hvat hann sum listamaður metir sum eina ta størstu hending i hesi øldini. - Hatta er ein øgiliga trupul spurningur. Innan listina er hent nógv. Tá eg kom aftur av listaskúla í Keypmannahavn í 1966, var ringt [...] ein peningavirði, so er tað kanska minni, enn tá. - Tað er, sum tað hendir aðrastaðni fyrst. T.d. í Danmark. Har hava eittnú kommunur tikið seg saman og bøtt um sjónleikarhús. Tað er, sum eru vit eftirbátar [...] Zacharias. Føroysk list er ikki stórt meira enn 100 ár, men Zacharias metir vón vera fyri framman, nú vit fara inn í nýggja øld, tí so nógv er hent farnu 100 árini. - Men tað er ringt at rokna út, hvussu
annað enn, at tað er væntaði vinningurin av søluni, sum ásetur útgávutíðina. Og tað er heilt givið, at sumt verður eisini merkt av hesum. Tí tað er eingin ivi um, at ikki alt í hesi rúgvuni er líka gott. Men [...] hava jú frælsi til næstan hvat sum helst. Talifrælsi, skrivifrælsi og so víðari. Tó er ikki líkt til, at vit hava frælsi til at ummæla føroyskar bøkur og kanningar av aldarinnar persónur. Og tað er í grundini [...] tey fara bara at finna upp á okkurt at siga um meg. Nei fyri frið skuld er best at lata vera. Men tað er heilt sikkurt, at hatta var nakað forferdiligt lort, sum kom út til jólar. Tavavist.« Og so koma
at hava fólk at ráða yvir okkum, sum bert gera mistøk. Hvat er so hetta mistakið? ? jú eitt ár 2000 problem, sum als ikki er til ? so lætt er tað, at billa okkum okkurt inn. Hví lat Helena Dam á Neystabø [...] saman og samanber, so er pensiónin farin niður við ca. 300 kr eftir nýggju skipani, og tað hevur als einki við skatt at gera, hvar er so logikkurin ? Helena Dam á Neystabø hevur jú jukað um, at pensionistarnir [...] Neystabø dámar so væl at greiða fólki frá, at vit hava ikki ráð til at gjalda pensiónir, jú tað hava vit ráð til, tað er bert ein spurningur um prioritering, hví skulu pensionistarnir altíð koma upp í part
greinina hjá Jógvan við Keldu í Dimmalætting í gjár. So hatta var eitt bluffnummar, ein óvitaslig roynd at skøva út yvir egnu politisku ómegd. Sannleikin var jú tann, at tað var ein maður, sum kundi syrgt fyri [...] vit fullmannaði, so hevði uppskotið fingið 14 atkvøður fyri, men framvegis 18 ímóti, so einfælt er tað. Tað er samgongan, incl. Hergeir Nielsen, sum ger av, hvat verður samtykt og felt - eisini tá tað snýr [...] brúkar so nógvan ?diskant?, sum Torbjørn. Lurtarin kann tá sjálvandi sita við einari kenslu av, at her er talan um ein mann, sum veit, hvat hann vil. Sum danir siga ?en handlingens mand?. Hesin fer ikki at
bygdasamfelagið er í størsta vanda. Ungi miðvingurin, sum fiskimaðurin, arbeiðsmaðurin, einkjan o.s.fr. sendu á skúlabonk, kemur ikki aftur í bygdina, tá hansara útbúgving er frá hondini. Tað er ikki her, at [...] vit skulu ikki bara biðja um hetta og hatta, vit skulu fyrst verða búgvin sjálvi at geva. Og minst til: Tað er ikki at geva, tá tú væntar tær okkurt afturfyri. Tá er tað forrætning. Framvegis eina góða nátt [...] hugsandi við bíbliuni í hond. Hetta er ókristiligt so tað munar. Høvdu Jesus við sær Tað, sum vit vita um gamla føroyska samfelagið og Gudstrúnna - Jesu evangelium -, er ein innilig, markleys trúgv og álit
Dømið um hetta vikuskiftið er helst illa valt, men tað er kortini nakað sum vanliga er galdandi, tá tað snýr seg um at siga sína hugsan um nakað, sum er aktuelt. Landið er so pinkaevarska lítið, at tú [...] renna teg beint í tann persónin, sum tú júst hevur givið eitt lemjandi skoðsmál. Tí er best at skansa seg aftanfyri, »jú hatta var fínt«, »mær dámdi væl«, »frálíkt«, »gott!« og slík lítið og onkisigandi orð [...] ummælarin er sakligur, uppbyggjandi; men sjálvandi, er atfinningarsemi lemjandi bara fyri at vera lemjandi, ella enn verri: háandi, so hjálpir tað ikki tí skapandi menniskjanum yvirhøvur. Soleiðis er ein bara
Olsen Veðrið er av tí fagrasta henda januarmorgun, ið myndamaður og eg royna at finna eina leið inn í bakaríið hjá Frants Restorff í Havn. Inngongd er omanfyri frá M. Heinasonargøtu, men hurðin er læst. Vit [...] Amariel er fegin at síggja okkum og beinanvegin er prátið í gongd. Hann koyrir rullugardinurnar upp og letur eitt sindur av dýrdarveðrinum innar og hevur góða veðrið á munni - hvussu vakur fjørðurin er. Amariel [...] Nólsoynna. Og kanska ein bát. Amariel ferðast nógv til Mikladals, og er tað Mikladalur, ið er grund undir mongum av náttúrulýsingunum. - Hatta við trænum. Tað var einaferð, eg var á veg vestur í Vágarnar. Onkur
píkatráðin og mælti: ?Hatta skulu tit einki leggja í, boys. Nú eru tit endiliga fríir.? Avmarkað fólkaræði er andsøgn í sjálvum sær. Ein skipan við fólkaræðiligum eyðkennum, sum er galdandi á serstøkum [...] hevur ført fram slíkt, ið er satt, uttan at seta tað í rætt høpi. T.d. verður sagt, at Danmarks Riges Grundlov er galdandi í Føroyum, og at ríkisrættarliga støða Føroya er ásett í henni og í heimastýrislógini [...] okkum greitt, at samfelagsmoralur er týdningarmesta fortreyt fyri fólkaræði.Yvirhøvur ber til at seta fram hesa meginreglu í tí Harrans ári 2000: Er fólkaræði veruleiki, so er fremsta politiska uppgáva borgarans
fiskivinnuni. Tað er uppskotið frá ráðnum um, at fiskidagarnir í framtíðini skulu seljast á uppboði, sum serliga hevur fingið reiðarar at vakna við kaldan dreym. Ein teirra er Bjarti Mohr, sum er stjóri í fyritøkuni [...] byrðu. Men skilir tú ikki grundgevingina um, at tilfeingið er ogn Føroya fólks? ? Jú, men tann skipan, sum vit hava í dag, er kanska besta trygdin fyri, at so stórur partur av Føroya fólki fær gagn av ti [...] gin frá Búskaparráðnum kom, er, hvør skal gjalda fyri fiskidagarnar. Enn er hann ikki komin til eitt svar, tí tað heldur hann vera sera torført. ? Hýruparturin í Føroyum er tann dýrasti í heiminum, og
verður boðin í hesum døgum. Er tað ikki eitt hol, niðanfyri ella omanfyri vatnskorpuna, sum er trupulleikin, so er tað vandin fyri at verða avskorin frá umheiminum, tí peningur ikki er tøkur at røkja skipini [...] fullveldi? Tad eru tit jú eisini um at forpurra. »Tit suðringar plaga ikki at klynka« var tad ikki nakad soleidis ein kendur havnamaðir segði herfyri. Ein sannroynd er tað, at hetta er ein roynd at geva Suðuroynni [...] Suðuroyingar als ikki vita, um teir hava fart framyvir. Nú er bert eftir at vóna, at eingin hevur sjúkrahjálp fyri neyðini, tí sum skilst er tað einans av náði og hjartaligari góðheit frá ávísum persónum