Vinnuligir karmar - samandráttur

Framhald og samandráttur frá greinum í Sosialinum tann 24/6 ?Vinnuligir karmar??, tann 25/6 ?Vinnuligir karmar - orka?, tann 26/6 ?Vinnuligir karmar - leiðsla?, tann 27/6 ?Vinnuligir karmar - vitanarinfrastrukturur? og tann 30/6-1998 ?Vinnuligir karmar - politisk ráðgeving?

Vit eru komin inn í eina ónda ringrás, hava start okkum blind uppá alt tað, sum vit halda var gjørt skeivt í 80-unum, hóast tað var í 90-unum vit gjørdu skaðan, serliga tey seinastu árini.

Hendan ónda ringrásin endar í eini vitanarfellu, sum er væl truplari enn nøkur rentufella at lyfta seg uppúr.

Í hesum leiki hava vit mist takið á modernaðu vinnukarmunum, sum vit annars eftir tógvið stríð í 50-unum, 60-unum, 70-unum og inn í 80-ini høvdu bart okkum framá við framskygni, hegni og einum stálvilja til framburð - umframt dýrt keyptar royndir!

Enn er ikki ov seint, men tíðin arbeiðir ímóti okkum og umheimurin fer undan okkum við stórari ferð á vinnuliga økinum.

Eitt modernað vinnuligt umhvørvi finst sambært kanningum M. Porter?s, har virkir eru í harðari altjóða kapping, hava lætta atkomu til stuðlandi virksemi, hava lætta atkomu til kunnleika á høgum støði og virka millum kræsnar keyparar.

Vit hava møguleika at finna orku til hetta arbeiði, vit hava møguleika at finna leiðslu, vit hava møguleika at skapa ein vitanarinfrastruktur og vit hava møguleika at skapa karmar um eina fjølbroytta politiska ráðgeving. Amboð, sum eru neyðug til tess at skapa omanfyrinevndu karmar.

Sum tað er lýst í áðurnevndu greinum, so kunnu hesi amboðini samansjóvast í tað eina amboðið: ein útreiðslu- og kunnleikaoptimalum almennum sektor.

Eingin sigur, at uppgávan er løtt, men hon er neyvan eins tung, sum tað má hava verið í 50-unum langt inn í 80-ini at byggja upp frá grundini bæði fíggjarkervi, sølulið, framleiðslulið, skip, læruskipanir, vegir, havnir, el o. m. a, alt meðan tann einstaki hevði ilt við at fáa endarnar at røkka saman.

Vit eru á eini kós, har vit helst koma til at oyðsla í hundraðtals mió. kr. árliga í tí almenna bygnaðinum, sum lýst í greinini um orku. Hesa orkuna hava vit ikki!

Tað er ein orsøk til, at tann almenni bygnaðurin má standa ovast á breddanum, tá vit viðgera spurningin um karmar fyri modernaðari vinnu.

Skulu vit skapa leiðslukarmar um eina modernaða vinnu, so mega vit gagnnýta leiðsluorkuna og leiðslumøguleikarnar sum frægast, sum lýst í greinini um leiðslu. Stórur partur av hesi orku og hesum møguleikum liggja í tí almenna sektorinum.

Tað er onnur orsøkin til, at tann almenni sektorurin má standa ovast á breddanum, tá vit viðgera spurningin um karmar fyri modernaðari vinnu.

Skulu vit skapa vitanarkarmar um eina modernaða vinnu, so mega vit uppbyggja ein vitanarinfrastruktur, sum lýst í greinini um vitanarinfrastruktur. Stórur partur av hesum má innbyggjast í arbeiðið í tí almenna sektorinum.

Tað er triðja orsøkin til, at tann almenni sektorurin má standa ovast á breddanum, tá vit viðgera spurningin um karmar fyri modernaða vinnu.

Skulu vit skapa politiskar karmar um eina modernaða vinnu, so krevst ein fjølbroytt politisk ráðgeving, sum lýst í greinini um politiska ráðgeving.

Tað er fjórða orsøkin til, at tann almenni sektorurin má standa ovast á breddanum, tá vit viðgera spurningin um karmar fyri modernaða vinnu.

Serliga áhugavert er hetta, tá vit hava í huga, at nógv bendir á, at tað ber væl til at bøta um tann almenna sektorin við atliti til hesi fýra: orkuna, leiðsluna, vitanarinfrastrukturin og politisku ráðgevingina við á leið somu tiltøkum.

Nógv bendir á, at tað ber til at samansjóva hesi fýra atlitini í somu ætlan!

Mong munnu hava sett sær spurningin um, hví eg síðani 1994 havi víst á tann almenna sektorin, sum kjarnan í spurninginum um vinnuligar karmar. Onkur hevur helst havt sínar illgit-ingar.

Í veruleikanum er tað sera trupult at seta orð á hetta. Ein hevur ikki lærubøkur ella útlendska gransking, sum ein beinleiðis kann halda seg til.

Teirra fortreytir og trupulleikar eru heilt øðrvísi og tað eg veit er eingin, sum veruliga hevur viðgjørt spurningin um vinnuligar fortreytir í einum so lítlum, mentunarliga, málsliga og geografiskt avbyrgdum samfelag, sum Føroyar er.

Hetta kenna vit eisini á okkum, tá útlendskir ?serfrøðingar í Føroyskum viðurskiftum? gera seg galdandi: hóast tað helst er gott skil í tí teir siga, so kenna vit á okkum, at okkurt vantar.

Mín varhugi er, at tað eru sjálvar høvuðsfortreytirnar, sum fyri tey helst eru so sjálvsagdar, at tey neyvan koma til hugs, at tær ikki eru til staðar.

Tað eru helst tey, sum enn ivast í, um tað veruliga er neyðugt at fara undir slíkt stórverk, sum tað tykist vera at rudda upp og skipa ein almennan bygnað við vinnuligum karmum fyri eyga. Mong vóna helst, at tað ber til fyriuttan.

Eg ivist í um tað yvirhøvur ber til at skapa karmar um eina modernaða vinnu í Føroyum anno 2000 uttan at lyfta hesa byrðuna við orku og møguleikum, sum liggja í tí almenna bygnaðinum!

Ella hava vit eitt boð uppá, hvussu vit annars kunnu fáa hesar nevndu karmar at virkað?

Ella stinga vit høvdið í sandin, og halda at slíkir karmar eru ikki neyðugir hjá okkum, hóast teir eru neyðugir aðrastaðni? Halda vit, at tey í øðrum londum oyðsla við sínum kreftum til slíkt, sum als ikki er neyðugt?

Eg ivist!

Sum demokratiskur limur í føroyska samfelagnum noyðist eg tí at halda fast við setningin um, at kjarnan í tí føroyska bygnaðartrupulleikanum er bygnaðurin í tí almenna sektorinum.

Vegna mína demokratisku skyldu noyðist eg at orða hetta.

Við vón um, at nytta kann fáast burturúr tí arbeiði, sum gjørt er.


virðiliga

Signar P. Heinesen