Seinasta vikuskiftið stóð - fyri nú at nýta hansara egnu orð - í Williamsa tekni. Hóast vit ikki dugdu at virða flogvitið nóg nógv, meðan hann enn var millum okkum deyðiligu, duga vit kortini at virða hann nú, hann er vorðin ódeyðiligur.
Misskil meg nú rætt, nógv hava virt stjørnuskaldið, meðan tíð enn var, men tað munnu vera fleiri enn eg, sum fingu at vita í skúlanum, at William Heinesen las man ikki í føroyskum, tí tað var ikki føroyskt; við tí úrsliti, at man kom gjøgnum 12 ára skúlagongd uttan at hava lisið William, um ikki av eintingum.
Men tað var ikki beinleiðis William, eg vildi tosa um, tað vil eg lata tey um, sum vita meira enn eg, men nakað eg kom at hugsa um eftir hetta vikuskiftið, tá øll so óført róstu øllum, ið gjørt var burturúr hátíðarhaldinum. Sjálvandi, hesaferð man tað hava verið av røttum at róst varð, men kortini løgið. Her í landinum, har vit vanliga bara kunnu semjast um at vera ósamd, hví eru øll so samd? Ella vóru bara tey samdu spurd? Ella tordi ongin annað?
Kanska liggur sannleikin mest í tí seinna. Ongin torir alment at siga, at honum/henni ikki dámar nakað, sum øllum øðrum dámar. Dømið um hetta vikuskiftið er helst illa valt, men tað er kortini nakað sum vanliga er galdandi, tá tað snýr seg um at siga sína hugsan um nakað, sum er aktuelt. Landið er so pinkaevarska lítið, at tú veitst, at tú um ein tíma ella tveir kanst koma til at renna teg beint í tann persónin, sum tú júst hevur givið eitt lemjandi skoðsmál. Tí er best at skansa seg aftanfyri, »jú hatta var fínt«, »mær dámdi væl«, »frálíkt«, »gott!« og slík lítið og onkisigandi orð. So kunnu vit eisini dagin eftir hygga listarfólkið í eyguni og heilsa góðandag á gøtuni. Fyri tann, sum hevur lagt lív og sál í eitt skapanarverk, er tað sjálvandi hugaligt ikki at verða hálshøgdur, men munnu nógv ikki kortini sita eftir við einum mjølvutum smakki í munninum og hugsa: »guviti hvussu illa ella væl hasin veruliga dámdi tað, eg gjørdi«, ella »guviti hvat hann yvirhøvur fekk við av tí?«
Afturat fjøldini av onki-sigarum, eru so eisini hini, ið halda seg verða djørv, tí tey tora at jarðleggja tað neyðars listafólkið. Tey »tora« at traðka arbeiði hjá teimum skapandi niður í rununa, og koma við lemjandi atfinningum, tíverri ofta tí tey ikki skiltu verkið ella ikki settu seg nóg væl inn í tað. Og alt ov ofta eru tað listafólkini, sum verða ummæld, og ikki verkið. Har størri rásarúm er, kunnu ummælarar verða í leikluti sínum sum bara ummælarar, siga sína hugsan uttan at stúra fyri hvørki at finnast at ella rósa, bert greina listaverkið eftir førimuni, og seinni verða dømdur bara eftir síni umfatandi (ella vantandi) vitan um umtalaða evnið.
Í Føroyum ber hetta heilt einfalt ikki til, hvussu fegin vit enn vildu tað, tí tað menniskja, sum skapað hevur verkið, er okkum altíð nær onkursvegna, um ikki bein-leiðis í skyldskapi, so altíð í tíð og stað. Tí vil greining okkara altíð onkursvegna verða litað av persónligu vitan okkara um tað menniskja. Tú noyðist at vanda tær um meiningarnar, - tú skalt vanda tær um meinginarnar, tí eitt ummæli verður her altíð tikið sum persónlig atfinning og ikki bara faklig atfinning, og eitt listafólk er ikki minni nærtikið enn vanlig fólk, helst tvørturímóti, tí tað útstillar alment sítt innasta í listini.
Ein atfinningarsom umtala er ikki bara ring, tað veldst um hvussu grundgivið verður fyri tí, - um ummælarin er sakligur, uppbyggjandi; men sjálvandi, er atfinningarsemi lemjandi bara fyri at vera lemjandi, ella enn verri: háandi, so hjálpir tað ikki tí skapandi menniskjanum yvirhøvur. Soleiðis er ein bara positiv umtala heldur ikki til aðra hjálp, enn til kanska at stuðla, men tað kann eisini verða neyðugt av og á. Kanska hevði tað verið klókari at bara ummælt nakað, har tú í hvussu so er eisini hevði nakað gott at siga, - tað hevði kanska verið tað besta prinsippið at gingið eftir her í okkara lítlu verð? Hví særa fólk óneyðuga, ella skamrósa teimum?
Forlagið Fannir hevur akkurát givið út bók, har Stjørnuskaldið undir Varða júst ummælir samtíðarlistafólk síni við einum hjartalagi, ið allarhelst man hava hjálpt nógvum ungum listafólkum áleiðis. Hetta er kanska tann besta lærubók nakar ummælari kann fáa...
Purruterta til sína tíð og stokt riv til sína tíð, og onga viðmerking, takk.