Vinna í menning -men enn vantar nógv

FERÐAVINNAN hevur havt góðan byr seinastu árini. Eisini verður sagt frá, at bíleggingarnar í ár - bæði viðvíkjandi flutningi og gisting - eru størri enn undanfarin ár.

 

FERÐAVINNAN hevur havt góðan byr seinastu árini. Eisini verður sagt frá, at bíleggingarnar í ár - bæði viðvíkjandi flutningi og gisting - eru størri enn undanfarin ár.


JÁTTANIN á fíggjarlógini er økt, og tað er kanska ein orsøk til, at meiri kemur burtur úr peningaliga. Ferðaráðið upplýsti eftir ferðafólkatíðina ífjør, at samfelagsligi vinningurin var størri ella ájavnt við tað, sum alivinnan leggur eftir seg.


HETTA fegnast tey flestu sjálvandi um. Ferðing er heimsins størsta vinna, føroyingar ferðast nógv, og tí mugu vit eisini góðtaka, at nógv ferðafólk koma henda vegin.


TEY skulu fáa eina góða móttøku og eina góða tænastu, men enn eru vit bara komin stutt, tá tað snýr seg um tænastustig, útboð og møguleikar - ella »fasilitetir«, sum tey siga.


TAÐ tykist sum um, at vit eru væl fyri, tá tað snýr seg um at gista, men tað er neyðugt at hava eitt stórt útboð av tilboðum - túrum, framsýningum og tílíkum - sum myndugleikarnir ikki gáa og hjúkla nóg nógv um.


TAÐ er eisini at fegnast um, at ferðavinnumyndugleikarnir hava eggjað føroyingum til at ferðast í egnum landi. Vit hava hópin av møguleikum, tá vit skulu gista í summarhúsum ella gistingarhúsum, men vit hava framvegis bara eitt tjaldingarpláss í Føroyum. Og tað man helst vera eitt tað ringasta í Vesturevropa.


OFTA er sagt, at fólk kunnu seta tjøld allastaðni, men allir bøndurnir eru ikki líka fegnir. Harafturat koma nógv henda veg við húsvagnum og fleiri føroyingar hava húsvagnar, men tey hava bara eitt skipað pláss.


Hví ikki gera smærri tjaldingarpláss á støðum sum Leynarvatn, á Mølini á Eiði, við Gjógv, í Elduvík, við Leitisvatn, á Sandi og onkustaðni í Suðri. Tað skal bara vera útbúnaður at fáa reint vatn og sleppa av við tað, sum fer í bukkuna, og annað burturkast. Tað er ikki neyðugt at gera stór kommersiell tjaldingarpláss.


Á hesum øki haltar illa. Og tað, at ferðavinnan ikki tekur tilboðini at ferðast í egnum landi fyri fult er avsláttarskipanin eitt frálíkt dømi um. Tað ber til at vera við í eini kapping, um fólk brúka hesa skipanina, og gita, hvat vinningurin er! Jú, ein ferð til Danmarkar! Sjálvandi. Leingi livið føroyska ferðavinnan!