Tað er mær ein stórur heiður at standa her frammanfyri bygdarfólki mínum og øðrum, sum hava leitað sær higar hesa søguligu løtu. Á henda hátt kann eg ynskja tykkum øllum eitt gott nýggjár og alt gott í komandi tíð. Vit hava øll grund til at takka hvørjum øðrum hesa løtu, tí óansæð, hvussu ósamd onkur okkara kanska hava verið, so eiga vit altíð at líta aftureftir við tí positiva sinnalagnum, og tá finna vit avgjørt okkurt at takka fyri.
Júst hetta at kunna ynskja hvørjum øðrum alt gott, at kunna takka hvørjum øðrum, at fyrigeva hvørjum øðrum, eru vit uppald til í okkara mentan.
Kolveltingarmaður í 2000 ár
Fyri júst 2000 árum síðan føddist í Miðeystri eitt barn, sum fullkomiliga broytti alla mannahugsan. Barnið gjørdist heimsins týdningarmesti kollveltingarmaður. Lógin, strangleikin, hevndin, fordømingin, mannahatrið, klandrið og kríggini vórðu sópað av borðinum gjøgnum hansara boðskap. Tað sum fyrr var bygt á fordøming, hevnd, revsing o.s.fr. varð skift til kærleika, fyrigeving, virðing fyri medmenniskjanum, samhaldsfesti og samanhaldi heldur enn sundurlyndi og klandur.
Sjálvur fell hann fyri gomlu læruni, har revsing, mannahatur og harðskapur var mentanin.
Men læra hansara fór um allan heim og er høvuðsgrundarlagið undir mentan okkara, ja, næstan alla ta tíð, føroyska tjóðin hevur verið til.
Føroyar 1000 ár
Vit hátíðarhalda ikki bara almennu tíðarrokningina, 2000 ár eftir kristi føðing, men eisini kristningina av føroyingum fyri 1000 árum síðan.
Vit eru ótrúliga smálig
Vit vita, at í botn og grund eru vit menniskju ótrúliga smálig og intolerant. Tað er trupult hjá okkum at góðtaka hugsanina og góðu argumentini hjá øðrum. Vit kunnu tíverri eisini ásanna, at vit menniskju hava alt ov lætt við at misbrúka tað góða til at skapa okkum sjálvum makt, og so leggja vit sektin á, hvør líður undir maktgyrnd okkara. Soleiðis vóru eisini tey sokallaðu kristnu eftir Jesu tíð, bæði tann maktmikla katólska kirkjan, okkara lutherska kirkja og aðrar fraktiónir av kristindóminum. Tá hesi funnu útav, at kristindómurin hevði tak á fólkinum, so misbrúktu tey kristnu læruna til at vinna sær sjálvum makt og gloymdu boðskapin um frið á jørð, næstrakærleika, fyrigeving, mildni.
Maktgirndin
Forfedrar okkara fingu svørðið fyri bringuna, tá teir ikki góðviljaðir lótu seg doypa. Gleðiboðskapurin var ikki høvuðsmálið, men hvør, ið hevði maktina.
Soleiðis vórðu fólk eisini forfylgd, pínd og dripin, sum ikki fylgdu ?kristnu? makthavarunum í miðøldini, og soleiðis hevur mannaættin upplivað eina forfylging fyri og aðra eftir, upplivað kríggj og aðrar ræðuleikar í Jesu navni.
Ja, enn í dag uppliva vit, at sjálvt her hjá okkum fara maktgirndarmenn fram við ótespiligheitum og forfylgingum av øðrvísi hugsandi við bíbliuni í hond. Hetta er ókristiligt so tað munar.
Høvdu Jesus við sær
Tað, sum vit vita um gamla føroyska samfelagið og Gudstrúnna - Jesu evangelium -, er ein innilig, markleys trúgv og álit á Gud. Teir gomlu høvdu Jesus við sær, hvar teir enn ferðaðust - á útróðri, í haganum, í bjørgunum - ja, allastaðni.
Um teir altíð vóru so solidariskir, sum Jesus vil, um teir altíð settu seg í næstans stað og góðu honum annað, enn tað, sum fell av ríkamansborði, er ivasamt. Egoisman, sjálvsrættvísin, og maktgirndin eyðkendi væl eisini gamla føroyingin, eins og tað í alt ov stóran mun eyðkennir okkum, sum her eru í nátt.
Seinastu hálvthundrað árini
Vit, sum hava búleikast her tey seinastu hálvthundrað árini, eru óivað tey, sum upplivdu størstu broytingarnar.
Vit vuksu upp í einum spennandi kristnum umhvørvi. Kríggið var av og fólk fóru at taka til sín teir møguleikar, sum eftirkrígstíðin bjóðaði. Vit vóru við í skiftinum frá luxlampuni, primussinum, torvkomfýrinum til el-lampurnar, el-komfýrarnar, miðstøðuhitan o.s.fr.
Fiskimannakonurnar
Fiskimannakonurnar stýrdu tá einsamallar við hús. Tær høvdu børnini við sær á heiðina at røkta torvið, í bøin at bjarga hoynum, í veltuna at seta niður og taka upp epli. Tú hevði eisini sum barn ábyrgd av kríatúrunum saman við mammu tíni. Kúgvin skuldi hava hoyggj og vatn hvønn dag, hon skuldi mjólkast, og sópast skuldi eisini. Hønurnar skuldu ambætast o.s.fr.
Bar framtíðina
Føroyska kvinnan bar í grundini framtíðina inn í samfelagið, sum kenna í dag. Hon hevði ikki fyri neyðini at berjast fyri virðing. Hon bar sína ábyrgd við brattari bringu og rættum høvdi, tí uttan hana bar ikki til.
Kvinnan nýggjar avbjóðingar
Nýggja samfelagið gav kvinnuni nýggjar avbjóðingar. Nú var ikki nóg mikið fyri hana heima við hús. Samfelagið hevði ikki longur somu virðing fyri tí ?heimagangandi? konuni, nei, nú skuldi hon út á arbeiðsmarknaðin at gera nyttuna. Og nú var tað, at kvinnan varð noydd at berjast fyri javnstøðu og uppibornari virðing millum manna. Tað var ikki longur nógmikið, at maðurin vann peningin til húsarhaldið, nei, konan skuldi eisini bera sín part.
Kappdubbingin
Kappingin millum stórveldini eftir kríggið legði ikki minst grundarlagið undir ta veldigu broyting, sum ber okkum inn í nýggju øldina. Fyrsti sputningurin varð sendur út í rúmdina. Fyri at rúmdarmenningin og kappdubbingin kundi halda fram, og fyri at stórveldini alla tíðina skuldu kunna prógva vald sítt yvirfyri hvørjum øðrum, so var neyðugt við tøkniligari menning. Hetta bar okkum so fram í telduøldina, sum nú aftur er við at kollvelta allan framburð og alla mentan.
Útbúgving lyklaorðið
Í sekstiárunum komu framhaldsskúlarnir úti um landið. Børnini hjá fiskimanninum, arbeiðsmanninum, bóndanum, einkjuni og einkjumanninum hildu nú fram í skúlanum, tá tey høvdu lokið tvungnu sjeyára skúlagongdina. Tað var minni og minni brúk fyri teimum úti í siðbundnu vinnuni, tí vinnan kravdi meira og meira útbúgvin fólk. Drongurin, sum 14 ára gamal fór til sjós og á tann hátt kundi hjálpa til í húsarhaldinum og vinna sær pening til at seta føtur undir egið borð, gekk nú í skúla, til hann var trøllvaksin. Gentan, sum kanska ofta var meira hugað í skúlanum, enn drongurin, gjørdist nú í mongum førum stóri kappingarneyti hansara á arbeiðsmarknaðinum.
Atstøði fram um royndir
Vit fingu eitt annað samfelag, har dugnaskapur á skúlabeinki var týdningarmesta kravið, vildi tú fram í lívinum. Framfýsni føroyingurin skuldi ikki longur vera góður fiskimaður, smiðjur, bóndi ella nakað annað traditionelt, nei, skuldi tú vinna fram í verðini, skuldi tú fyrst og fremst vera góður í skúlanum.
Eru farin ov langt
Eg haldi, at vit eru farin nakað langt. Tað kann ikki vera rætt, at ein raskur virkisfúsur føroyingur, genta ella drongur, skulu missa møguleikan, tí tey í síni tíð ikki løgdu alla orku í at stava væl føroyskt, skilja og tosa danskt og enskt ella týskt, ella ikki vóru so ferm í rokning.
Men støðan er nú tann, at tú sleppur skjótt ikki á sjómansskúla, maskinmeistaraskúla, sjúkrasystraskúla o.s.fr. uttan so, at tú frammanundan hevur gingið minst 12 ár til teoretiska fyrireiking. Fleiri lærupláss vilja heldur ikki taka lærlingar, sum ikki hava hildið út at mistrívast í fólkaskúlanum øll tíggju árini.
Alt hetta er fyri mongum okkara púra burturvið. Vit vita av royndum, at so mong av okkara undangongufólkum bæði á landi og sjógvi høvdu sera lítla skúlagongd. Tey vóru stuttsagt ikki motiverað at ganga í skúla. Hugurin og evnini vístu seg harafturímóti, tá veruligu avbjóðingarnar komu.
Vilt tú fram: ver akademikari
Eg vil fyri alt í verðini ikki vera negativur, men havi kortini hug at rópa varskó, nú samfelagið í so gott sum øllum førum setir útbúgvingina sum einastu fortreyt fyri at fáa virðilig og ábyrgdarfull størv.
Lesa vit lýsingarnar eftir fólki hjá tí almenna, so er treytin, at tú hevur akademiska útbúgving.
Ja, sjálvt nú, tá løgmaður skuldi seta nevnd at royna at menna útoyggjarnar, kravdi hann, at leiðarin skuldi koma úr lærdum háskúla. Væl vita vit, at eingin royndur akademikari søkir slíkt starv, men harafturímóti, onkur, ið ongar praktiskar royndir hevur, tí hann ella hon hevur gingið í varda skúlaumhvørvinum, síðan tey vóru 7 ára gomul.
Hetta eigur at fáa eina vend. Vit mugu aftur fara at virða menniskju eftir, hvat tey evna og ikki eftir onkrum akademiskum frymlum.
Koma ikki heimaftur
Hetta um nýggju krøvini til nútíðarmenniskjað hevur eisini tað við sær, at bygdasamfelagið er í størsta vanda. Ungi miðvingurin, sum fiskimaðurin, arbeiðsmaðurin, einkjan o.s.fr. sendu á skúlabonk, kemur ikki aftur í bygdina, tá hansara útbúgving er frá hondini. Tað er ikki her, at brúk er fyri honum. Samfelagið, har akademikarin og víðari útbúni ungdómurin skal fáa sínar avbjóðingar, eru nú í miðstaðarøkinum ella í útlondum.
Vit mugu venda gongdini
Henda gongd má og skal broytast. Tað skal aftur fara at vera attraktivt at koma aftur til heimbygdina. Og tað kann fara at vera attraktivt, men tað inniber, at vit øll í felagsskapi gera nakað fyri at venda gongdini.
Sambandið um Vestmannasund
Alt bendir nú á, at fasta sambandið til meginøkið verður veruleiki um stutta tíð. Men vit eiga ikki at gloyma, at harvið ?er slottið ikki vunnið?, tvørturímóti kann tað fara at vera fyrsti naglin til líkkistu bygdasamfelagsins, hjá bygd og oyggj okkara. Tað verður upp til okkara at gera av, um sambandið verður til gagns ella ikki.
Avbjóðingin er stór, ja, ómetalig. Bera vit okkum rætt at, so fáa vit væl burturúr og bjarga skeivu gongdini.
Ferðslan báðar vegir
Tað skal vera okkara størsta og altavgerandi mál, at ferðslan gjøgnum undirsjóartunnilin, gongur minst líka nógv vestureftir sum suðureftir.
Vit skulu gera Vágar til eitt liviligt stað, har avoyggjafólk ferðast til, hava tað gott og trívast saman við okkum her.
Vit kunnu bjóða so nógv. Eg veit væl, at so mong halda lítið um mentan og frítíðarvirksemi, men sannleikin er, at hevur tú ikki tilboð av tí slagnum eisini, so liggur økið á deyðastrá.
Avbjóðingin var ongantíð størri, enn hon er júst nú. Tað eru vit, sum her búleikast, okkara ungu, ja, øll oyggin, sum nú má taka hendur saman at byggja land.
Jú, vit halda saman
Komið ikki her við gomlu gremjanini, at miðvingar halda ikki saman. Jú, víst halda miðvingar saman, tá ið á stendur. Hyggið at kirkjuni, missiónshúsinum, ítróttarøkinum, bygdarhúsinum. Hesi og mong onnur tiltøk eru varðar, sum boða frá góðum felagsskapi og stirili í fólkinum. Fólk hava lagt sera stóra orku í at skapa nakað, uttan at vænta somikið sum eina tøkk afturfyri.
Eisini á vinnuøkinum ganga miðvingar saman. Takið t.d. Snarfrost, og fleiri skip, sum øll bygdin gekk saman um fyri at bjarga fólki arbeiði og trivnað.
Eiga at venda alt til tað góða
Alt tað lítla ella stóra, sum vit hava fingið í vøggugávu, eiga vit at brúka til at gera okkurt gott - at vera positiv - vera við góða orðinum - byggja upp heldur enn at bróta niður. Tað er so lætt at oyðileggja, - spilla út okkara næsta - okkara bygd, okkara oyggj, land okkara. Avbjóðingarnar skulu vit taka positivt.
Treytin er samanhald, samhaldsfesti, vilji at virða okkum sjálvi og medmenniskju okkara, trúgva uppá, at tað framvegis skal vera gott at liva í Vágum - í Miðvági.
Spurningurin er ikki, hvat kunnu hini gera fyri meg, men hvat kann eg vera við til at gera, fyri at øll skulu kunna hava tað betri.
Ósjálvsøkin skipa nýggjárshaldið
Sama sinnalagið uppliva vit júst nú. Ósjálvsøkin fólk savnast at gera nýggjárshaldið hugnaligt á hvørjum ári. Tað er nóg illa, at vit vita, hvørji hesi eru, so lítillátin eru tey. Tey krevja ikki, at bygdin skal gera nakað fyri tey, men tey gera nakað fyri bygdina, fyri trivnaðin hjá okkum øllum. Men her skal kortini ljóða ein hjartans tøkk til nýggjársnevndina og stóra skaran av hjálparfólki.
Jú, evnini hava vit
Jú, evnini hava vit. Fólkið eiga vit. Latið okkum taka hendur saman og byggja land. Latið okkum í komandi øld fjálga og byggja bygd okkara, oyggj okkara, land okkara. Latið okkum í treysti og áliti til tað, vit fingu í vøggugávu, byggja framtíð okkara.
Fyrigev, at tær skal verða fyrigivið
Vit byrjaðu við at minna á grundarlagið undir hesum hátíðarhaldi, nevniliga kristnu heimsmentanina. Hesin arvur okkara byggir á samhaldsfesti, næstrakærleika, spaklyndi og ikki minst fyrigeving. Latið okkum ikki gloyma ta bønina, Jesus lærdi okkum: - Fyrigev okkum syndir okkara, so sum vit eisini fyrigeva teimum, sum móti okkum synda. Latið okkum ikki gloyma, at fyri at fáa fyrigeving, so mugu vit eisini sjálvi vera fús at fyrigeva. Altso: vit skulu ikki bara biðja um hetta og hatta, vit skulu fyrst verða búgvin sjálvi at geva.
Og minst til: Tað er ikki at geva, tá tú væntar tær okkurt afturfyri. Tá er tað forrætning.
Framvegis eina góða nátt og eitt eydnuberandi nýtt ártúsund fyri bygd okkara, oyggj okkara, land okkara og heim okkara.
Gott nýggjár