? Fiskivinnan verður jagstrað

Bjarti Mohr, stjóri á Kongshavnar Trolarafelag, er í øðini inn á Búskaparráðið, sum vil hava fiskidagarnar seldar á uppboði. ? Her er talan um jagstran av fiskivinnuni, sum ikki hevur ein livandi kjans at klára seg, um vit í framtíðini skulu keypa fiskidagarnar, sigur hann

Um dagarnar kom seinasta frágreiðingin frá hesum Búskaparráðnum, og ikki kann sigast annað, enn at hon hevur vakt stóran ans - serliga í fiskivinnuni.

Tað er uppskotið frá ráðnum um, at fiskidagarnir í framtíðini skulu seljast á uppboði, sum serliga hevur fingið reiðarar at vakna við kaldan dreym.

Ein teirra er Bjarti Mohr, sum er stjóri í fyritøkuni Ísbjørnini, ið umframt at hava virkið í Álakeri, eisini hevur tríggjar trolarar.

? Hetta er einki minni enn jagstran av fiskivinnuni, sigur Bjarti Mohr, sum heldur, at Búskaparráðið ikki hevur ánilsi av, hvussu nógv verður lagt fyri á fiskigrunnunum


Ikki nóg

mikið til nýíløgur

? Eg haldi, at tað er ótrúligt, at teir ditta sær at koma við hesum uppskotinum, bara tí at vinnan hevur klárað seg nøkunlunda í tvey ár. Hesi ár hava verið heilt óvanlig, bæði hvat viðvíkur veiðu, prísi, rentustøði og oljuprísi og longu nú eru broytingar farnar fram, sum gera, at skipini verri enn so koma at hava sama góða úrslit, sum hesi bæði seinastu árini, sigur Bjarti Mohr.

Hóast umstøðurnar hava verið góðar, so hevur vinnan kortini ikki klárað seg betri enn væl. Enn er alt ov lítið avlop til, at vinnan hevur møguleika til at endurnýggja seg. Tí heldur Bjarti tað vera púra burturvið, at koma við hesum uppskoti, sum beinleiðis er steinur omaná byrðu.

Men skilir tú ikki grundgevingina um, at tilfeingið er ogn Føroya fólks?

? Jú, men tann skipan, sum vit hava í dag, er kanska besta trygdin fyri, at so stórur partur av Føroya fólki fær gagn av tilfeinginum, tí tey leggja fiskin upp á land, og geva harvið nógv arbeiði.


Eingin vil gjalda

Ein spurningur, sum Bjarti hevur gingið við í høvdinum síðani frágreiðingin frá Búskaparráðnum kom, er, hvør skal gjalda fyri fiskidagarnar. Enn er hann ikki komin til eitt svar, tí tað heldur hann vera sera torført.

? Hýruparturin í Føroyum er tann dýrasti í heiminum, og eg trúgvi neyvan, at Fiskimannafelagið vil, at teirra limir skulu gjalda fyri fiskidagarnar. Samstundis er oljuprísurin tvífaldaður meðan veiðan stendur so at siga í stað. Tí dugi eg ikki at síggja stórvegis møguleikar fyri at skipini klára at gjalda fyri fiskidagarnar.

Men er tað ikki nakað um, at tað er torført hjá yngri fólki at sleppa upp í part í vinnuni?

? Nei, tí eri eg ikki samdur í. Eg byrjaði við hesum felagnum í 1997, so at siga á berum. Nú hava vit trý skip umframt hetta virkið, og einasta orsøk til, at vit hava klárað tað er, at vit hava tikið okkara kjansir. Tann dagin vit ikki tora at taka kjansir longur, kunnu vit steingja og flyta av landinum, sigur Bjarti.


Kenna ikki

fiskivinnuna

Nú hendan frágreiðingin hjá Búskaparráðnum er komin á borðið, heldur Bjarti, at hon vísir, at tey sum hava gjørt hana, eru fólk, sum ongar royndir hava í fiskivinnuni.

? Eingin av teimum, sum sita í Búskaparráðnum, hevur arbeitt so mikið við fiskivinnuni, at teir vita, hvat fer fram har. Teir tosað eisini um at avtaka skattafrádráttin hjá fiskimonnunum, og tað haldi eg er burtur úr vón og viti. Hugsið tykkum, hesir menninir stíðast og strevast hvønn dag, og seta enntá lívið í vága fyri, at samfelagið kann hanga saman, og so vil mann taka hendan lítla ágóðan frá teimum, sigur Bjarti.

Hann hevur annars eisini heft seg við, at Búskaparráðið bara leggur upp til, at fiskidagar skulu seljast á uppboði. Tað heldur hann vera løgið. Tí so skuldu bæði bóndagarðar og alibrúk komið undir somu treytir.


Hava keypt

loyvini einaferð

? Vit hava í veruleikanum keypt fiskiloyvini tá ið vit keyptu skipini, og tí máttu vit gjalda so nógv fyri skipini. Verða loyvini tikin frá okkum nú, so skrædnar øll vinnan í einum, tí so missa skipini virði, tí eingin hevur ráð at keypa tey aftur, sigur Bjarti Mohr, sum eisini heldur, at Sparikassin má hava ein trupulleika við hesari búskaparfrágreiðingini.

Hann vísir á, at formaðurin í Búskaparráðnum er stjóri í Sparikassanum, og at hann í veruleikanum stingur sínar egnu kundar í ryggin.

? Mínar royndir siga mær, at hatta uppskotið, sum hann tosar um, er fullkomiliga burtur úr vón og viti, tí tað hevur einki við veruleikan at gera. Heldur tú kanska, at hann hevði ynskt, at loyvið til at reka peningastovn skuldi verið endurnýggjað hvønn mánað? Nei, hetta er í veruleikanum ein jagstran av fiskivinnuni, sigur Bjarti.