Eirikur Lindenskov
Menn eru nú farnir undir arbeiðið at gera Tórsvøll í Havn. Í gjár vóru fólk frá Verkfrøðingastovuni og máldu av á økinum, og verður fyrsta dagin farið undir at spreingja 2000 kubikmetrar av gróti burtur av økinum eystan fyri tað økið, sum higartil er planerað.
Hetta arbeiðið fer at ganga út yvir gamla Hoydalsvegin, sum gongur fram við Gundadalshøllini niðan við svimjihøllini til Ringvegin. Hetta var gamla farleiðin niðan til Hoydalar, men ætlanin hevur alla tíðina verið, at hesin vegur skal burtur.
Tó so. Ætlanin er ikki at forða fólki at ganga har. Leivur Hansen, borgarstjóri sigur, at gjørd verður ein breyt, har fólk kunnu ganga - eisini við vognum, og tað skal eisini bera til at súkkla.
Á býráðsfundi í gjárkvøldið skuldi uppskot samtykkjast um at seta Tórsvallargrunnin á stovn longu 1. desember - í staðin fyri sum ætlað 1. jannuar.
? Hetta vísir seg at vera neyðugt, um teir skulu kunna fara í hólt við arbeiðið, sigur Leivur Hansen.
Hann sigur, at býráðið hevur samtykt at seta 500.000 krónurin í grunnin sum stovnsfæ, og at hetta er tað, sum tað kostar at gera økið klárt.
Annars hevur nýggja Tórsvallarætlanin - tann sum bara kostar 10 milliónir krónur - verið til viðgerðar á fundi hjá UEFA í síðstu viku. Børge Hansen og Poul Michelsen umboðaðu Føroyar á hesum fundi, og har varð givið grønt ljós fyri ætlanini.
? Verður tað so klárt at spæla á vøllinum í summar?
? Tað veldst alt um várið í Danmark - ella í Noreg, hvaðani flagið so kemur, sigur Leivur Hansen.
Hann sigur, at í øllum førum verður klárt at spæla á vøllinum á Ólavsøku.
Uppi við ovara vøll í Gundadali eru teir eisin farnir at planera økið millum B36 og HB-húsini. Leivur Hansen sigur, at her er ætlanin at planera økið, sum er heldur óstortligt.
? Eingin avgerð er tikin um hatta økið enn, men eg rokni við, at um nøkur fá ár fer UEFA at góðtaka graslíki at spæla aljóða dystir á, og tá verður ovari vøllur aftur karmur um altjóða fótbólt í Føroyum. - Og tá verður brúk fyri fleiri áskoðaraplássum, heldur Leivur Hansen.