Obama hartaði Romney

Barack Obama, forseti, nýtti í gjárkvøldið høvið til at gera viðmerkingar til ta nógv umrøddu sjónbandsupptøkuna frá einum stuðulsfundi hjá kappingarmneytanum, Mitt Romney. Í sendingini hjá tí kenda sjónvarpsmanninum David Letterman segði Obama, at Romney hevur avskrivað ein stóran part av tjóðini við at siga, at 47 prosent av teimum, sum valdu Obama seinast, eru bundin at almennari hjálp og meta seg sum samfelagsins offur.

Obama segði, at eitt tað fyrsta, sum hann lærdi í forsetaembætinum, var, at hann var forseti hjá allari tjóðini.

-Ætlar tú at vera forseti, mást tú arbeiða fyri øll. Tá eg vann í 2008, valdu 47 prosent av amerikanarunum John McCain. Tey valdu ikki meg, men eg segði við tey valkvøldið, at eg hoyrdi røddir teirra, hóast tey ikki høvdu valt meg, og at eg ætlaði mær eisini at vera teirra forseti, segði Obama við Letterman í gjárkvøldið.