Íløgustuðulin halda fram 3 ár aftrat

Javnaðarflokkurin er av teirri áskoðan, at neyðugt er, at djúpvatnsflotin fær møguleika til fram eftir eisini at verða verandi á tí djúpa vatninum og ikki verður tvungin inn á innaru leiðirnar at royna, har restin av flotanum við Føroyar frammanundan roynir. Hendrik Old legði hetta uppskot fyri tingið og varð tað beint eftir 1. viðgerð í Vinnunevndina

Ólavur í Beiti


Men skal djúpvantsflotin fáa stuðul í trý ár aftrat, so skal tað ikki verða uttan treytir, og sigur Hendrik Old, løgtingsmaður, at ein av treytunum skal verða, at veiðan verður avreidd í Føroyum, at minst 30% av veiðuni hjá fiskifarinum verður seld yvir eina uppboðssølu, góðkend av landsstýrinum og at eigarin letur lønjavningargrunninum útskrift úr dagbókini hjá fiskifarinum fyri mánaðin frammanundan.


Lækari fiskarí

Og í viðmerkingunum til uppskotið, sigur Hendrik Old, at um øllum kunnugt, fór lógin um íløgustuðul úr gildi í mars mánaði í ár, og hevur fiskiflotin við Føroyar stórt sæð ongan stuðul fingið síðani.

? Tíbetur hevur fiskiskapurin hjá flestu skipabólkum seinastu árini verið góður, men hjá djúpvatnstrolarunum hevur fiskiskapurin verið lækari enn vanligt seinastu árini. Fyri flestu fiskasløg, sum djúpvatnstrolarar fiska, er tað galdandi, at tey ikki verða fiskað av øðrum skipum, og sostatt hevði hesin fiskur stórt sæð ikki verðið fiskaður, um hesir bátarnir ikki vóru.

? Tó hava garnaskip seinastu árini roynt eftir svartkalva á somu leið sum trolararnir, og sostatt er minni í part, tá ið talan er um svartkalva.


Stór skip

Og víðari verður víst á, at tað ið djúpvatnstrolararnir fiska við Føroyar, verður alt avreitt her og gevur væl av arbeiði. Hesi skip royna mangan í ringum líkindum um veturin og geva sostatt arbeiði uppi á landi, tá annars lítil fiskur verður avreiddur.

? Tað krevjast stór skip fyri at kunna royna um veturin á djúpum vatni við Føroyar. Hetta førir eisini við sær stórar útreiðslur til fiskireiðskap og viðlíkahald. Flestu av djúpvatnstrolarunum fara nú at eldast, og neyðugt verður at endurnýggja ella gera stórar íløgur í hendan flotan í næstu framtíð, fyri at hann kann halda fram at royna á djúpum vatni.

? Javnaðarflokkurin er av teirri áskoðan, at neyðugt er, at hesin flotin fær møguleika til fram eftir eisini at verða verandi á tí djúpa vatninum og ikki verður tvungin inn á innaru leiðirnar at royna, har restin av flotanum við Føroyar frammanundan roynir. Tí verður skotið upp, at íløgustuðulin heldur fram 3 ár afturat, sigur Hendrik Old í viðmerkingunum til uppskot Javnaðarfloksins.


Ikki yvir 10 mió. kr

Veiðiloyvini til lemmatrolarar yvir 1000 HK, sum hava fingið veiðiloyvi til botnfiskaveiði við Føroyar, eru 8 í tali fyri skip bygd í 1977 ella seinni, og 5 í tali fyri skip bygd í 1976 ella fyrr.

? Metti fíggjarligi kostnaðurin av hesum lógaruppskotið verður sostatt í mesta lagi kr. 5.225.000,- í 1998, kr. 10.125.000,- í 1999, kr. 9.150.000,- í 2000, og kr. 4.250.000,- í 2001. Á fíggjarlógini eru settar av kr. 40 mió. til stuðul til vinnu, vísti Henrik Old á.

Uppskotið var til 1. viðgerð tann 17 novemeber og eftir hesa viðgerð beint í Vinnunevndina.