Klæmint og Líggjas vunnu ein spennandi finaludyst

Strandaflogbóltur, menn: Nýggi venjarin hjá Fleyr, Klæmint Isaksen vann saman við Líggjasi Høgnesen kappingina hjá monnum

Upprunaliga høvdu 9 lið teknað seg til kappingina hjá monnum, men tá byrjað var vóru 12 lið, sum vóru býtt í fýra bólkar.

Í síðstu løtu komu trý lið aftrat og tey vóru beind í ein bólk fyri seg, sum spældi seinast í innleiðandi umfarinum.

Bert heilt fáir leikarar høvdu roynt seg við strandaflogbólti áðrenn kappingina, og tí var útgangsstøði hjá teimum mest sum líka fyri allar.

Í innleiðandi umfarinum og í semifinalunum var bert spælt eitt sett upp í 15, og tí vóru dystirnir ikki so drúgvir.

Spenningur var tó í fyri tann skuld, kanska serliga tí at flestu spælararnir til dagliga antin spæla í føroysku meistaradeildini ella í donsku kappingini.

Tó var onkur, sum dagliga als ikki spælir flogbólt, men tað var stuttligt at síggja at teir hildu seg framat kortini.

Tey bestu liðini í hvørjum bólki komu hildu fram í kappingini í eini semifinalu.

Í aðrari semifinaluni spældu Klæmint Isaksen og Líggjas Høgnesen úr Fleyr øðrumegin ímóti Bárði Mikkelsen og Rúna Weihe úr Fram hinumegin.

Henda semifinalan gjørdist sera ein sera spennandi dystur.

Klæmint og Líggjas høvdu lutfalsliga lætt spæl í innleiðandi umfarinum, men nú vóru teir noyddir rættiliga at vísa hvat teir dugdu.

Bárður og Rúni eru stak góðir flogbóltsleikarar, uppi í teimum allarbestu í Føroyum, men tað at spæla strandaflogbólt er ikki tað sama sum at spæla innandura flogbólt.

Teir báðir Fram-leikararnir vóru hørð mótstøða fyri Líggjas og Klæmint, men tá samanum kom royndust Fleyr-leikararnir stinnari.

Eftir at hava verið aftanfyri 7-4 eina løtu fingu Líggjas og Klæmint skil á sínum spæli. Teir knógvaðu seg framum og vunnu semifinaluna 15-11.

Í hinari semifinaluni hittust fýra Fleyr-leikarar, sum dagliga spæla saman.

Jan Hentze og Tummas Óli Mortensen øðrumegin ímóti Rasmusi Madsen og Sveini Tróndarsyni hinumegin.

Í byrjanini av hesum dystinum gekst eisini javnt á, men tá settið var hálvrunnið sluppu Rasmus og Sveinur so mikið frá Jan og Tummas Óla at teir sunnu settið.

Nú var klárt til finaluna og spennandi var at síggja, um Líggjas og Klæmint fóru at fáa trupulleikar. Teir høvdu higartil í kappingini víst nógv tað besta spælið.

Finalan varð spæld best av trimum settum upp í 12 stig í hvørjum setti.

Fyrsta sett gekk skjótt fyri seg. Spælið hjá Klæminti og Líggjasi koyrdi ógvuliga væl, og hinumegin netið vóru ov nógvar villur orsøkin til at spælið ikki »hekk saman«.

Klæmint og Líggjas ruku avstað og vunnu settið 12-5.

Í øðrum settið kom stígur í hjá Klæmint og Líggjasi, meðan spælið hjá Rasmus og Sveini hekk betur saman enn áður.

Serliga vóru tað servurnar hjá Rasmusi, sum vóru bondskar og teir fingu fleiri stig bara við servunum.

Annað sett endaði við 12-9 sigri til Rasmus og Svein og nú mátti eitt triðja sett til eisini.

Triðja sett var spælt eftir nýggju teljiskipanini har hvør bóltur telur og her vístu Klæmint og Líggjas at tað ikki var av tilvild, at teir vóru komnir so langt, sum teir vóru.

Eftir at hava verið aftanfyri 3-1 í byrjanini av settinum gjørdu teir eitt ordans hál og lupu fram til 6-3. Hesin munur stóð ikki til at heinta aftur og endaliga úrslitið av eini spennandi finalu gjørdist, at Líggjas og Klæmint vunnu dystin 2-1 og harvið kappingina.

Fyri Líggjas Høgnesen var hetta kanska sreliga stuttligt, tí nú kann hann siga at hann hevur vunnið tvær strandaflogbóltskappingar í Føroyum.

Fyri fleiri árum síðan, skipaðu landsliðsleikarar fyri eini afturlatnari kapping á Leynasandi og ta kappingina vann Líggjas eisini.

Aftaná finaludystin handaði Jan Hentze vinnarunum steyp til ognar, tíðindablaðið Sosialurin hevði givið.