URSZULA KRYGER

mezzosopran, er fødd í Lodz í Pólandi. Hon fór at læra seg tónleik longu fimm ára gomul, og í 15 ár spældi hon klaver. Meðan hon var við at fullfíggja sína ljóðførisútbúgving á musikkonservatoriinum í Lodz, fór Urszula Kryger eisini undir sangútbúgving fyrst hjá professaranum Jadwiga Pietraszkiewicz í Lodz og seinni í Keypmannahavn hjá André Orlowitz, professara

Urszula Kryger ferðast nógv kring um í Europa og heldur solokonsertir, eins og hon saman við gitnum tónlistafólki hevur havt leiðandi leiklutir í operum og oratorium víða hvar.

Urszula Kryger hevur vunnið hesar sangprísir:

1990 SERPRÍS fyri tulking av baskiskum sangum á altjóða sangkappimg í Bilbao,

1992 FYRSTA PRÍS í kamarmusikalskari kapping í Lodz, 1992 FYRSTA PRÍS á altjóða sangkapping í Warsawa

1994 ANNAN PRÍS á altjóða sangkapping í Toroella de Montgri í Spania,

1994 FJÓIRÐA PIS á altjóða sangkapping í Helsinki,

1994 FYRSTA PRÍS á altjóða sangkapping í Hamburg,

1994 FYRSTA PRÍS á altjóða sangkapping í Munchen.