alt, og sjáldan sendi hann boð eftir fakfólki. Ja, hann var góður og bíligur fyri skúlan og harvið kommununa. Sum lærari var Tórur sera nærlagdur og fakliga sterkur. Alt skuldi gerast gott, sterkt og prýðiligt [...] við tey øll og tosaði nógv um tey. Hevði tey ofta úti á trøðni, har hann hevði seyð og gæs. Náttúruna dámdi honum væl. Sat mangan og eygleiddi og teknaði. Síðani fór hann heim at telgja og evna tað til [...] Íslandi, Minna býr í Keypmannahavn, og Katrina, sum býr á Tvøroyri. Tórur var giftur við Ingu, og børnini eru Jón, Walter, Ankey og Sóley. Abbabørnini eru 11, og langabbabørnini eru 5. Tórur var barnavinur
leið tú skuldi taka. Ístaðin fyri at fylgja streyminum og fara á studentarskúla, so fylgdi tú hjarta tínum og fór, sum sagt, á hárfríðkanarskúla, og vann stórt. Sjálvt um vit úr hoyvíkarskúlanum ikki eru [...] okkum. At tú so brádliga skuldi fara, tykist so órímiligt og óveruligt, tá ið tú átti at havt so nógv ár fyri framman. Tú hevði so nógv í væntu og so nógv meira at geva, men hóast tú bert hevði sett tíni [...] spor sera djúp, og hevur tú skapað ógvuliga nógv góð minnir fyri øll menniskju, sum tú hevur hitt á tíni stuttu, men gevandi lívsleið. Eitt tað størsta, sum eyðkendi teg, var títt blíða og vinarliga smíl
Súsanna setti sítt álit á, og eg veit eisini, at í Hansara hendur hava tit eisini lagt tykkara stóru sorg, og bert har frá Honum er linni og hjálp at heinta. Harrin styrki tykkum og tykkara nærmastu. Fyri [...] fáa fleiri við á møti og tað eydnaðist. ? Saknurin er nívandi, og tú spyrt, hví skuldi alt hetta henda ? ein dag fáa vit svarið. Eisini dugdi tú at skemtast og hava tað stuttligt, og nógvar hevði tú vinirnar [...] hvat tú skldi læra til. Marna og Karl, tit hava mist tykkara einasta barn, slagið er hart og saknurin er svárur. Í støðu sum hesari er tað bert Ein, sum kann hjálpa, og tað er Hann, sum eg veit, at Súsanna
at eg flutti heim, og rættiliga nógvar í brævasamskifti. Prátið gekk altíð lætt og fevndi um mangt og hvat. Tú dugdi so avbera væl at siga frá fólki og landi. Mær dámdi at lurta og hoyra um hendingar frá [...] Men eg fari at minnast teg og tíðina í takksemi. Tað var fyri góðum átta árum síðan, at eg fyrstu ferð vitjaði heima hjá Amy og tær. Eg fekst við ritgerð um føroyskt mál og hevði í tí sambandi sett mær [...] farnum døgum og um ymist frá samtíðini. Eg royndi at leggja til merkis, hvussu tú málbar teg undir hesum frásagnum. Hesum greiða og týðiliga málburði bar til at læra av, tað skilti eg beinanvegin. Og áhuga mínum
veiðihættirnar og væl lá fyri hjá honum. Ein álitismaður og ein maður allir vildu hava við umborð. Hann bleiv tó meira og meira ávirkaður av sjúkuni og bleiv síðani settur í dialysuviðger her og niðri. Tað [...] kendust og fyri okkara vinskap. Eg veit, at hetta eisini er galdandi fyri okkum allar svágrarnar og svigarindurnar. Tykkum nærmastu, Katrin og børnum tykkara við makum, abbabørnum og langabbasyni og syskin [...] hóast løtan var tung og svár. Fylgið var so stórt, at ikki øll sluppu inn at sita í kirkjuna, har Emil prestur hevði gravartaluna og við vælvaldum og uggandi orðum segði um Sonna og hansara lív. Síðani
var dóttir Sommer og Sannu, og Jóhan Jacob Winther, sonur Jettu og Mads. Sommer kom úr einum systkinnaflokki uppá níggju systkin, tey livdu í einum tryggum heimi, har pápin var sjómaður og mamman var heima [...] í systkinnaflokkinum hevur altíð sermerkt tey, glað og skemtandi. Sommer giftist við Bjørgu Hentze av Sandi og fingu tey børnini Idu, Jóa, Róhild og Sveinbjørn. Sommer valdi sjógvin sum lívsstarv, hann [...] 1968 keyptu brøðurnir Sommer, Petur Hans og Herman ein 20-tonsara og vóru teir, teir fyrstu, sum avreiddu til Sólarris. Teir høvdu nógv fólk í arbeiði við egning og fólki á bátinum. Hetta má sigast við vissu
áræðið og gleðin yvir lívið byrja at rakna við aftur. Sóley, Lis og Sólva, fyri tykkum má tað kennast ómetaliga svárt, at bert eftir 10 mánum hava bæði móðir og faðir hendur slept. Hesar hendur, sum frá [...] vart og fjálga tykkara lív. Tá eru lyftini góð um hendur, sum ikki sleppa í Heb. 13,5: “Eg skal als ikki sleppa tær og á ongum sinni fara frá tær.” Jesus styrki tykkum við familjum. Eisini mammuna og systrarnar [...] slíkir vinnulívsmenn við tí hugburði, sum Sofus hevði, sum hava ment og ríkað okkara samfelag. At verða heiðurligur, reiðiligur og at gjalda hvørjum sítt, vóru dygdir hann legði seg eftir. Hetta eru l
føstulávint, myndir av gestum úr Danmørk, og hann, sum fast innbúgv, mitt í rokanum. Eg seti bókina aftur, og geri meg til at fara. Eg finni mær jakkan og skógvarnar og lati meg í. Áðrenn eg lati hurðina aftur [...] slitnum kovboybuksum og situr við krossaðum beinum, við einum kaffikoppi í hondini. Hondin ið heldur um koppin er skitin og hann hyggur upp, tá eg komi inn, við einum fjákutum smílið og spyr um “abbin ikki [...] Hann luktar av øli og sigarettum, júst sum hann plagar. Men eg ræðist hann ikki, hann er fastur gestur her í húsinum. Eg mussi hann á kjálkan og gevi honum eitt klemm. Hann flennir og mutlar okkurt eg ikki
Babba og Ove vóru í Íslandi og fiskaðu, Eyð og Ingvar vóru heima á Eiði. Vit, øll familjan, fingu okkara lívsins størsta sjokk. Boðini vóru at fimm mans vóru við einum báti, tríggir bjargaðust og tveir [...] Sigmund og Theodor hava stríðst, fyri at bjarga lívið tykkara - Frískir og raskir menn, men vit vita at Jesus ið stundini, sum tað stendur skrivað, kom gangandi á sjónum og bjargaði tykkum og førdi tykkum [...] til tín, og takk at tú minnir okkum á at biða fyri børnum okkara. Tað skal vera okkara størsta bøn og áheitan í øllum hesum, at øll foreldur biðja fyri børnum sínum og leggja tey í Harrans hendur, so at
vóru tað Róland og eg, men stutt eftir kom Martin bróðir við. Hetta vóru sera góð og spennandi ár, vit arbeiddu væl saman og bygdu eitt virki, sum var við til at geva arbeiði til nakrar hendur eisini. Tey [...] Trúføst hava tú og Rúni staðið um hann hesi árini, heilsan hevur bilað, og hjá tykkum er sorgin og saknurin enn størri. Harrin veri styrki tykkara. Bróður, takk fyri, at vit fylgdust langa leið og ongantíð mistu [...] barnleys, og eg haldi, at teir báðir vóru sum faðir og sonur. Teir róðu út í Grønlandi nøkur ár saman við øðrum Glyvramonnum. Flestu túrarnar saman var tá sildarokið var á Skálafjørðinum, og teir komu