Russland vil styrkja samstarvið við Iran.
- Vit eru til reiðar at styrkja samstarvið við Iran á øllum økjum.
Tað siga tey í Kreml í dag.
Stjórnin í Moskva hevur tøtt sambond við myndugleikarnar í iranska høvuðsstaðnum, Teheran.
- Tá USA og Ísrael fyrr í ár lupu á kjarnorkuskipanir í Iran, førdømdi Russland álopini, veit NRK at siga í dag.
Síðan Russland leyp á Ukraina fyri hálvum fjórða ári síðan, hevur Iran verið dyggur veitari av dronum til Russlands.