Minningarorð um Trónd Udbø Petersen

7. september 1983   10. februar 2003

Tað, at vit á okkara arbeiðsplássi sita og skriva minningarorð um ein arbeiðsfelaga, er ógvuliga tungt. At lívstráðurin hjá einum menniskja í sínum besta aldri, í sínum fagrasta blóma, bara verður avkvettur, er sera ringt at skilja.
Góði Tróndur, at tú skuldi doyggja á so ungum árum, gevur okkum ein sannan hvøkk. Hvussu kann tað lata seg gera? Hvussu ber tað til? Kann tað veruliga passa? Vit kunnu bert ásanna, at svarið er ja.
Góði Tróndur, tú vart ein sera fittur og hjálpsamur drongur, altíð klárur, um ein heitti á teg. Framúr kreativur vart tú í tínum arbeiði, og nú tú vart útlærdur, hevði tú nógvar ætlanir. Tað hevði verið stuttligt at sæð, hvat eitt so evnaríkt menniskja hevði fingið burtur úr lívinum.
Dagar tínir vóru taldir, og tú skuldi her frá. Sum ein smágenta segði, so fórt tú upp til Jesus pápa at hjálpa at gera hárið hjá einglunum, líka sum tú gjørdi hjá einglinum í jólabýnum til jóla. Ja, hvør veit?
Góðu Albert, Ninna, Annika, Guðrun og øll avvarðandi. Má Harrin styrkja tykkum í tykkara stóru sorg, og hjálpa tykkum at koma víðari í lívinum.
Góði Tróndur, takk fyri tíðina vit fingu saman við tær.
Hvíl í friði.

?????????????

Starvsfelagarnir í Fríðkuni, Flykruni og Liljuni