Tann ið ikki grenjar ger ov lítið

Bakaríið hjá Frants Restorff er karmur um nógv virksemi. Ikki bert breyð, rundstykki og annar bakstur sær dagsins ljós har. Á loftinum húsast 3 listamálarar og ein teirra er Amariel Norðoy, sum í maj sýnir fram á Skt. Gertrud í Keypmannahavn fyri 20. ferð

Dagfinn Olsen


Veðrið er av tí fagrasta henda januarmorgun, ið myndamaður og eg royna at finna eina leið inn í bakaríið hjá Frants Restorff í Havn. Inngongd er omanfyri frá M. Heinasonargøtu, men hurðin er læst. Vit ganga inn ígjøgum bakaríið og fyrikomandi bakarasveinar vísa á einar trappur upp á ovaru hæddirnar.

Vit hava sett listamálaranum Amariel Norðoy stevnu. Hann húsast sjálvur triði á loftinum í hesum húsunum. Hinir eru Kári Svensson og Eyðun av Reyni.

Á fyrstu hæddini hongur eitt útklipp á hurðini, har Amariel verður lýstur. Vit fara ikki longur upp, men fara innar.

Amariel er fegin at síggja okkum og beinanvegin er prátið í gongd. Hann koyrir rullugardinurnar upp og letur eitt sindur av dýrdarveðrinum innar og hevur góða veðrið á munni - hvussu vakur fjørðurin er.

Amariel er spentur. Hvørt ár í maj, tá sólin kemur fram og Bakkin letur upp, hevur hann framsýning í Gallarí Skt. Gertrud tætt við Strøget í Keypmanna-havn. Soleiðis hevur verið í mong ár og í ár verður 20. framsýningin.

- Árið byrjar altíð so ruddiligt. Men so koma framsýningarnar. Nú verður eisini Várframsýningin. Alt kemur í einum ellibita, sigur Amariel.

Men eingin ivi um, at hann gleðir seg til í maj. Vanliga hava tónleikarar spælt, tá latið verður upp í Skt. Gertrud og tað væntar Amariel eisini verður hesaferð, tí okkurt serstakt má gerast burturúr 20. framsýningini.

Tey, ið? áður hava sett dám á eru t.d. Annika Hoydal, Jógvan Telling og Lív Dam, Karsten Vogel, Sunleif Rasmussen og Ólavur Jacobsen.


Byrjanin

Hetta við, hvussu alt byrjaði, tímir Amariel illa at tosa um, tí tað er skrivað upp og niður um tað. Kann t.d. lesast í bókini um hann, sum Norðurlandahúsið gav út í 1997 og sum Jógvan Isaksen skrivaði.

Útlærdi skipasmiðurin, ið er føddur í Klaksvík í 1945, vil heldur práta um tað, ið nú hendir og vísa fram myndir og skitsur.

Men hann sleppur ikki heilt undan og ger í skundi ein samandrátt.

- Eg plagi at greiða frá byrjanini soleiðis, at Bergur - systkinabarnið - helt sínar penslar vera ov lítlar og tí fekk eg teir, smílist Amariel og letur okkum vita, at hetta er kanska ikki allur sannleikin.

- Men, sum eg áður havi sagt, so vóru tað t.d. myndirnar hjá Williami Heinesen í lesibókunum, ið høvdu árin á meg, sigur Amariel, sum frá barnaárum hevur teknað og sum longu 20 ára gamal fekst við at mála og í 1976 fór hann á listaháskúlan í Keypmannahavn, har hann m.a. hevði lærararnar Sven Dalsgaard og Robert Jacobsen.

Skal í stuttum takast samanum listina hjá Amariel Norðoy, so ganga 4 myndevni aftur. Tey eru útróðrarbáturin, Mikladalur, eitt træ og Havnin og Nólsoyarfjørður. Um hetta við bátinum kemst av, at hann sjálvur er bátasmiður, skal her standa ósvarað, men báturin sæst aftur í nógvum av myndunum. Í bókini um Amariel verður sagt, at deksbáturin hevði stóran týdning í tilveruni heima hjá teimum, tá hann vaks upp í Klaksvík. Myndirnar úr Havn vísa ofta húsatekjur, Vesturkirkjuna, Vestaru Vág, fólk og Nólsoynna. Og kanska ein bát. Amariel ferðast nógv til Mikladals, og er tað Mikladalur, ið er grund undir mongum av náttúrulýsingunum.

- Hatta við trænum. Tað var einaferð, eg var á veg vestur í Vágarnar. Onkur hevði kanska forsovið seg í Kvívík og bussurin koyrdi oman. Har sá eg træið, sigur Amariel, sum rættiliga tók træið til sín og nýtir tað í nógvum myndum.


Eiga at grenja

- Tá eg kom niður á listaháskúlan, bleiv alt eg hevði lært, ella tað eg dugdi, pilkað burtur, sigur Amariel.

Í bókini endurgevur Jógvan Isaksen Amariel fyri at siga, at »Tá ið man uppdagar, hvussu býttur man er, tá er stuttligt at vera til«.

- Men tað hevur eisini stóran týdning at koma í eitt umhvørvi. Tá var nógv provokatión. Ein skuldi klaska uppá og endiliga ikki tekna eftir nøkrum. Men eg hevði verið ígjøgnum alt hatta. Tá vit málaðu skip og bátar á skipasmiðjuni hjá Kjølbro, tá gjørdu vit ofta slíkt til stuttleika, greiðir Amariel frá við stórum rørslum, fyri at vísa tey villu strokini eftir skipssíðuni.

- At ganga á grafiska skúlanum var stuttligt og áhugavert. Ein lærdi nógv. Kanska brúkar ein ikki alt, men tað er gott at hava í bakhøvdinum, tí kanska ein fær brúk fyri tí seinni, sigur Amariel, sum fegnast um nýggja grafiska verkstaðin í Listaskálanum.

- Ein skal vera opin fyri listini. Tað nyttar ikki at ganga lukkaður ígjøgnum. Men tað er ein partur av lívinum at grenja. Soleiðis eru vit menniskju. Keypa vit breyð og ost, so er osturin kanska ikki nóg ræstur. Soleiðis eru vit. Tann, ið ikki grenjar, ger ov lítið, hugleiðir Amariel.

- Føroyar eru sum ein dropi. Ein kann hyggja í hann og síggja alt í senn, sigur Amariel, ið fegnast um, at í dropanum, ið nevnist Føroyar, eiga vit nú innan mangar listagreinar ungfólk, ið nema sær útbúgving. Hann heldur Norðurlandahúsið hava gjørt nógv, men eisini er ein hugburðsbroyting farin fram.

- Tað finnast veruliga mong, sum fáast við list. Eisini fólk, sum ein ikki helt høvdu áhuga í list. Men so hava tey alíkavæl loddað dýpið, tá tey kanska ikki hava havt tað so øgiliga gott sálarliga, hugleiðir Amariel og hevur sett seg meira afturá, eins og eygnabráið er álvarsligt og fjart.


Úti

Men júst sum vit sita og práta, kimar ein fartelefon. Báðir eru vit kvikir at tríva í lumman. Amariel finnur umsíður sína, tí hon er tað, ið ringir. Ein keypari, ið hevur bílagt ein málning til eina føðingardagsgávu ringir og fregnast. Jú, myndin stendur klár úti við hurðina, greiðir Amariel frá, meðan hann heingir hana á veggin, so eg síggi.

Landslag. Mikladalur. Amariel leggur á. Vit práta aftur og fram, men nú er ikki friður á honum. Við eitt reisist hann. Vísir mær eini 8 - 10 akvarell, ið hann júst hevur málað í Mikladali. Hann breiðir tey á gólvið. Bert ymisk sløg av ljósi, einki beinleiðis motiv.

- Nú máli eg ofta soleiðis. Sært tú? Hetta er á morgni. Tað gula og reyða.

Jú, eg síggi.

- Tá eg so komi aftur her á verkstaðin, so máli eg meira á. Landslag ella hús, sigur Amariel, sum á henda hátt rættiliga fær lýst huglagið í myndunum, frammum at konkretisera motivið.

- Tað sæst, at hetta er gjørt úti, staðfestir Amariel.

Vit fara yvir til mongu málningarnar. Fegin dregur hann teir fram. Mikladalur. Báturin

Vit kanna skitsur og leggja til merkis, hvussu somu rørslur ganga aftur í myndunum. Runda strokið niðast í myndini. Fjøllini. Fuglarnir og kanska báturin. Fuglar eru á sera nógvum myndum, staðfesta vit, tá vit kanna tær mongu skitsurnar.

Sjálvur metir Amariel ikki, at tað er nøkur forðan, at hann heldur seg so nógv til somu motiv.

Og tað sampakkar væl við tað, ið Jógvan Isaksen skrivar í bókini um Amariel: »...líkasum ein rithøvundur í stóran mun skrivar somu bókina umaftur og umaftur, so málar listamálarin tann sama málningin. Roynir at arbeiða seg longri og longri inn í myndina, roynir at lokka nýggj brigdi fram, meðan evnið bara í einstakum føri hevur nakað at týða«.


Fleiri í senn

Her, millum mansmyndir, Mikladal, bátar og myndir við útsýni yvir Vestaru Vág, har hann áður helt til, starvast Amariel. Fyri at halda seg í gongd, arbeiðir hann við fleiri málningum. Má hava fleiri í gongd í senn og eisini blank lørift klár.

Fyri framman eru fleiri framsýningar og avbjóðingar til listamannin, sum hevur sýnt fram í øllum norðanlondum, Týsklandi og í USA í 1982.

- Tað eru sýningar í útlondum, sum ger, at ein kann eksistera, sigur Amariel Norðoy.

Amariel vendur aftur til málningin, ið skal avheintast til føðingardagsgávu.

- Aldrinum eri eg ikki bangin fyri. Bara man hevur tað gott, sigur listamálarin við bláu og grønu myndunum, ið hava reytt og gult og annað ímillum. Sundurpettaðar myndir, ið er settar samanaftur. Sum mosaik.

Eins og deiggj verður elt í niðastu hædd, so eltur málarin á 2. hædd. Vevjast má, til tað rætta kemur fram. Sum breyð fara myndirnar í 1000 molar. Men so setir hann tær saman aftur í alskins litum.

Men í nótabókini hjá Amariel er høvuðstónin bláur. Og hóast blues ofta er syrgiligt grenj, so grenjar hann ikki, hóast tað at grenja er partur av lívinum. Til tess eru avbjóðingarnar ov nógvar og spennandi.