Fólkaræðið má tí alla tíðina vera á varðhaldi. Hetta er eisini galdandi fyri okkara politisku skipan. Orðaskifti ella dialogur, opinleiki og tollyndi eru lyklaorð, tá um demokrati ræður. Talufrælsi, skrivifrælsi og framsøgufrælsi eru sjálvsagdar fortreytir fyri fría vali borgarans, fyri tí umboðandi fólkaræðinum. Rætturin til at vera ósamdur er ein partur av grundvølli fólkaræðisins. Hinvegin er ta ein fortreyt fyri einum vælvirkandi fólkaræði, at orðaskiftið verður hildið á einum sakligum og sømiligum støði. Her má tíverri ásannast, at hetta ikki altíð er galdandi fyri politiska orðaskiftið í Norðurlondum og heldur ikki her hjá okkum.
Tónin í Føroyum er mangan harður ja, næstan hatskur hjá teimum, sum gera politiskar viðmerkingar og hjá ávísum politikkarum. Hetta gongur mest út yvir tey, sum ikki taka undir við fullveldispolitikkinum. Tónin og orðalagið gagna ikki demokratisku tilgongdini. Serstakliga gongur hetta út yvir Javnaðarflokk og út yvir fólk, ið verða hildin at hava samhug við hesum flokki. Til hesa myndina hoyrir so eisini hetta, at kunningin til almenningin um tað, sum fyriferst í politisku skipanini, er um at steðga upp. Tað tykist ikki sum samfelagstjak hevur áhuga. Í førum fáa vit ein einvegis tíðindaflutning úr landsstýrinum, sum í ávísan mun tykist vera politiskt stýrdur.
Sama rák hómast innan andslív og mentan, har tað tykist, sum tey, við teimum røttu politisku meiningunum, seta dagskránna. Tí spyrja nógv, um tað veruliga er so, at bert tey við rætta politiska litinum sleppa framat á alment stuðlaðum tiltøkum. Í hesum sambandi eigur at verða víst á vandan fyri einsrætting av føroyskum ands- og mentanarlívi. Tá listaverk verða ummæld tað verið seg bøkur ella onnur list, kann tað tykjast sum politiski litur listamansins ávirkar ummælini.
Tað er vanligt í einum fólkaræði, at eitt nú rithøvundar eru á varðhaldi og finnast at teimum ráðandi í samfelagnum. Men síðani fullveldistilgongdin byrjaði, hevur nærum ikki verið kritikkur av valdsharrunum frá teimum, ið annars ikki plaga at vera sein at finnast at einum hvørjum politiskum valdi. Tað hevur annars ikki skortað við tí, sum líkist maktmisnýtslu og minkandi rættartrygd hesi árini. Í staðin hevur heilt uttan orsøk verið lagt eftir eitt nú fakfelagsfólki og annars eftir fólki, sum ikki hava ?røttu? hugsanina. Hetta er eitt ódámligt rák, ein polarisering av føroysku tjóðini, sum ikki gagnar fólkaræðinum.
Sosialurin










