Vit høvdu ynskt at vit ikki vóru í tí støðu, at tað var neyðugt at skriva minningarorð um teg góði Sigmund. Vit høvdu sjálvandi ynskt at tú vart her hjá okkum í mong ár afturat, men tá støðan er sum hon er, so gera vit tað gleðiliga! Vit eiga jú eina vón sum ber yvirum deyðan.?
- Góði elskaði Sigmund, 22 maj 2011 bleiv ein broytingardagur í okkara lívið, tá tú og vinur tín Teodor blivu tiknir heim til Harran, tú bert 29 ár og Teodor 32 ár.
Mamma fór til arbeiðis hendan morgunin á B8, har stóðu tvey løgreglufólk, og tóku ímótu sær at bera boðini um ein bát, sum var gingin burtur. Babba og Ove vóru í Íslandi og fiskaðu, Eyð og Ingvar vóru heima á Eiði. Vit, øll familjan, fingu okkara lívsins størsta sjokk.
Boðini vóru at fimm mans vóru við einum báti, tríggir bjargaðust og tveir vóru saknaðir. Sigmund, tú vart annar, og hin var Teodor okkara granni. Alt steðgaði upp.
- Sigmund, tú hevði verið so nær við, fyri fimm árum síðani í ferðsluvanlukku har tú brákaði ryggin, men Guð var nær, og tú fekk fimm ár afturat her hjá okkum.
Sigmund var so ríkiliga vælsignaður við talentum og hann gjørdi so sanniliga brúk av teimum. Hann var ikki bangin fyri at fara í holt við nakað, var sera ágrýtin. Útbúgvin elektrikari og var í ferð við at gerast maskinmeistari.
- Tú hevði stórar dreymar, og tó gleddist í tí smáa. Sjálvur segði tú stutt áðrenn “Hvat er lívi ikki bara herligt:) skilji ikki hvat fólk altíð grenja um!!” Eitt kunnu vit við vissu siga Sigmund, at lív titt eydnaðist!
Sigmund abbin, fór stutt eftir teg Sigmund. Innan ein mánað vóru bæði gamli og lítli Sigmund farnir heim. Sigmund abbin fekk eisini nøkur ár afturat, hann var við einum báti ið gekk burtur í 1986 og bleiv bjargaður. Takk fyri Sigmund abban og alt tað hann var fyri okkum.
- Síðstu orðini mamma segði við teg Sigmund áðrenn tú fórt av Eiði vóru: “Minst til at tað er tann síðsta oljan sum telur”. Tað bleiv sagt í samband við skúlatingini og allar próvtøkurnar ið vóru fyri framman á Vinnuháskúlanum. Tú vart so glaður og í góðum lag. Hesi orðini fingu tó eina aðra meining.
Eitt tað ringasta við hesi stóru sorg hjá okkum hevur verið, hvussu tit Sigmund og Theodor hava stríðst, fyri at bjarga lívið tykkara - Frískir og raskir menn, men vit vita at Jesus ið stundini, sum tað stendur skrivað, kom gangandi á sjónum og bjargaði tykkum og førdi tykkum til strond, sum tit longdust til, heim til teir ævigu bústaðir, heim til Harran, har vit øll skullu møtast aftur ein dag. Takk Guð fyri, at tú gav Jesus til okkum, so at tað er gjørligt at koma heim til tín, og takk at tú minnir okkum á at biða fyri børnum okkara. Tað skal vera okkara størsta bøn og áheitan í øllum hesum, at øll foreldur biðja fyri børnum sínum og leggja tey í Harrans hendur, so at tey vita, hvønn tey skulu rópa á í neyðarstund.
- Takk fyri tann tú vart, ein góður sonur og beiggi! Ein Guðs gáva til okkum! Vit gleðast um minnið og halda minninum á lívið, til vit síggjast aftur í vónini, sum Jesus hevur givið okkum.Takk Guð fyri at tú gavst okkum Sigmund. At vit kundu sleppa at lána hann her og verða góð við hann. Takk fyri alt hann hevur lært okkum. Saknurin er ósigandi, harður, pínufullur, men minnini eru góð og rík.
At finna meining í øllum hesum her er meiningsleyst, og her kunnu vit so eisini nevna ein av tínum bestu vinmonnum Jóhann, sum bert tveir mánaðir seinni fór í ferðsluvanlukku, óskiljandi.
- Sigmund títt lív var fylt við meining, og tað fara vit at gleðast yvir hvønn dag ið vit sleppa at verða her á jørð. Okkara perla.
Bara Jesus kann geva okkum frið.
Friður verið yvir minninum á øllum teimum ið vit saknað Teodor, Jóhann, Sigmund abban og okkara elskaða Sigmund Kára.
-----
Mamma, babba, Ove, Emma, Eyð og Ingvar