vunnu vit FM bæði í 1991 og í 1992, og tá var mesta tosið á Strondum summarmánaðarnar um kappróður. Í fjør gekk hampuligt hjá Stráluni, sum í FM kappingini endaði á øðrum plássi og sum í onkrum róðrum, t [...] ára gamlir, og teir flestu hava ikki roynt seg í kappróðri áður. ? Róðursmaðurin í fjør rør við í ár, og ein annar av manningini frá í fjør er við aftur í ár, meðan alt hitt er nýtt fólk. Hvat roknar tú [...] higartil í ár, men eg skal ikki dylja yvir, at vit høvdu gott mót, tá vit fóru suður. Tað er Anfinn Gærdum, formaður í róðrarfelagnum á Strondum og høvuðsmaðurin í felagnum síðani tað varð stovnað í 1989,
hava fingið stóra kapping frá Jarnbarði, og í Vági eydnaðist tað havnarkvinnunum at ota seg upp á ovastu rók á stigatalvuni. Men munurin er so lítil, sum tað ber til, og tað vera úrslitini í Miðvági og á Havnarvág [...] tykist vera væl fyri í løtuni, men tær eru sjey stig aftanfyri annað plássið, og tað er neyvan sannlíkt, at tær fara at draga henda munin innaftur í tveimum róðrum. Skulu vit nýta avrikið í Vági sum meting [...] spennandi enda í kappingini millum 6-mannafør mannað við kvinnum. Hvessingur, sum tey seinnu árini hevur kappast so nógv við Jarnbarð og Gongurólv, var mest sannførandi fyrstu stevnurnar, men tær í Sundalagnum
vøkstur og vinnuligt margfeldni í bæði stytri og longri framtíð; eitt politiskt aðalmál, sum eisini er staðfest í frágreiðingini hjá oljuráðleggingarnevndini, sum kom út í fjør. Í mínum hugaheimi er eingin ivi [...] veitingarskip) fer í ein »menningargrunn«. Hesin grunnur skal síðani, við atliti til fjølbroytta menning, verða við til, at føroyingar í heild fáa ágóða av, at oljupeningur er farin í umfar í landinum. Tað [...] á einum minimum í leitingarfasuni. Í staðin skulu vit leggja áherðslu á, at samskipa og tilrættarleggja soleiðis, at vit føroyingar fáa sum mest burtur úr teimum aktivum, vit ráða yvir í dag. Eingin forðing
Vit eru komin inn í eina ónda ringrás, hava start okkum blind uppá alt tað, sum vit halda var gjørt skeivt í 80-unum, hóast tað var í 90-unum vit gjørdu skaðan, serliga tey seinastu árini. Hendan ónda [...] ringrásin endar í eini vitanarfellu, sum er væl truplari enn nøkur rentufella at lyfta seg uppúr. Í hesum leiki hava vit mist takið á modernaðu vinnukarmunum, sum vit annars eftir tógvið stríð í 50-unum, 60-unum [...] at røkka saman. Vit eru á eini kós, har vit helst koma til at oyðsla í hundraðtals mió. kr. árliga í tí almenna bygnaðinum, sum lýst í greinini um orku. Hesa orkuna hava vit ikki! Tað er ein orsøk til, at
Leygardagin í farnu viku var skipað fyri almennari Beach-Volley kapping í Sandágerði í Havn. Hetta var fyrstu ferð nakrantíð at ein so stór kapping varð stáplað upp á beinini og hóast sólin hevði ilt við [...] luttóku 24 lið í kappingini. Hvussu leingi hava tit arbeitt við hesi kappingini? ? Vit royndu at gera eina slíka kapping seinasta ár, men tíðin var ikki til tað. Síðan gjørdu vit av at royna í ár ístaðin og [...] kappingum í framtíðini. Hvar verða tær næstu kappingarnar? ? Tað dugi eg ikki at siga. Av tí at umstøðurnar í Sandágerði eru so góðar, og tað er her teir flestu okkara eru, so er hugsandi at tað verður í Havn
men tá byrjað var vóru 12 lið, sum vóru býtt í fýra bólkar. Í síðstu løtu komu trý lið aftrat og tey vóru beind í ein bólk fyri seg, sum spældi seinast í innleiðandi umfarinum. Bert heilt fáir leikarar [...] teimum mest sum líka fyri allar. Í innleiðandi umfarinum og í semifinalunum var bert spælt eitt sett upp í 15, og tí vóru dystirnir ikki so drúgvir. Spenningur var tó í fyri tann skuld, kanska serliga tí [...] spæla í føroysku meistaradeildini ella í donsku kappingini. Tó var onkur, sum dagliga als ikki spælir flogbólt, men tað var stuttligt at síggja at teir hildu seg framat kortini. Tey bestu liðini í hvørjum
altjóða sangkappimg í Bilbao, 1992 FYRSTA PRÍS í kamarmusikalskari kapping í Lodz, 1992 FYRSTA PRÍS á altjóða sangkapping í Warsawa 1994 ANNAN PRÍS á altjóða sangkapping í Toroella de Montgri í Spania, 1994 FJÓIRÐA [...] FJÓIRÐA PIS á altjóða sangkapping í Helsinki, 1994 FYRSTA PRÍS á altjóða sangkapping í Hamburg, 1994 FYRSTA PRÍS á altjóða sangkapping í Munchen. [...] Urszula Kryger ferðast nógv kring um í Europa og heldur solokonsertir, eins og hon saman við gitnum tónlistafólki hevur havt leiðandi leiklutir í operum og oratorium víða hvar. Urszula Kryger hevur vunnið
føroyingum til at ferðast í egnum landi. Vit hava hópin av møguleikum, tá vit skulu gista í summarhúsum ella gistingarhúsum, men vit hava framvegis bara eitt tjaldingarpláss í Føroyum. Og tað man helst [...] Leynarvatn, á Mølini á Eiði, við Gjógv, í Elduvík, við Leitisvatn, á Sandi og onkustaðni í Suðri. Tað skal bara vera útbúnaður at fáa reint vatn og sleppa av við tað, sum fer í bukkuna, og annað burturkast. Tað [...] at ferðavinnan ikki tekur tilboðini at ferðast í egnum landi fyri fult er avsláttarskipanin eitt frálíkt dømi um. Tað ber til at vera við í eini kapping, um fólk brúka hesa skipanina, og gita, hvat vinningurin
hava eina fría kapping, sum skal hava til endamál at skapa mest møguligan áhuga fyri økinum.í tann mun tað ber til og tað er rímuligt og rætt eigur danska vinnulív sjálvandi at vera við í menningini av [...] ov langt úti at spyrja, um bretar í veruleikanum hava fatur á stórum og lovandi strukturum í tí Hvíta økinum og sum helst ganga víðari inn á føroyskt øki, og sum bretar í dag nettup gera krav uppá? Hetta [...] sum møguliga kemur upp at venda undir samráðingum ella í korridorunum aftaná er marknatrætan við bretar. Spurningurin er hvørji áhugamál danir hava í hesum máli. Eru teir líkasælir ella hava teir sínar tankar
stinga út í kortið, hvar í landinum hon skal vera. Skal tað vera vinnan sjálvan - kapitalurin - sum ger av einaferð med alla, hvar henda útgerðarhavnin skal vera - ella skal politiski myndugleikin í Føroyum [...] síggja fleiri øki t.d. miðstaðarøkið kontra Drelnes í kapping við hvørt annað? Hvat vil vinnulívið - hvat vil politiski landsmyndugleikin - tosa tey í heila tikið saman - skulu tey taðella?Landsstýrið fær [...] til og ikki bert ríkismálini, soleiðis sum formenninir í javnaðarflokkinum og tí kristiliga flokkinum eisini vóru samdir um á veljarafundi í Vágum í farnu viku. Valið komandi er tí bæði ein spurningur um