Oddagrein: Fortreytir fyri einum sjálvstøðugum Føroyum

Tað stundar til løgtingsval. Eitt týðandi val fyri okkum øll, nú lunnar sohvørt verða lagdir undir einar stjálvstøðugar Føroyar. Har støðugt fleiri politikarar ganga inn fyri yvirtøkum, blokkniðurskurði og fólkaatkvøðum um framtíðar støðu okkara í ríkinum og í heimssamfelagnum. Flestu føroyingar vilja vera sjálvbjargnir, standa á egnum beinum. Flestu okkara síggja Føroyar einaferð í framtíðini sum eina sjálvstøðuga tjóð við tøttum samstarvi við bæði Ríkisfelagsskapin og við heimin uttanfyri.

Spurningurin er, hvussu og nær vit kunnu taka endaliga stigið at gerast sjálvstøðug tjóð. Antin við halla til samband ella sjálvstýri, so er greitt, at stórar broytingar eru farnar fram í ríkisrættarligu viðurskiftunum. Blokkurin er skerdur og yvirtøkurnar vornar fleiri og fleiri. Samtíðis hava vit fingið eitt nýtt ættarlið av útbúnum føroyingum, sum í størri mun vilja sjálvstýrisleiðina. Eisini tey heilt ungu vilja hesa leiðina. Sama kann sigast um mong vinnulívsfólk her á landi. Tað er tí ein spurningur um, hvat vit búskaparliga megna, og hvussu útlitini síggja út, til vit taka endaligu avgerðina. Løgmaður segði herfyri, at blokkurin skal vera burtur í 2015. Varaløgmaður helt fyri, at finna vit olju, so er tað lykilin til sjálvstøðugar Føroyar.

 

Ein týðandi spurningur er, hvussu vit so duga at húsast við tí tilfeingi og teimum virðum, ið eru givin okkum frá Skaparans hond. Duga vit at handfara tey? Tað er hetta, sum komandi valstríð eigur at snúgva seg um. Duga vit ikki at handfara tey, so megna vit heldur ikki at standa á egnum beinum.

 

Her er landsplanlegging mest týðandi svarið, og Føroyar sum eitt valdømi er kanska lykilin til at fáa landsplanlegging á dagsskránna. Nú kann eingin lokalpolitikari halda allari tjóðini sum gísla og tvinga ígjøgnum íløgu- og rakstrarloysnir, sum ikki taka atlit til heildina. Vit hava ikki ráð til dupultfunktiónir, skulu vit gerast sjálvstøðug tjóð. Tað loyvir avmarkaða tilfeingið ikki. Vit hava gjørt íløgu í Norðoyartunnilin. Harvið stytt munandi um tíðina at koyra til miðsteðarøkið. Samtíðis ætla vit at útbyggja Klaksvíkar Sjúkrahús fyri knappar 100 mill. kr., og harvið verða færri pengar til at optimera okkara høvuðssjúkrahús. Vilja politikarar einar sjálvstøðugar Føroyar má vend koma í. Íløgur í infrastruktur mugu síggjast aftur í íløgu- og rakstrarpolitikkinum eitt nú á heilsuøkinum.

 

Sandoyartunnilin eigur eisini at bíða. Heldur eiga vit at brúka íløgur til at menna útbúgving og mentan og harvið vinnulív, sum umframt nýbrotið ”Føroyar sum eitt valdømi” eru lyklaorðini til einar framtíðar sjálvstøðugar Føroyar.

 

Sosialurin