? at prógva ella mótprógva sjónarmiðum Zachariasar?

Øllum teimum, sum hava áhuga fyri føroyskum stjórnarmálum og sum ætla sær at greiða atkvøðu á komandi fólkaatkvøðugreiðslum og valum, fari eg at mæla til at lesa hesa spennandi og lættlisnu bók, sigur Sveinur Ísheim Tummasarson í ummæli av bókini hjá Zacharias Wang: Føroya á vegamóti

Zacharias Wang: Føroyar á vegamóti; Forlagið Stiðin, Tórshavn 1999.


Mæti týski rithøvundurin, Heinrich Bøll, sigur frá upplivingum sínum, tá ið hann var byrgdur inni í eini hermannalegu eftir seinna heimsbardaga. Hann varnaðist, at týskarar knappliga vóru farnir at hava ans fyri skemtisøgum ? í øllum førum tá ið útlendingar bóru tær fram. Ja, sjálvur Egelhect flenti, tá ið ameriski kapteynurin, sum stóð á odda fyri leguni, peikaði á píkatráðin og mælti: ?Hatta skulu tit einki leggja í, boys. Nú eru tit endiliga fríir.?

Avmarkað fólkaræði er andsøgn í sjálvum sær. Ein skipan við fólkaræðiligum eyðkennum, sum er galdandi á serstøkum samfelagsøkjum, og sum er sett í verk onkustaðni úr erva niður yvir eina tilvitaða tjóð, kann ongantíð skírast fólkaræðilig.

Umfatandi og dýrar kanningar, sum føroyski skattgjaldarin hevur goldið, viðgera ikki spurningin, um Føroyar eru innlimaðar í danska ríkið, nær tað er hent ? ella um heilt onnur skipan er galdandi.

Hvítabók tekur upp mong spennandi viðurskifti, men tá ið um fyrrverandi og núverandi ríkismørk føroyinga ræður, kemur Hvítabók til, at ymisk sjónarmið eru um hetta mál, og niðurstøða er eingin. Nú hevur ein borgari, sum hartil er stjórnmálafrøðingur, granskað hetta ivamál í mong ár, og tað tykist, sum tað eydnast at greiða fleiri og fleiri søguligar og stjórnmálafrøðiligar fløkjur við at byggja á hugsan hansara. Fyri jól gav hann út bók, ið greiðir frá broytingum í ríkismørkum føroyinga og broytingum í stjórnarskipan - frá landnámi til henda dags. Men áðrenn nortið verður við innihaldið, er neyðugt at víðka samfelagsvísindaliga rásarúmið.


Stjórnmálafrøði

og stjórnarmál

At ummæla fagrar bókmentir er ikki tað sama sum at ummæla vísindaligar ritgerðir. Ein sum ummælir eitt yrkingasavn tekur støðu til úrtøkilig og fagurfrøðilig fyribrigdi; men ein sum ummælir vísindaliga ritgerð verður at taka støðu til viðurskifti, sum eru meiri ítøkilig: Er ivamálsorðingin rímilig, tekur rithøvundurin upp tey týdningarmestu vandamál, sum teingjast evninum, og viðger hann tað, sum aðrir rithøvundar hava skrivað um evnið? Eru niðurstøðurnar grundaðar á skilvísa viðgerð av ivamálsorðingini og vísindaligar próvgrundir? Hóast vísindaliga ritgerðin lýkur allar treytir, er ikki vist, at niðurstøðurnar verða tiknar til eftirtektar, men tað er heilt annað mál. Um ein lækni, sum starvast á rannsóknardeildini hjá eini tubbaksfyritøku, skrivar eina vísindaliga ritgerð, ið prógvar at tubbakk er sera skaðiligt fyri heilsuna og drepir milliónir av fólki, fær tað helst onga aðra avleiðing enn, at hann verður sagdur úr starvi. Men harvið eru niðurstøður hansara ikki vístar aftur. Vísindaligt starv er nú so, at tað skal bera til at kanna, um próvgrundir og niðurstøður eru skeivar. Hagar til at gjørdar niðurstøður eru mótprógvaðar á sama skilvísa hátt, verða vit at góðkenna, at tær eru galdandi.


Ríkisstjórn við gomlum norskum heimildum

Í bókini ?Føroyar á vegamóti? verður endaliga prógvað, at Føroyar vóru partur av Noregs ríki frá einaferð í miðøld til 1814. Hetta vikast ikki, tí millumtjóðadómstólurin í Haag hevur dømt, at so var. Føroyingar, sum føddur vórðu fyri 1814, vóru tí norskir ríkisborgarar. Millumtjóðadómstólurin dømdi eisini, at viðurskifti føroyinga við kong broyttust ikki við friðarsáttmálanum í Kil 1814, tá ið medborgarar okkara í Noregi gjørdust borgarar í nýggjum ríki. Um føroyingar eftir hetta skuldu gerast danskir ríkisborgarar uttan at samtykkja hetta sjálvir, so máttu teir søkka niður á hjálandastig og missa rættindi síni fyrst, og síðani skuldi danska ríkið einvíst havt innlimað Føroyar og føroyingar ? men tað finst einki prógv fyri, at hetta er farið fram. Føroyingar hildu tí áfram at vera ríkisborgarar undir kongi sínum.Føroya Amt, sum varð sett á stovn 1816, hvíldi trygt á gomlum norskum heimildum, og tá høvdu Føroyar eisini verið í amtsskipanini í væl meiri enn hundrað ár ? bara uttan at vera serstakt amt. Tá ið eingi prógv eru at finna fyri einum uppáhaldi, so ber til at reka fram undir. Ríkisstjórnin hevur ført fram slíkt, ið er satt, uttan at seta tað í rætt høpi. T.d. verður sagt, at Danmarks Riges Grundlov er galdandi í Føroyum, og at ríkisrættarliga støða Føroya er ásett í henni og í heimastýrislógini. Zacharias Wang er samdur í hesum, men hevur greiða niðurstøðu: Grundlógin og heimastýrislógin eru galdandi í Føroyum sambært gomlum norskum heimildum, ið liggja hjá einaveldiskongi. Báðar eru dømi um, at einaveldiskongur hevur slakað fyri fólkaræðihugsanini á ávísum samfelagsøkjum ? tó uttan at fólkaræði varð sett á stovn ? og tær broyttu tískil einki ríkismark.Tí er tað skeivt, sum embætismenn í Føroyabólkinum hjá forsætisráðnum førdu fram undir krígnum, at danska grundlógin fekk gildi í Føroyum 5. juni 1849 (samstundis sum í danska ríkinum), tí Føroyar longu vóru partur av danska ríkinum. Nei, hon var ikki galdandi fyrrenn 1850, tá ið einaveldiskongur læt embætismenn sínar lýsa hana her ? og tá sum lóg, ikki grundlóg. Og heimastýrislógin varð ikki galdandi í Føroyum, tá ið hon varð lýst í danska ríkinum, men tá ið kongur læt embætismenn sínar lýsa hana í Dimmalætting ? v.ø.o. hesumegin ríkismark.Tá ið Fólkaítakið fyri Tjóðfundi setti fram krøv um fult fólkaræði, læt einaveldisstovnurin (tá sum nú er suverænurin Margreta drotning) donsku ríkisstjórnina taka uppaftur áðurnevndu sjónarmið síni, sum eru røtt; men ríkisstjórnin sýtti fyri at svara spurninginum um grundleggjandi heimildirnar. Hetta hendi 14. septembur 1995, og tað førdi okkum út í eina konstitutionella kreppu.Danska ríkisstjórnin við Poul Nyrup Rasmussen á odda hevur mestsum tikið einaveldisdrottin av ræði og er løgst á heimildir hansara. Heimildirnar hjá øllum forsætisráðharrum í Keypmannahavn viðvíkjandi Føroyum hava verið norskar, og teir hava nýtt tær, uttan tó at nevna tær at navni. Poul Nyrup Rasmussen er hin fyrsti forsætisráðharri, sum beinleiðis vísir frá sær føroyskum krøvum, ið vísa til hesar norsku heimildir hansara. Føroyska sjálvstýrisrørslan hevur tískil skotið við síðuna av málinum mesta partin av síni tíð, og Fólkaítakið fyri Tjóðfundi má sigast at vera eitt nýbrot í føroyskum stjórnarmálum.


Fólkaræði sumhugmynd

Nú á døgum er fólkaræði so grundfest hugmynd í samfeløgum um okkara leiðir, at eingin stjórn kann liva við at fáa tað skoðsmál, at hon ger seg inn á hesa hugmynd. Bókin hjá Zachariasi Wang er ein serstakliga álvarsom ákæra frá einum borgara móti myndugleikunum í føroyska samfelagnum, báði í Keypmannahavn og Tórshavn. Ein ákæra um, at hesir myndugleikar á grundleggjandi hátt gera seg inn á fólkaræðihugmyndina og rættindi borgaranna.Bókin ?Føroyar á vegamóti? er ein stórur steinur oman á ta tungu byrði, sum liggur á donsku ríkisstjórnini. At hugsa sær: krevja valdið í føroyska samfelagnum ? og sýta fyri at leggja fram prógv! Skal hatta vera lagið, tá kann einhvør onnur ríkisstjórn koma við sama kravi, og tá livir bara hvør, sum sterkastur er. Bókin setir eisini krøv til sjálvstýrissamgonguna og flokkarnar aftan fyri hana. Hví skulu vit borgarar nú fara at stovna nýtt ríki, soleiðis sum samgongan vil? Hetta er sum at fara yvir um á eftir vatni, tí trupulleikin er ikki ríkismarkið mótvegis danska ríkinum, soleiðis sum sjálvstýrisrørslan hevur hildið. Trupulleikin er, at vit borgarar ikki hava fólkaræði, og at tað fullveldi, sum varð latið kongi fyri øldum síðani, er endað í hondunum á donskum tjóðskaparmonnum. Nútímagjørda einaveldisskipanin virkar ikki longur, tað nyttar einki at dagføra hana ? vit mugu hava nýggja skipan. Vónandi er hetta tað, sum samgongan fer at føra fram í samráðingunum við ríkisstjórnina í Keypmannahavn. Heilt einfalt eigur hon at fara niður eftir teimum gomlu norsku heimildunum og stovnseta føroyskt fólkaræði ? ikki eitt nýtt ríki. Og sambandsmenn og javnaðarmenn eru eisini komnir illa fyri av bók Zachariasar. Teir tykjast føra fram, at Føroyar eru innlimaðar í danska ríkið, og at samgongan nú skal skræða Føroyar leysar. Teir krevja kvalifiseraðan meiriluta. Men her hava sambandsmenn og javnaðarmennn sama trupulleika sum forsætisráðið í Keypmannahavn: Borgarin krevur, at tit vísa á, ja, prógva nær, hvar og hvussu henda innliman er farin fram. Megna tit tað ikki, eru tað tit sum vilja broyta grundleggjandi ríkismørk og innlima okkum í danska ríkið. Tað krevur undir øllum umstøðum kvalifiseraðan meiriluta. Uppskot sambands- og javnaðarmanna fáa valla undirtøku frá 75% av føroyingum, og so er bara ein møguleiki eftir at fremja tey: at halda áfram at vanvirða fólkaræðihugmyndina. Miðflokkurin er nýggjur flokkur, og tí man vera lættari hjá honum enn øllum hinum at gera borgarunum greitt, hvar hann stendur í hesum máli. Loksins mugu vit borgarar rannsaka okkum sjálvar og tey, sum hava sitið við umboðsvaldi í Føroyum uttan at skilja ella viðurkenna, hvør ið veruliga skipanin var. Vit mugu gera okkum greitt, at samfelagsmoralur er týdningarmesta fortreyt fyri fólkaræði.Yvirhøvur ber til at seta fram hesa meginreglu í tí Harrans ári 2000: Er fólkaræði veruleiki, so er fremsta politiska uppgáva borgarans at taka lut í kjakinum um at áseta og býta samfelagsvirði; men er tað ikki, má fremsta politiska málið vera at fremja fólkaræði.Eitt nýtt støði undir føroyskari nútíðarsøgu. Sum eg dugi at síggja, er tað, sum Zacharias Wang hevur lagt fram í bók síni, bara eitt støði undir víðari gransking. Tað eru óteljandi leysir endar, sum rithøvundurin hevur valt at lata hanga eftir. Hann hevur avmarkað evni sítt og kann tí ikki svara øllum spurningum; men tað er eingin ivi um, at niðurstøður hansara eru higartil besta grundarlagið fyri at skriva politisku nútíðarsøgu Føroya. Sumt av tí, ið verður viðgjørt í bókini, eigur eisini at elva til víðari kjak. T.d. ber til at spyrja, um kongur hevði loyvi til at taka aftur vald, sum hann hevði givið føroyska fólkinum í 1946. Tað kann hugsast, at allar gamlar skipanir vórðu tiknar av, tá ið Føroya Løgting varð upployst, og at heimastýrisskipanin var einvíst donsk. Tá er talan um danska tvangsinnliming, og tað er sera álvarsamt mál. Tó hetta má danska forsætisráðið gera greitt. So leingi tað ikki verður gjørt, stendur útlegging Zachariasar um gomlu einaveldisheimildirnar sterkari.Eitt annað mál, sum til ber at kjakast um, er spurningurin, um Grønland framvegis er innan gamla norska ríkismarkið saman við Føroyum. T.d. ber til at siga, at inuittarnir ikki eru beinleiðis arvtakarar til ríkisborgaraskapin hjá norrønu grønlendingunum. Um teir verða mettir sum koloniserað fólk, sum er innlimað í Danmørkina og hevur góðkent heimastýrisskipanina við fólkaatkvøðugreiðslu, so hoyra teir ikki við til argumentatiónina hjá Zachariasi. Hesum spurningi verða teir sjálvir at svara, men hetta ávirkar ikki niðurstøðurnar viðvíkjandi ríkismarkinum millum Føroya og Danmarkar.Zacharias Wang viðger sera leysliga fíggjarligu viðurskiftini millum Føroya og Danmarkar. Á hesum øki liggur nógv og bíðar eftir at vera grivið fram og viðgjørt, so tað kann verða, at okkurt av hesum ikki er heilt rætt. T.d. loyvi eg mær at ivast í, um Føroyar hava verið útreiðsla hjá ríkismyndugleikunum síðani 1877. Men heldur ikki hetta vikar høvuðsniðurstøðurnar í bókini.Vit hava fingið eina samanhangandi, stjórnmálafrøðiliga lýsing av støðu Føroya, sum á sín hátt greiðir tey viðurskifti, sum aðrar lýsingar hava latið staðið sum andsagnir ella barasta lopið um.

Ósamanhangandi og brotkenda útleggingin av stjórnarstøðu Føroya, sum higartil hevur verið, hevur nú loksins fingið ta avbjóðing, sum í veruleikanum átti at verið framsett fyri langari tíð síðani. Tey, sum bjóða seg fram til at hava politiskt vald í føroyska samfelagnum verða nú at byggja út sjónarmið síni, at mótprógva sjónarmiðum Zachariasar ? ella at taka undir við teimum. Øllum teimum, sum hava áhuga fyri føroyskum stjórnarmálum og sum ætla sær at greiða atkvøðu á komandi fólkaatkvøðugreiðslum og valum, fari eg at mæla til at lesa hesa spennandi og lættlisnu bók.