Nú Sofus er farin leita tankarnir aftur í takksemi yvir at hava kent hendan merkismann. Tað var sum reiðari at vit komu at kenna Sofus, við tað at Ingolf sigldi við Kambi. Tað eru slíkir vinnulívsmenn við tí hugburði, sum Sofus hevði, sum hava ment og ríkað okkara samfelag.
At verða heiðurligur, reiðiligur og at gjalda hvørjum sítt, vóru dygdir hann legði seg eftir. Hetta eru lyndiseyðkenni, ið ikki kunnu metast nóg høgt. Eg trúgvi hesar dygdir eru førningur, hann hevur ført víðari frá abbabeiggjunum, sum eisini høvdu reiðaravirksemi. Trúfesti og livandi áhugi eyðkendu eisini Sofus. Sjálvt um tað eru fleiri ár síðani vit høvdu vinnuligt samband við Sofus, hevur samskifti verið hildið við líka alla tíðina. Eg og Sofus funnu eina ávísa frægd í at verða ósamd um ymisk lívsins viðurskifti. Við hansara argandi lyndi høvdu vit mangar stuttligar samrøður. Sofus var gávumildur sum fáur, men hann vildi verða tað í loyndum; sum tað stendur, lat ikki vinstru hond tína vita hvat høgra hond tín ger.
Seinast eg tosaði við Sofus tosaði hann um, at tá lívsins stormar herja, hava pengar so ómetaliga lítlan týdning. Tá liggja virðini á einum hægri stað. Vit gleddust eisini saman um, at eftir svára sorg, var áræðið og gleðin yvir lívið byrja at rakna við aftur.
Sóley, Lis og Sólva, fyri tykkum má tað kennast ómetaliga svárt, at bert eftir 10 mánum hava bæði móðir og faðir hendur slept. Hesar hendur, sum frá fyrsta degi av hava vart og fjálga tykkara lív. Tá eru lyftini góð um hendur, sum ikki sleppa í Heb. 13,5: “Eg skal als ikki sleppa tær og á ongum sinni fara frá tær.” Jesus styrki tykkum við familjum. Eisini mammuna og systrarnar við familjum; Rósing og Niels Jacob við familjum og øllum, sum varða av.
Heilsan við áskriftini á blaðnum til jarðarferðina, 1. Pætursbræv 5,7: “Kastið alla sorg tykkara á Hann, tí at Hann hevur umsorgan fyri tykkum.”
Sólfríð og Ingolf.