Vit búðu tætt við sjógvin niðri á Bakka og soleiðis var tað stóra spæliplássið, serliga hjá okkum smádreingjum, brúgvin og fjøran.
Hetta bleiv so eisini ein partur av honum, sjógvurin, havið við tess møguleikum.
Hóast tað nógva virksemið á Bakka við fiskaarbeiði og fiskaturking, so var tað havið, sum bróður hevði betri hug til og var skjótur til skips, tá skúlagongdin var liðug.
Róland fór sín fyrsta túr til Grønland við Hertu, sum Martin Í Grund førdi. Hann var eisini okkurt ár við Minnie, hjá Napoleon á Langanesi, men flestu árini mundu vera umborð á Morning Star, sum Petur Thomsen í Heiðunum var skipari á.
Tað vóru nógvir, sum vildu hava Róland við sær umborð á skipið, hann var tiltikin raskur, skjótur, nærlagdur og hevði eitt Gudgivið skemtingarsinni, sum ongantíð læt nakran sita keddan.
Klæmint pápabeiggi og Róland vóru, hóast aldursmun, vinmenn, teir vóru so sera góðir.
Klæmint var giftur við Elsu Susonnu, ið vóru barnleys, og eg haldi, at teir báðir vóru sum faðir og sonur.
Teir róðu út í Grønlandi nøkur ár saman við øðrum Glyvramonnum.
Flestu túrarnar saman var tá sildarokið var á Skálafjørðinum, og teir komu aftur við fullfermdun báti við sild og um heysti, í brislingatíðini kom Bakkafossur ofta søkklaðin aftur at landi.
Jú, bróður var veiðimaður sum fáur, hevði eitt serligt snildi, tá tað snúði seg um at veiða sild og brisling.
Tey góðu sildaárini á Skálafjørðinum var neistin til, at vit byrjaðu við Bakkafrost. At byrja við vóru tað Róland og eg, men stutt eftir kom Martin bróðir við.
Hetta vóru sera góð og spennandi ár, vit arbeiddu væl saman og bygdu eitt virki, sum var við til at geva arbeiði til nakrar hendur eisini.
Tey flestu árini vóru vit báðir teir, sum koyrdu virkið. Martin, sum fekk sær útbúgving í Noregi, arbeiddi har eftir, at hann var liðugur at lesa.
Róland var sera raskur, dugdi væl við fólki og øll vóru góð við hann. Róland dugdi so sera væl at fáast við tey ungu, tað var so ofta, at ungdómar arbeiddu, tá sildarokið var, og tá var gott, at ein maður sum hann kundi fáast við hesi.
Róland var ein sterkur maður, hevði nakað av tí sama, sum Klæmint farbróður, men gjørdi so lítið um seg, einki reyp. Rætti heldur eina hjálpandi hond, og tá spardi hann seg ikki, var so trúfastur og familjukærur.
Róland var Gudrøkin maður, og bar hann arvin frá barnaheiminum við lestri hvønn sunnudag, við sær í sítt egna heim. Í heiminum hjá Róland og Annu átti tann andaligi parturin sítt rúma pláss.
Vit sakna teg bróður, hugsi um tær mongu góðu løturnar, vit báðir høvdu umborð á Bakkafossi, leitaðu eftir brislingi, spenningurin var stórur, tá torvan sást á austikkinum, og tú helt, at vit skuldu kasta.
Sum oftast eydnaðist hetta, og vit fingu bátin fullan, men ongantíð sá eg teg mótfalnan, tá okkara kast miseydnaðist, og Jóan Jakku fekk uppí, tað kláraði tú betur enn eg.
Róland var giftur við Annu, dóttir Niklas Thomsen úr Syrðugøtu
Tey bygdu sær heim her á Glyvrum.
Trúføst hava tú og Rúni staðið um hann hesi árini, heilsan hevur bilað, og hjá tykkum er sorgin og saknurin enn størri.
Harrin veri styrki tykkara.
Bróður, takk fyri, at vit fylgdust langa leið og ongantíð mistu hvønn annan burtur.