Mandela ger vart við, at í talumáli merkir heitið Rolihlalha ein ribbaldur. Hann trýr ikki, at navn er lagna, men samstundis skrivar hann skemtandi, at skyldfólk og vinir halda navnið hava verið orsøkin til tey mongu politisku illveður, ið hann hevur elvt til og ein orsøkin, at hann hevur klárað seg so væl í lívsins stormum. Í dag verður hann so níti, maðurin sum á lívi er vorðin hugtak og ímyndin uppá rættvísisstríðið móti apartheid og órættvísi í heimlandinum Suðurafrika. Hann varð frá morgunstundini fagnaður um allan heim. Føðingardagurin verður hildin í heimbygdini Mvezo, har skúlabørnini leingi spent hava vant føðingardagssangin til æru fyri landsfaðirinum.
Tá Mandela sum ungur fór undir sítt politiska virksemi lovaði hann at gera alt tað, hann var mentur til tess at beina burtur apartheidskipanina, sjálvt um hetta skuldi kosta honum lívið. Í dag kann staðfestast, at Mandela helt orð. Mandela var frá ungum árum væl útgjørdur til at gerast politiskur undangongumaður. Hann fekk góða løgfrøðiliga útbúgving á einum av lærdu háskúlunum, har rasisman enn ikki hevði fingið fastatøkur, har hann nam sær kunnleika til politikk, heimspeki, stjórnmálafrøði og løgfrøði. Hann varðveitti samstundis sambandið við upprunaligu mentanina í heimlandinum, hevði stóran kunnleika til tær ymsu mentaninar í Suðurafrika, til landsins søgu eins væl og veraldarsøgu. Hann var sostatt sera væl útborin at gerast politiskur leiðari hjá svørtu tjóðini í stríðnum móti apartheid. Apartheid var tann ódámliga kúganarskipan, sum skuldi tryggja hvíta minnilutanum alt politiskt og búskaparligt vald í Suðurafrika.
Hóast Mandela sat í fangahúsi í 27 ár var hann verandi óformligi leiðarin í politiska stríðnum móti aprtheid. Hann hevði í tíðini, til hann í 1964 var settur í varðhald á Robben Island, vunnið sær so stóra virðing fyri sítt politiska arbeiði, sítt dirvi og síni leiðsluevni, at sjálvt 27 ár handan rimar ikki kundu vika støðu hansara. Á valdegnum tann 27. apríl 1994, tá hann hevði staðfest valsigurin hjá ANC, lovaði hann sær sjálvum, at prædika sátt og semju, at grøða sárini hjá øllum landinum, at skapa álit og tryggleika. Sjálvt um alt ikki gekk, sum ætlað, í tí nýggja Suðurafrika eftir skiftið í 1994, tykist tað, sum hetta mál Mandelas er rokkið, í hvussu so er um samanborið verður við onnur lond, sum kunnu samanberast við Suðurafrika. Mandela kemur at standa sum ein av heimsins mætastu politisku leiðarum, ein sannur demokratur og humanistur, ein fyrimynd hjá øllum teimum, sum ynskja rættvísi og vælferð fyri mannaættina. Vit ynskja honum hjartaliga tilukku!
Sosialurin










