Herfyri setti ein bretskur undirrættur Pinochet í stovuvarðhald, tí ynski var frammi um at fáa hann útflýggjaðan til Spania at verða settan fyri rættin fyri at hava framt brotsgerðir móti sponskum borgarum í Chile undir einaræðisstýri sínum. Hesa avgerð broytti Hægstirættur, sum metti, at diplomatiskt órin var galdandi fyri Pinochet, tí hann framvegis er senatorur í Chile.
NÚ hava so dómararnir í Yvirhúsinum, sum stendur omanfyri Hægstarætti, broytt avgerðina hjá Hægstarætti. Tríggir av teimum fimm dómarunum komu til ta niðurstøðu, at diplomatiskt órin ikki galt fyri Pinochet, tí hesin er skuldsettur fyri brotsgerðir av ringasta slag.Tað er nú upp til bretska innanríkisráðharran, hvat víðari skal henda í málinum. Avgerðin í Yvirhúsinum er Bretlandi til miklan sóma. Vit minnast, hvussu bretar við dirvi og áræði fóru í kríggj móti nazistunum. Tí fer eingin at gloyma Bretlandi fyri. Og nú hendir tað so aftur, at Bretland vísir dirvi og áræði, hesaferð til at fáa ein einaræðisráðharra og hópdrópsmann fyri rættin. Fyrr ella seinni mátti okkurt land taka slíka manniliga avgerð sum hesa, ið nú er tikin. Hetta er tað vit hava bíðað eftir. Nú heimurin gerst altsamt minni og vit alt meira gerast partur av einum heimssamfelag, tá ber ikki longur til hjá hópdrápsmonnum og einaræðisráðharrum at fjala seg aftanfyri eitt sokallað diplomatiskt órin og harvið sleppa undan rættarsókn.
BRETSKA avgerðin er einki minni enn eitt vegamót í royndunum at fremja mannarættindi kring allan heimin. Hetta er í tráð við slóbrótandi arbeiði hjá felagsskapum sum ST og Amnesty. Eftir hesa avgerð kunnu eingir einaræðisráðharrar kennar seg tryggar. Og soleiðis skal tað vera. Avgerðin er eitt týðandi stig á leiðini fram móti heimsrættarsamfelagnum.
VIT, sum sita í Føroyum og fylgja hesi gongd, kunnu so fegnast um, at so frægar sjónvarpsrásir sum BBC síggjast í mongum heimum.Henda óhefta miðlarás er við til at lata upp eygu og oyru okkara fyri tí órættvísi, ið fer fram nógva staðni kring heimin. At formaður fólkafloksins og Margareth Thatcher ikki teljast millum tey, ið taka veruleikan í eitt nú BBC til eftirtektar, er teirra skomm.