Leygardagin í farnu viku var skipað fyri almennari Beach-Volley kapping í Sandágerði í Havn.
Hetta var fyrstu ferð nakrantíð at ein so stór kapping varð stáplað upp á beinini og hóast sólin hevði ilt við at vinna ígjøgnum tað támuta veðrið í Havn leygardagin, so siga fyrireikararnir at kappingin var sera væleydnað.
Hóast sólin ikki hugdi fram, so vóru umstøðurnar hóast alt góðar. Lítil og eingin vindur var og tað gjørdi at væl bær til at spæla strandaflogbólt í fjørðuni í Havn.
Vit spurdu høvuðsfyrireikaran Líggjas Høgnesen um hann var nøgdur við kappingina.
? Jú, eg eri stak væl nøgdur. Tað gekk alt, sum tað skuldi, sjálvt um tað hevði verið stuttligari um sólin hevði verið frammi, sigur hann.
21 lið høvdu teknað seg til kappingina; 9 manslið og 12 kvinnulið, men tá menninir skuldu byrja komu trý lið afturat og tí luttóku 24 lið í kappingini.
Hvussu leingi hava tit arbeitt við hesi kappingini?
? Vit royndu at gera eina slíka kapping seinasta ár, men tíðin var ikki til tað. Síðan gjørdu vit av at royna í ár ístaðin og tað eydnaðist til fulnar, sigur Líggjas.
? Men tað hevði ikki eydnast so væl um vit ikki fingu tann stuðul vit hava fingið frá teimum báðum høvuðsstuðlunum MBM og Føroya Bjór, leggur hann afturat.
Hevur hetta givið tykkum mót uppá at gera fleiri kappingar av hesum slagnum?
? Ja, so avgjørt. Nú hava vit útgerðina tøka til at spæla »beach« og tí verður tað nógv lættari at skipa fyri tílíkum kappingum í framtíðini.
Hvar verða tær næstu kappingarnar?
? Tað dugi eg ikki at siga. Av tí at umstøðurnar í Sandágerði eru so góðar, og tað er her teir flestu okkara eru, so er hugsandi at tað verður í Havn, men í Leynum er eisini møguligt at spæla uttan teir stóru trupulleikarnar, so tað kann hugsast at vit pakka bilin onkran góðan leygardag og fara norðeftir. Í Gøtu er eisini sandur, men eg eri ikki greiður yvir um tað ber til at spæl har yvirhøvur.
Hvat hava tit fingið burturúr kappingini leygardagin?
? Vit hava víst, at tað ber til at spæla »beach« í Føroyum, uttan stórvegis trupulleikar. Bara veðrið er til tað. Og so rokni eg við at vit hava nakað í gongd í hugaheiminum hjá føroysku flogbóltsleikarunum, sum ger at vit fara at síggja fleiri og fleiri íðka hesa ítrótt, sigur Líggjas Høgnesen sum at enda takkar øllum fyri fíggjarliga stuðulin.
? Uttan teirra hjálp hevði kappingini ikki verið møgulig, sigur hann