Gunnar Hjelm: - Í summar vera vit heima í Føroyum

- Tað, sum er mest umráðandi, er at sleppa burtur úr dagliga resinum eina løtu og uppliva okkurt annað saman við familjuni

 

Fert tú at ferðast í Føroyum í summar – ella verður tað ein túrur av landinum?

 

- Eg havi nógv at gera, nógv sum skal ornast í summar í samband við okkara felag, GH Styrki, sum nýliga er stovnað. So tað verður neyvan nakar túrur av landinum í summarferiuni, men helst seinni í ár. 

 

Tað sigur Gunnar Hjelm.

 

Sig eitt sindur um tínar ferðaplanir í ár?

 

- Í summar vera vit í Føroyum. Ætlanin er at brúka 1-2 vikur á Zarepta, onkran túr í summarhús við familjuni - og so helst at vitja onkra av útoyggjunum.

 

Gunnar Hjelm sigur, at hann annars verður heima og ætlar sær at ganga onkrar túrar í okkara fantastisku náttúru, eisini onkran fjallatúr.

 

Hevur tú ferðast í flestu oyggjum í Føroyum – ella er onkur oyggj eftir at vitja?

 

- Eg havi ikki verið á øllum oyggjunum enn. So, ætlanin er at vitja onkra av teimum í summar. Kundi eitt nú hugsað mær at farið ein túr út í Fugloynna og Svínoynna.

 

Hvønn týdning hevur tað fyri teg at sleppa út at ferðast? 

 

- Tað er altíð deiligt at sleppa út at ferðast, men tað, sum er mest umráðandi, er at sleppa burtur úr tí dagliga resinum eina løtu og uppliva okkurt annað saman við familjuni, sigur Gunnar Hjelm.

 

Í VikuskiftisSosialinum, sum fæst til keyps í blaðsølunum, eru fleiri fólk spurd um sínar ferðaplanir í summar.

 

Lesið eisini: Altíð onkur túrur í kalendaranum

 

https://www.in.fo/news-detail/tad-er-altid-onkur-turur-i-kalendaranum

 

##med2##