Eg bleiv skakkur tá sonur mín ringdi til mín og segði mær at Sommer systkinnabarnið, var deyður.
Tað var sum alt steðgaði upp, eg fór útum, skímingin var í fer við at dempa hesa so vøkru kavakløddu bygd, har høgættarvindurin streik um hamarin, meðan ljósini lýstu so vakurt hetta desembur-kvøldið við boðum um, at jólini eru í hondum.
Hvør var hesin merkismaður, jú hann var sonur Rosu Winther, fødd Hentze, sum var dóttir Sommer og Sannu, og Jóhan Jacob Winther, sonur Jettu og Mads.
Sommer kom úr einum systkinnaflokki uppá níggju systkin, tey livdu í einum tryggum heimi, har pápin var sjómaður og mamman var heima, sum tá var. Tað var nógv hjá børnunum at taka hond í.
Samanhaldið í systkinnaflokkinum hevur altíð sermerkt tey, glað og skemtandi.
Sommer giftist við Bjørgu Hentze av Sandi og fingu tey børnini Idu, Jóa, Róhild og Sveinbjørn.
Sommer valdi sjógvin sum lívsstarv, hann fór ungur til skips.
Í »Ravn-Stóroy« var farið til Ísland á vertíð, jú Sommer visti hvat tað var, at arbeiða.
Tá flakavirkið Sólaris lat upp í 1968 keyptu brøðurnir Sommer, Petur Hans og Herman ein 20-tonsara og vóru teir, teir fyrstu, sum avreiddu til Sólarris. Teir høvdu nógv fólk í arbeiði við egning og fólki á bátinum.
Hetta má sigast við vissu, at her kom broytingin inn í okkara bygd, jú arbeiði bleiv til allar hendur bæði til kvinnur og menn og skúrarnir blivu universitetið hjá smádreingjunum saman við uppilagstum sjómonnum.
Seinni keyptu teir »Líraberg«, sum Petur Hans var skipari á. Jú Sommer var undangongumaður í síni heimbygd Skopun.
Sommer og Bjørga fluttu út á Argir saman við børnunum at búgva mitt í 70unum, tá fór Sommer at sigla sum skipari við »Tjógvanum« betur mann kundu teir neyvan funnið, tí hann var meinkunnugur maður her á leiðum, seinni førdi hann »Pride«.
Har vit best kenna Sommer, man vera sum skipara umborð á »Rituni«.
Eg veit hann var dámligur maður, men dugdi at seta seg í respekt.
Sommer sat á tingi fyri javnaðarflokkin frá 1991-1994, eisini í hesum ábyrgdarstarvi var Sommer álitismaður, tað hava teir sagt mær, sum sótu saman við honum.
Síðan hava vit báðir mangan tosað saman um politikk og hevði hann altíð góð ráð um okkurt var, sum hann ikki var samdur við mær í, so segði hann tað, upp á sín sera sjarmerandi máta.
Sommer var familju-kærur, hann kom nógv á gátt í heiminum hjá okkum, pápin og hann vóru ógvuliga væl. Pápi var mammubeiggi hansara.
Ofta tá Sommer var inni hjá okkum, tók hann harmonikkuna og spældi og sang, oftast andaligar sangir ella nakrar sjómansvísur.
Jú eg minnist manga hugnaliga løtuna, tá hesin glaði og skemtandi maðurin kom á gátt. Seinast vit báðir sóust var, tá vit seint í summar høvdu ættarstevnu fyri eftirkomararnar eftir langommu og langabban Malenu og Sámal Petur Hentze. Har var sera hugnaligt og gleddist Sommer um dagin.
Frá morgni til kvøld, sólin skein oman og niðan.
Eg minnist serliga væl, tá eg skuldi til at byggja húsini. Vit vóru gift og minnist eg væl Sommer segði, veit tú hvat, tit skulu fáa í brúðargávu, eg skal føra tilfarið til húsini úr Tórshavn til Skopunar, tað var eitt kubb fyri meg. Og tað gjørdi hann eisini.
Góðu tit sum hava mist ein góðan mann, pápa, abba og langabba. Sommer er farin heim í himmalin, har eingin sorg og pína er.
Hvíl í friði
--------------
Gerhard