Tað eru ikki smávegis skálkabrøgd útjaðaranum verður boðin í hesum døgum. Er tað ikki eitt hol, niðanfyri ella omanfyri vatnskorpuna, sum er trupulleikin, so er tað vandin fyri at verða avskorin frá umheiminum, tí peningur ikki er tøkur at røkja skipini um firðirnar í oyggjaríkinum Føroyum. Í løtuni verða 12 fólk í senn í pendulfarti flutt um Vestmannasund, meðan Suðuroyingar als ikki vita, um teir hava fart framyvir. Nú er bert eftir at vóna, at eingin hevur sjúkrahjálp fyri neyðini, tí sum skilst er tað einans av náði og hjartaligari góðheit frá ávísum persónum, at tey bædi smærru sjúkrahúsini standa. Og hvussu bleiv við flogvøllinum? Liggur hann har vesturi?
Enn einaferð gekk sjón fyri søgn um, at miklar maktir, ella skuldi ein sagt høgir harrar, hava sett sær fyri at miðsavna alt virksemi í landinum í miðstaðarøkinum. Hetta hendi nú í vikuni, tá ein stórur meiriluti í løgtinginum atkvøddi ímóti at leggja oljuútgerðarhavn í Suðuroynni, hóast íbúgvarnir á oynni ikki nýtast fjølmiðlarnar sum megafon, fyri at vit her norðanfyri skulu hoyra neyðarópini. Nei, betur er at lata Klondyke-lyndið ráða, har smáøkini framhaldandi kunnu pumpa pening í havnaløg og projekteringar..í heilaga navnið marknaðarkreftunnar.
Í seinasta parti av politisku komediuni, ella skuldi ein sagt tragediuni, upplivdu vit miskunnarleysa frændaveldi, har »meir skal hava meir - moralurin« er stovubærur og øll menniskjalig fyrilit um at hjálpa fólki í neyð og ikki at verða grammur eftir verðini, eru skúgvað til viks. Her var talan um opinskáraða øvund og smáligheit (ja, nú øsi eg meg also!), har fólk, sum hava almikið frammanundan, ikki unnað teimum, sum veruliga treingja, burturav. Og eingin skal billa mær inn, at tað er umhugsni fyri vinnuni, sum fær slíkar pissior-politikarar at agera sum teir gera. Nei, her er einki annað enn nepotisma og lobbyisma sum styrir havisjúkuni, og samstundis lagnuni hjá stórum pørtum av fólkinum.
Er hatta hevnd fyri valúrslitið har suduri? Andstøðan um 64% og samgongan 35%? So mugu tit virkuliga taka tykkum saman suðringar og spjaða atkvøðurnar betur, tit grava tykkara egnu grøv í løtuni!
Ella kanska var lættari at siga, at tíðin er búgvin til loysing frá restini av landinum? Tankarnir hava verið frammi fyrr. So fáa tit næstan alla oljuna fyri tykkum sjálvar og eina rúgvu av fiskigrunnum. Kanska kundu tit eisini varðveitt ríkisfelagsskapin og blokkin úr Danmark, og latið norðingarnar fingið fullveldi? Tad eru tit jú eisini um at forpurra.
»Tit suðringar plaga ikki at klynka« var tad ikki nakad soleidis ein kendur havnamaðir segði herfyri.
Ein sannroynd er tað, at hetta er ein roynd at geva Suðuroynni mønustingin, tí hóast oljuvinnan kanska ikki fór at geva nakað sum helst av sær, so er tað í vónini um betri tíðir, vit menniskju byggja framtíðina og finna viljan til tess.










