Tað er ógvuliga torført at byrja aftur í skúlanum, nú tú ikki longur er millum okk
um. Tá hurðin gongur, hyggur man fyri at vita, um tú ikki kemur gangandi inn í floks
stovuna. Tað kann ikki passa, at tú ikki kemur aftur. Av okkum øllum í flokkinum var tú tann, sum hevði studentarhúgvuna mest uppiborna. Tín hugur var til bøkurnar, og tú kláraði teg eisini sera væl. Tú visti akkurát, hvat tú skuldi gera, tá tú í summar bleiv liðug við skúlan.
Einasta troyst, ein hevur í hesu sváru tíð, er at tú er komin heim til Jesus. Eg gleði meg at síggja teg aftur í himli ? tú, sum altíð var so smílandi og glað. Eg vil takka tær fyri trý góð vinaár. Eg fari at sakna teg ógvuliga nógv, men eg veit, at tú er komin til eitt betri stað.
Friður verið yvir minninum um vinkonu mína, Súsonnu.
Crista