Tá ein hoyrir Hergeir Nielsen á tingsins røðarapalli, dugur hann sum fáur, á góðum føroyskum sjálvandi, at velja sær orðini, sum bæði eru litføgur og mergjaði. Í grundini líkist hann ikki sørt partamanni sínum Torbirni Jacobsen, tó hann ikki brúkar so nógvan ?diskant?, sum Torbjørn.
Lurtarin kann tá sjálvandi sita við einari kenslu av, at her er talan um ein mann, sum veit, hvat hann vil. Sum danir siga ?en handlingens mand?. Hesin fer ikki at geva skarvin yvir við tað fyrsta.
Men hyggja vit so eftir, hvussu væl sami løgtingsmaður hevur spælt síni kort í málinum um Suðuroyar Sjúkrahús, so verða øll, sjálvandi serliga suðuroyingar, stórliga skuffaði. Har hendi snøgt sagt einki, bert føgur orð, men eingin gerð.
Í Sosialinum í gjár roynir Hergeir Nielsen at bjarga tí í land, sum hann heldur stendur til at bjargast. men neyvan nakrantíð er Hergeir Nielsen komin so jánkasliga frá einum aftursvari, har hann krøkir seg til illgitingar, ósannindir og ósakligar niðurstøður.
Hann leggur fyri við, so sum Óli Breckmann mangan áður hevur gjørt, at leggja Javnaðarflokkin undir bæði líkt og ólíkt. Men hví skulu hesir báðir ultrakonservativu liberalistar ikki eisini líkjast á skrift? Tað fær illa verið øðrvísi.
Síðan tekur hann enn einaferð fram sítt egna bluffnummar við uppskotinum til eina eykajáttan til Suðuroyar Sjúkrahús. Fyrst sigur hann, at eg fekk eina áheitan um at standa saman við einum umboði úr hvørjum flokki sum uppskotsstilliar til uppskotið.
Eg fekk eitt nakið faks uttan nakra áheitan við nøkrum nøvnum, m.a. Jógvan við Keldu og Kára P. Højgaard og mínum egna. Trupulleikin hjá Hergeiri var, at hann hevði sent uppskotið upp á nakkan av teimum báðum samgongumonnunum og ivaleyst eisini øðrum, tí hvørgin samgongumaðurin vildi atkøða fyri og enn minni standa sum uppskotsstillarar. Bæði Jógvan og Kári ringdu til mín sama dag og søgdu, at teir vóru púra óvitandi um uppskotið hjá Hergeiri, og at støða teirra var óbroytt - teir atkvøddu ikki fyri og enn minni vórðu uppskotsstillarar.
Um Hergeir Nielsen og onnur vilja hava hetta staðfest einaferð aftrat, kunnu tey lesa greinina hjá Jógvan við Keldu í Dimmalætting í gjár.
So hatta var eitt bluffnummar, ein óvitaslig roynd at skøva út yvir egnu politisku ómegd.
Sannleikin var jú tann, at tað var ein maður, sum kundi syrgt fyri nóg stórari játtan til Suðuroyar Sjúkrahús, og hesin var Hergeir Nielsen. Um hann brúkti sína politisku lyklastøðu sum samgongumaður og gjørdi sum starvsfelagar sínir í Klaksvík, so hevði ongir trupulleikar verið.
Hergeir Nielsen kundi staðið fram og fyri einaferð skyld sett gerð aftan fyri síni annars vanliga vælvaldu orð, so fekk pípan heilt annað ljóð. Men tað megnaði hann ikki, og bluffnummarið við eykajáttanini hava vit øll gjøgnumskoðað. Hergeir átti kanska at farið til Klaksvíkar á skeið og lært, hvussu tingmenn í samgongu kunnu spæla síni kort skilagott.
Vágatingmaðurin Jóannes Nielsen saman við øðrum setti fram broytingaruppskot til Strandfaraskip Landsins, har eisini mánadagstúrurin hjá Smyrli kom við. Hvør, ið eigur æruna fyri hesum, tað veit eg ikki, men uppskotið fekk 23 atkvøður og varð samtykt. So tað ber enn til.
Sunnudagstúrin fingu vit ígjøgnum enntá sum andstøða í fíggjarnevndini, so tað skuldi tíansheldur borið til, tá ein situr í samgongu.
Síðan roynir hann at geva okkum í Javnaðarflokkinum skuldina av kleyvarskapi samgongunnar í pensjónsmálinum. Men ein og hvør kann lesa álitið frá minnilutanum i Trivnaðarnevndini og síggja ávaringarnar, sum andstøðan kom við um skilaleysa uppskotið, sum meirilutin ókritiskt gloypti heilum.
At enda og í yvirskriftini ger hann uppmøtingina hjá Javnaðarflokkinum á tingfundinum 22. des. til nakað heilt serligt. Men Javnaðarflokkurin skal ikki standa til svars fyri Hergeiri Nielsen um uppmøtingina, líka so lítið sum tað øvugta, men minnilutauppskotið í pensjónsmálinum fekk 12 atkvøður fyri og 18 ímóti. Vóru vit fullmannaði, so hevði uppskotið fingið 14 atkvøður fyri, men framvegis 18 ímóti, so einfælt er tað.
Tað er samgongan, incl. Hergeir Nielsen, sum ger av, hvat verður samtykt og felt - eisini tá tað snýr seg um eina eykajáttan til Suðuroyar Sjúkrahús.
Jóannes Eidesgaard
løgtingsmaður











