At tíðin stundum tykist okkum ganga alt ov skjótt, og skjótari við árunum, munnu vit øll varnast so hvørt , sum vit koma til aldurs. Og skjótt fór henda tíðin mær untist at støkka inn á gólvið hjá tær, Svenning. Mær gjørdist hon alt ov stutt. Men eg fari at minnast teg og tíðina í takksemi.
Tað var fyri góðum átta árum síðan, at eg fyrstu ferð vitjaði heima hjá Amy og tær. Eg fekst við ritgerð um føroyskt mál og hevði í tí sambandi sett mær fyri at fáa føroyska orðalagið og stavseting nøkulunda á beint. Eftir at hava búð uttanlands síðan 11 ára aldur, stóð, sum vera man, ikki so heilt væl til málsliga. Tú og Amy tóku so hjartaliga væl ímóti mær. Sum so ofta í Føroyum høvdu vit bara tosað løtu saman, og vísti tað seg, at tú kendi fitt av skyldfólkum mínum úr Suðuroynni, og summum teirra av mínum egna ættarliði hevði tú havt hjá tær í skúlastovuni.
Við hesum byrjaði ein samrøða okkara millum, sum fór at halda á hesa tíðina – mangar góðar løtur heima hjá tykkum, onkur var eisini hjá mær, eftir at eg flutti heim, og rættiliga nógvar í brævasamskifti. Prátið gekk altíð lætt og fevndi um mangt og hvat. Tú dugdi so avbera væl at siga frá fólki og landi. Mær dámdi at lurta og hoyra um hendingar frá farnum døgum og um ymist frá samtíðini. Eg royndi at leggja til merkis, hvussu tú málbar teg undir hesum frásagnum. Hesum greiða og týðiliga málburði bar til at læra av, tað skilti eg beinanvegin. Og áhuga mínum fyri móðurmálinum frøddist tú um. At sýta mær bønina um hjálp við at hampa um orðalag, bendingar og annað, ið hevði tørv á ábótum, var helst langt, langt úr tínum huga.
Í teldubrævasamskiftinum skiftu vit so statt javnt og samt orð um málsligar spurningar. Sum oftast eg, sum spurdi, og tú sum fegin oysti aftur av kunnleika tínum. Altíð við nærløgdum leiðbeiningum, og altíð við upplýsing um, at “soleiðis hevur verið sagt í summum bygdum, men í øðrum verður sagt eitt annað”. Bað eg teg lesa onkran tekst og rætta fyri meg, fekk eg nágreiniligar frágreiðingar og altíð hesi somu vinarligu boðini um, at “her eru nøkur uppskot. Tú fert at brúka tað, sum tykist tær best “. Eisini frá skrivligu leiðbeiningunum royndi eg at leggja mær í geyma tað, sum kom fram. Sumt hevði eg gloymt við árunum, og sumt var mær púra nýtt. Støðugt lærdi eg okkurt nýtt, og tað var ein frálík ferð hjá mær inn í føroyskt. At hoyra frá tær eftir einum tveimum trimum árum, at tú væl legði framgongdina til merkis, gjørdi meg ómetaliga glaða. Eg vænti, at tú vart helst ein av teimum fáu, sum mundi duga at skilja hetta.
Dagin vit øll tóku farvæl við teg í fagrasta heystveðri, segði dómpróstur teirri fullsettu kirkjuni frá teimum fingramerkjum, tú hevur sett eftir teg í føroyska bókaheiminum – altíð í góðum og vøkrum málburði, sum hann tók til. Fram fyri meg runnu tá kámu minnini frá søgum í “Míni jólabók” og eisini Bíbliusøgubókin, eg átti í fjórða ella fimta flokki, beint áðrenn eg fór av landinum. Í dag er bókin “Fuglar í Norðurhøvum”, sum tú í 2005 gavst mær í gávu, og har tú ert annar týðarin, onnur av tveimum bókum, eg beri við mær alt summarið. Fleiri munnu vera runt alt Føroyaland, sum á henda sama hátt eiga sær onkra yndisbók á føroyskum máli, har tú hevur við og gjørt títt.
Tvær ídnar hendur er farnar til hvílu. Vit fara at minnast tín ósjálvsøkna arbeiðshug fyri føroyska málinum. Mátti hesin arbeiðshugur og viljin til at leggja sín skerv afturat verið okkum fyrimynd og eggjað okkum til at gera tað, sum nú hvør okkara er mentur, fyri at hjúkla um okkara ríkasta mentanararv.
Eg eri fegin um, at eg eisini havi lært Amy at kenna, tann umsorgarfulla menniskjan hon er. Eisini holl í ráðum og álítandi vinfólk. Summi vinaløg er serstøk, tó at tey koma seint í lívinum. Hetta er eitt teirra. So eg fari framvegis at síggja fram til løtur á Noregsvegi soleiðis, sum eg havi gjørt hesi seinastu árini. Tað verður øðrvísi, og tað verður tómt uttan teg, Svenning. Men hjá Amy, børnunum, verdóttrini og abbabørnum er saknurin tann meinasti. Tað vita vit. Og tó, sum vit heilsaðust í kirkjuni vit báðar Amy, vita vit jú eisini, at fyri okkum, sum trúgva er deyðin ikki hitt seinasta.
Takk fyri vinalagið, Svenning, og takk fyri alt, eg havi lært.
----
Tórshavn, 18/11-2013
Majbritt Pauladóttir