Vit sóu einaferð herfyri, hvussu tað gekst Carl Johan Jensen, tá hann dittaði sær at siga, hvat hann helt um ávísar føroyskar bókaútgávur. Og nú fyri jól var Eyðun Andreasen so frekur at siga, hvat hann heldur um hesar kanningarnar, sum verða gjørdar av aldarinna einum og hvørjum.
Tað er nærliggjandi at spyrja, hvat feilar okkum føroyingum? Eru vit veruliga so býtt, at vit halda, at alt, sum verður gjørt her, er so avbera gott, at ikki ein fingur kann setast á nakað sum helst?
Er tað veruliga so, at vit ikki tora at siga, hvat vit halda um tað, sum givið verður út, tí vit eru bangin fyri, at tað fer at skaða útgevaran fíggjarliga?
Ella er vit so smásár, at vit verða formermað, bara tí onkuur dittar sær at siga, at tað, sum út verður givið á føroyskum, ikki stendur mát við tað, útgevarin sjálvur heldur?
Hetta seinasta er ivaleyst nakað nær veruleikanum. Og so er spurningurin, hvørjum vit skulu hyggja at. Tí, sum gevur út og verður fornermaður, ella tí freka og ófantaliga ummælaranum, sum ikki dugir fólkaskikk og kann lata hampafólk sleppa at geva út tað, tey hava hug til.
Harra Guð, vit hava jú frælsi til næstan hvat sum helst. Talifrælsi, skrivifrælsi og so víðari. Tó er ikki líkt til, at vit hava frælsi til at ummæla føroyskar bøkur og kanningar av aldarinnar persónur. Og tað er í grundini løgið, at fólk reagera soleiðis, sum vit hava sæð í fleiri førum. Tí hvussu bera hesi somu fólkini seg at dagliga? Tey siga akkurát tað sama, sum slí-kir dittimuntar sum Carl Johan og Eyðun eru so frekir at bera alment fram.
Munurin er bara, at hesir báðir tora at leggja navn til. Og tað er meira, enn sigast kann um tann stóra ummælaraskaran, sum gongur í krókum og skotum og um-mælir bæði líkt og ólíkt. Væl kvalifiserað halda tey sjálvi.
»Men tú mást ikki siga tað aftur frá mær. Nei, nei, ert tú óður. Hvat nú um systkinabarn gummu abbadóttir handan, sum skrivaði, fær tað at vita. Vit kennast, og so verður galið, og tey fara bara at finna upp á okkurt at siga um meg. Nei fyri frið skuld er best at lata vera. Men tað er heilt sikkurt, at hatta var nakað forferdiligt lort, sum kom út til jólar. Tavavist.« Og so koma tey dulnevndu lesarabrøvini sleingjandi.
Í hesum seinna førinum, nevnt er, eru tey flestu tó so fræg, at eitt navn stendur undir. Og tað er so eitt stig rætta vegin. Men eg kann ikki lata vera við atsiga, at ikki alt, sum borið hevur verið at Eyðuni Andreasen hesar dagarnar, hevur verð líka vælumhugsað, áðrenn sent er til bløðini.
Til dømis at fara at ivast í, um vit yvirhøvur høvdu havt nakað føroyskt mál, um Victor Danielsen ikki hevði virkað, sum hann gjørdi, er helst at leggja honum í so nógvar dygdir til.
Tað verður nógv givið út til olar, og eingin, sum hugsar eitt lítið sindur, kann siga annað enn, at tað er væntaði vinningurin av søluni, sum ásetur útgávutíðina. Og tað er heilt givið, at sumt verður eisini merkt av hesum. Tí tað er eingin ivi um, at ikki alt í hesi rúgvuni er líka gott.
Men Guð náði og troysti tað ólukkudýrið, sum torir at siga tað alment.
Edvard í Skorðini
Joensen