Minningarorð um Tór Nattestad – Tór í Hesti

f. 28. august 1932 – d. 26. november 2010

Tórur var skúlatænari hjá Tórshavnar Kvøld- og Ungdómsskúla/Listaskúla og Tórshavnar Musikkskúla í meira enn 25 ár. Eisini var hann lærari í steinslíping, horn–, bein- og silvurarbeiði í umleið 18 ár.

Kvøldskúlin helt til í 33 ymiskum bygningum í kommununi og Musikkskúlin í tveimum, so tað var víða um at fara hjá Tóra. Hann skuldi síggja til, at alt var í góðum standi, tá ið skúlin byrjaði, og tá ið skúlin endaði – ofta seint á kvøldi – skuldi alt verða læst, og ljósið sløkt. Hetta arbeiði gjørdi hann fyrimyndarliga væl við stórari ábyrgd. Tá onkur trupulleiki kundi verða, var hann kvikur at finna loysnir, so alt aftur kom at rigga. Hann kundi alt, og
sjáldan sendi hann boð eftir fakfólki. Ja, hann var góður og bíligur fyri skúlan og harvið kommununa.

Sum lærari var Tórur sera nærlagdur og fakliga sterkur. Alt skuldi gerast gott, sterkt og prýðiligt. Honum dámdi ikki, tá ið fuskað varð, og hann hjálpti næmingunum við at gera lutin nógv betur og prýðiligari, so at bæði næmingurin og lærarin blivu nøgdir. Næmingarnir fingu nógv burturúr. Í 18 ár hava framsýningar verið av næmingaarbeiði hjá Tóra. Tær hava verið framúr vakrar og hava fingið góð ummæli.

Tey seinastu árini, tá heilsan fór at bila, hevur hann sett við, t.v.s. lært tveir næmingar at undirvísa – ja, oyst av síni vitan, so skúlin kundi halda á fram. Hann sá , hvønn veg tað bar. Hann orkaði ikki meira og mátti lúta fyri herviligu sjúku fríggjadagin 26. november.

Tórur var hestmaður, sonur Signhild – ættað av Tvøroyri – og Mikkjal í Hesti. Tey vóru 5 systkin: Petur og Karin búgva í Íslandi, Minna býr í Keypmannahavn, og Katrina, sum býr á Tvøroyri.

Tórur var giftur við Ingu, og børnini eru Jón, Walter, Ankey og Sóley. Abbabørnini eru 11, og langabbabørnini eru 5. Tórur var barnavinur, var góður við tey øll og tosaði nógv um tey. Hevði tey ofta úti á trøðni, har hann hevði seyð og gæs. Náttúruna dámdi honum væl. Sat mangan og eygleiddi og teknaði. Síðani fór hann heim at telgja og evna tað til, sum hann hevði teknað. Hann var meistari til at fáa lív í alt, sum hann gjørdi.

Nógvir eru teir lutir, sum hann hevur givið til vinir og kenningar. Eisini hevur hann selt nakað, tá onkur hevur biðið hann um tað. Tórur reypaði ongantíð av tí , hann sjálvur gjørdi, tá var hann lítillátin, men ein sannur listamaður.
Tórur kom til Havnar bert 15 ára gamal, lærdi til timburmann, hjálpti til á Sjómansheiminum og var til skips millum annað í Grønlandi við Borgini - skipari var Torvald Hjelm. Hann arbeiddi eisini á grótvirkinum, har hann var tiltikin fyri at gera vakrar lutir og at hava gott hugflog. Millum annað gjørdi hann roykiborðið, sum stendur í salongini umborð á kongaskipinum. Her hevur hann høgt føroyakortið í steinplátuna og høgt hvalir allan vegin rundanum. Sera prýðiligt handverk. Minningsvarðan á Fløtuni Fríðu suðuri í Vági hevur hann somuleiðis gjørt og laðað rundan um hann. Eisini kann nevnast, at hann hevur gjørt vindeygakarmarnar á Landssjúkrahúsinum og mangt steypi.

Einaferð Tórur arbeiddi sum timburmaður, var hann fyri óhappi. Hann datt nógvar metrar niður og fekk álvarsligan skaða. Tá hann var so frægur, at hann kundi fara í holt við okkurt lættari arbeiði, var hann so heppin, at Sheila Arnskov bjóðaði sær til at hjálpa honum at finna eitt lærupláss í Keypmannahavn. Hann skuldi læra til silvursmið. Her fekk hann ummæli sum sera dugnaligur við góðum skapandi evnum. Tórur gloymdi ongantíð Sheilu Arnskov fyri hennara stóru hjálp, og tosaði mangan um hana.
Hetta gjørdi eisini, at hann fór at undirvísa og fekk dirvi til at byrja aftur at brúka sínar góðu gávur. Hann fekk seinni prógv sum undirvísari.

Tórur kundi vera bersøgin og dámdi væl at skemtast. Men honum dámdi ikki, tá onkur sá niður á og tosaði spillandi um nakran. Hann vardi altíð tey veiku. Tórur var sterkur í trúnni og læs nógv í skriftini. Hann var góður við allar kirjur og samkomur, og sat hann mangan millum áhoyrararnar.

Tórur bleiv borin úr Havnar Kirkju 30. november við sanginum: Jesus til vár sálargagn.

Vit hugsa um tykkum, sum sakna.

Skúlin/leiðsla, lærarar og næmingar siga Tóra stóra takk fyri alt og lýsa frið yvir góða vin okkara Tóra Nattestad, í vónini um at hittast aftur.

-------
Poli