tiltak og hevur enn einaferð staðið sína roynd. Hetta frálíka og lívsheita hús hevur vissuliga verið føroysku tjóðini og hennara virðum kærkomið. Húsið hevur fyrst og fremst verið flaggberi fyri mentanarlig [...] fyriskipa og rætt og slætt geva lívinum eitt innihald aftrat er so sanniliga eisini at meta um eitt gott úrslit - og er aftur tann so altavgerandi og týðandi íblásturin til at vilja koma víðari. Og hann kemur [...] tjóðina í talvolympiaduni. Vit kunnu bert ynskja teimum góða kapping. Og lat okkum eisini takka Talvsambandinum og teimum fyritøkum, sum hava viljað stuðlað, fyri eitt frálíkt tiltak. NORÐURLANDAHÚSIÐ hevur
Obama, at Romney hevur avskrivað ein stóran part av tjóðini við at siga, at 47 prosent av teimum, sum valdu Obama seinast, eru bundin at almennari hjálp og meta seg sum samfelagsins offur. Obama segði, at [...] sum hann lærdi í forsetaembætinum, var, at hann var forseti hjá allari tjóðini. -Ætlar tú at vera forseti, mást tú arbeiða fyri øll. Tá eg vann í 2008, valdu 47 prosent av amerikanarunum John McCain. [...] ikki meg, men eg segði við tey valkvøldið, at eg hoyrdi røddir teirra, hóast tey ikki høvdu valt meg, og at eg ætlaði mær eisini at vera teirra forseti, segði Obama við Letterman í gjárkvøldið.
galdandi fyri okkara politisku skipan. Orðaskifti ella dialogur, opinleiki og tollyndi eru lyklaorð, tá um demokrati ræður. Talufrælsi, skrivifrælsi og framsøgufrælsi eru sjálvsagdar fortreytir fyri fría vali [...] verður hildið á einum sakligum og sømiligum støði. Her má tíverri ásannast, at hetta ikki altíð er galdandi fyri politiska orðaskiftið í Norðurlondum og heldur ikki her hjá okkum. Tónin í Føroyum er mangan [...] ja, næstan hatskur hjá teimum, sum gera politiskar viðmerkingar og hjá ávísum politikkarum. Hetta gongur mest út yvir tey, sum ikki taka undir við fullveldispolitikkinum. Tónin og orðalagið gagna ikki
partur av okkara almenna lívi og av okkara samleika. Húsið hevur ómetaligan týdning fyri føroyska mentan og list og lýkur ein stóran tørv. Hartil kemur, at húsið í roynd og veru hevur prógvað, at tørvur [...] úsið, og teir hava tikið húsið til sín. Húsið er so at siga vorðið samkomuhús hjá allari tjóðini, og hartil er stórt mæti, stór prestisja tengd at húsinum. Mong meta tað, sum eina fortreyt fyri, at tiltak [...] uppíbygningin, og hetta borgar fyri, at tilbygningur og upprunahús sampakka í allar mátar. Tað kann sjálvsagt setast spurnartekin við hetta ráðstevnuvirksemið, sum hevur vundið uppá seg í húsinum, og vit hava
týðandi svarið, og Føroyar sum eitt valdømi er kanska lykilin til at fáa landsplanlegging á dagsskránna. Nú kann eingin lokalpolitikari halda allari tjóðini sum gísla og tvinga ígjøgnum íløgu- og rakstrarloysnir [...] síggjast aftur í íløgu- og rakstrarpolitikkinum eitt nú á heilsuøkinum. Sandoyartunnilin eigur eisini at bíða. Heldur eiga vit at brúka íløgur til at menna útbúgving og mentan og harvið vinnulív, sum umframt [...] igu viðurskiftunum. Blokkurin er skerdur og yvirtøkurnar vornar fleiri og fleiri. Samtíðis hava vit fingið eitt nýtt ættarlið av útbúnum føroyingum, sum í størri mun vilja sjálvstýrisleiðina. Eisini tey
útheiminum, so eru tað nógvir skuggar og fáir glottar, ið eyðkenna sjónina. Útlitini fyri friði í Irak eru døpur, og altjóða harðskapur og yvirgangur vinda uppá seg, og einki bendir á, at herferðin hjá v [...] frambrot fyri hetta økið. Í Miðeystri er vónin um framstig í stríðnum millum Ísrael og Palestina vaksandi. Altjóða samfelagið hevur fyri fyrstu ferð í søguni tikið ábyrgd av palestinsku tjóðini og játtaðar [...] USA og vesturheimurin og í hesum høpi ES venda stríðnum móti sjálvari rótini til altjóða yvirgang, sum er fátækdømi, ójavni, analfabetisma og átrúnaðarlig fundamentalisma. Hetta er eitt tungt tak og krevur
er sunt og mennandi fyri likam og sál hjá ungum og gomlum. Tað lívgar um alla staðni, ikki bara hjá teimum, sum spæla og syngja, men so sanniliga hjá øllum øðrum eisini. Einki er so lívgandi og gevandi [...] orkestrum, ensemblum og rútmiskum bólkum av øllum møguligum sløgum. Bara fyri at nevna nøkur, Lisa Ekdahl og Jethro Tull. Nú summarið er í hondum koma festivalar, summartónar og onnur tónleikatiltøk, [...] har føroyskir og útlendskir bólkar og einstakligar sleppa at vísa sítt kynstur fyri føroysku áskoðarafjøldini. Hetta er ein sera positiv gongd, sum vónandi verður stuðlað av avvarandi myndugleikum. Eitt
heimsins mætastu politisku leiðarum, ein sannur demokratur og humanistur, ein fyrimynd hjá øllum teimum, sum ynskja rættvísi og vælferð fyri mannaættina. Vit ynskja honum hjartaliga tilukku! Sosialurin [...] men samstundis skrivar hann skemtandi, at skyldfólk og vinir halda navnið hava verið orsøkin til tey mongu politisku illveður, ið hann hevur elvt til og ein orsøkin, at hann hevur klárað seg so væl í lívsins [...] lívsins stormum. Í dag verður hann so níti, maðurin sum á lívi er vorðin hugtak og ímyndin uppá rættvísisstríðið móti apartheid og órættvísi í heimlandinum Suðurafrika. Hann varð frá morgunstundini fagnaður
hendi lítið og einki. Blair og New Labour skuldu finna síni bein og sín form – øll tann nýggja ideologiin skuldi setast í verk og hetta var ikki sum at siga tað. Men so kom annað valskeið og ferð kom av [...] álvara á nýskipanararbeiðið og tað við lít. Heilsuverk, almannaverk og útbúgvingarskipan – alt var umskipað til eitt nútímans humant og vælvirkandi vælferðarsamfelag. Minstaløn og sosialur bústaðarpolitikkur [...] hann í føvningin á Bush, og var hetta byrjanin til endan á eini glæsiligari politiskari starvsleið. Hví ein so vitugur og lærdur maður sum Blair læt seg blinda av Bush er fyri teimum flestu ein gáta. Sama
kreppu? Og so tann týdningarmesti spurningurin: kann hetta alt samalt henda aftur? Kann hetta henda fyri eina og hvørja tjóð, tá umstøðurnar eru til staðar? Vit bíða framvegis eftir svarunum frá teimum lærdu [...] Hvussu hetta í roynd og veru gekk til, eru søgufrøðingar ikki á einum máli um. Hvussu tað eydnaðist einum manni við 37% av atkvøðunum at tøla meginpartin part av týsku tjóðini og leiða heimin út í hitt [...] millum kommunistar og sosialdemokratar o.m.a. Men hesar orsøkir lýsa ikki alla gátuna um nazismuna og hennara bróðurfelagskap fascimsuna. Her eru aðrar sálarfrøðiliga, mentanarliga og samfelagsligar orsøkir