? Eg ætlaði mær ikki at spæla við frá byrjan av, men sá meg noyddan til tað. Men filosofiin hjá mær er framvegis, at eg vil hava teir at avgera dystirnar. Tak nú til dømis dystin móti KÍF, har eg varð mansvardur ein stóran part av dystinum. Tað er nógv lættari at skora, tá tað eru fimm móti fimm, enn tá tað eru seks móti seks, og sjálvur hevði eg sera fegin viljað verið ein av teimum fimm, heldur enn at eg var tann sum bleiv mansvardur, sigur Hans Guðmundsson.

? Men um spælarar ikki fáa tað ábyrgd at skula avgera dystir sjálvir, verður tað truplari hjá teimum at mennast, og tí verði eg heldur ikki serliga glaður, tá eg skjóti 17 mál, men liðið kortini tapir (í fyrsta dystinum móti Kyndli, sum H71 tapti 23-24), sigur hann.

? Men hóast eg varð mansvardur móti KÍF, og tað er lættari at spæla fimm móti fimm, so fóru mínir spælarar hvørja ferð skeivan veg og hjálptu í roynd og veru verjuni ? í staðin fyri at vongirnir hildu seg úti á vongplássunum, so tað varð meira pláss til at finta millum verjuspælararnar. Men har var trupulleikin sum nevnt, at vit høvdu vunnið dystin, áðrenn hann varð spældur?


Sonurin eisini

á liðnum

Hans Guðmundsson er ikki einasti íslendingur í H71. Móti endanum av grundspælinum seinasta kappingarár kom sonurin Finnur eisini úr FH til hoyvíkingar, og tað skerst ikki burtur, at hann hevur arvað nógv av hondbóltsevnunum hjá pápa sínum.

? Eg eri ótrúliga glaður fyri at hava Finn við mær í H71. Upprunaliga spurdi eg hann beinanvegin, tá eg kom til H71, um hann ikki hevði hug at koma við mær. Men hann vildi heldur vera í FH í í øllum førum eitt ár afturat. Men á jólum ringdi hann so til mín og segði, at hann hevði hug at koma kortini, og tað eri eg fegin um, sigur Hans.

? Men er føroyska kappingin rætta staðið hjá einum evnaríkum 19 ára gomlum hondbóltsspælara, sum ivaleyst stílar hægri?

? Eg dugi ikki at síggja, hví hann ikki skal kunna menna seg í Føroyum. Hann er bert 19 ára gamal, og hann má framvegis venja nógv, áðrenn hann kann fáa kjans á einum íslendskum 1. deildarliði ? og tað rokni eg við hann kann fáa um eini tvey ár, sigur Hans Guðmundsson um Finn Hansson.

? Hvussu er tað at spæla á sama liði sum sonurin hjá sær?

? Eg eri sera glaður fyri at spæla saman við honum. Tað havi eg ongantíð gjørt fyrr.

? Hvat heldur hann?

? Tað veit eg í roynd og veru ikki, tí eg havi ongantíð spurt hann? Men honum dámar eisini væl her í Føroyum. Og hevði hann ikki verið her, hevði eg helst farið úr H71 í fjør, men hann lokkaði meg at taka eitt ár afturat, avdúkar Hans, og tað skilst, at hann er fegin um at hava onkran úr familjuni saman við sær.

? Síðani seinastu jól havi eg bert verið tvær vikur heima í Íslandi. Eg eigi tveir synir, sum eru ávikavist 6 og 7 ára gamlir, og eg hevði fegin viljað verið meira saman við teimum, so eg ikki blívi heilt fremmandur fyri teimum. Men á jólum fara eg og Finnur heim til Hafnarfirðar. Eg havi altíð verið heima á jólum, eisini tá eg spældi í Spania.


Havi tað sum

eri eg 18 ár

? Verður árið í ár títt seinasta við H71?

? Tað kann eg sjálvandi ikki siga við vissu, sum nú er. Eg kann ongantíð siga nakað um næsta ár ? ein telefon, sum ringir, kann broyta alt.

? Bíðar tú eftir, at telefonin skal ringja?

? Nei, tað geri eg ongantíð.

? Um nú H71 ikki verður føroyameistari í ár, tekur tú so eitt ár afturat?

? Nei? nei, tað er ikki tað, tað ræður um. Tað broytist ikki so nógv, um vit vinna FM ella ikki. Tað veldst um, hvat hendir, tá kappingin er liðug. Eg kann ikki siga nú í november, hvat fer at henda í apríl. Eg kenni meg væl fyri, hóast eg eri 37 ár. Eg havi verið so heppin, at eg ongantíð havi verið álvarsliga skaddur, men eg má venja meira nú enn fyrr. Men eg havi tað framvegis, sum um eg eri 18 ára gamal, sigur Hans Guðmundsson at enda.

Vit báðir myndamaðurin takka fyri prátið. Klokkan er farin av midnátt, og teir seinastu gestirnir eru farnir av caféini. Vit hálvgum umbera okkum, at tað bleiv so seint, og at tað ivaleyst er langt aftan á songartíð hjá einum nærlagdum ítróttarmanni. Men eisini her verða vit tiknir á bóli:

? Fyri mær er klokkan ikki meir enn átta. Mín arbeiðsdagur er bert um at vera liðugur nú, svarar café-leiðarin og hondbóltsvenjarin, áðrenn hann vísir okkum vegin út gjøgnum kjallarahurðina.