Händels MESSIAS í Norðurlandahúsinum næsta vikuskiftið

     

Millum oratoriir er onki so fólkakært sum »Messias« eftir G. Fr. Händel. Líka síðan fyrstu framførsluna 1740 í Dublin í Írland hevur hetta megnarverk verið framført á hvørjum ári ? fyrstu árini bert í Onglandi og tá helst í London, men so við og við hava hesar tónleikaframførslur fram móti jólum ella um páskatíðir breitt seg út um allan heim, og manga staðni er tað vorðið føst siðvenja hjá kórum og orkestrum at hava hetta verk á skránni á hvørjum ári.

Um hetta mundið í fyrra árið framførdi Havnarkórið Messias í Fríðrikskirkjuni á Toftum og í Vesturkirkjuni í Havn. Kirkjurnar vóru báðar fullsettar, fagnaðurin var óførur, og hjá sangarum og musikarum var hetta slík uppliving, at Havnarkórið tá setti sær fyri framhaldandi at skipa fyri Messias-framførslum í Føroyum annað hvørt ár.

Og nú næsta leygardag og sunnudag 5. og 6. desember hava fólk aftur høvi at hoyra Messias í Føroyum. Slíkt kirkjuligt verk hóvar, sum vera man, best í kirkjum. Men av tí at tað her í landinum fram um øll onnur lond av kirkjumyndugleikum ikki verður hildið hóskandi at taka atgongugjald til kirkjukonsertir, verða báðar framførslurnar í ár í Norðurlandahúsinum; tá slík megnartiltøk eins og eisini t.d. Verdis Requiem seinasta summar bera stóran kostnað í sær.

Havnarkórið hevur aftur átikið sær fyriskipanaruppgávuna; men í kórinum í ár eru líka so nógvir sangarar úr øðrum kórum í Streymoynni og úr Eysturoy. Í orkestrinum spæla musikkskúlalærarar, musikkskúlanæmingar, onkur musikari uttanífrá eins og aðrir av meira framkomnu tónleikarunum her í landinum. Sopransolo syngur Berghild Poulsen, altsolistin Martina Esslinger hevur leiðarin Willi Gohl við sær úr Schweiz, og tenor- og bass-solistar eru aftur teir báðir føroyingurin Ernst Sondum Dalsgarð og Lars Thodberg Bertelsen úr Danmark.