- Hetta skal verða eitt stað og eitt hugnaheim, har fólkini fara at trívast og sum tey siga um: - Her vil eg verða!, sigur Rói Egholm, stjóri í Farex.
Hann og aðrir hava í eina tíð arbeitt við eini serstakari og forvitnisligari ætlan: At byggja ein íbúðarbygning við 30 íbúðum og í fimm hæddum mitt í Havnini til teir eldru borgararnar.
Bygningurin kemur at liggja við R. C. Effersøesgøtu, har stuttur teinur er til handlar, skrivstovur og fríøki í høvuðsstaðnum.
- Nógv kjak hevur verið um tørvandi íbúðartilboð til teir tilkomnu borgararnar. Tað er tí í hesum kjalarvørri, at vit ynskja at geva hesum ættarliðinum ein valmøguleika.
- Hesin møguleikin skal vera, at tey kunnu fara úr sínum trygga heimi, sum nú er vorðið bæði ov stórt og ov trupult at halda viðlíka. Ístaðin fáa tey eina rúmliga íbúð, sum verður gjørd úr dygdargóðum tilfari og sum liggur mitt í hjartanum í Havn, sigur Rói Egholm við Sosialin. Tað er felagið KRK-Holding sum stendur fyri byggingini.
Ætlanin er væl fyrireikað, og verður í løtuni bíðað eftir endaliga byggiloyvinum. Frá tí degi hetta fyriliggur, fara at ganga gott hálvtannað ár til bygningurin er liðugur.
Byggingin fer at kosta um 70 mió. kr., men einki verður kortini sagt um, hvat tann einstaka íbúðin fer at kosta.
Nýskapandi umhvørvi
Menninir aftanfyri KRK-Holding hava arbeitt leingi við hesi ætlanini. Ynskið teirra var – og er – at alt skuldi vera greitt úr hondum, tá ætlanin varð løgd fram.
Teir heittu á danska arkitektafelagið ONV um at loysa hesa uppgávuna út frá nøkrum fortreytum, sum teir sjálvir settu.
Í hesum treytum varð m.a. sagt, at bygningurin skuldi hava eitt snið sum hóskaði inn í verandi umhvørvið. Hann skuldi haraftrat vera nýskapandi, samstundis sum henda kenda havnarmyndin við tí stóra urtagarðinum skuldi varðveitast.
Hesa uppgávuna loysti fyritøkan somikið væl, at føroyska felagið fór undir at fyrireika eina umsókn til byggi- og býarskipanarnevndina í Havn.
Umsóknin um ætlaðu byggingina varð send býráðnum í august mánaði. Hagani er einki endaligt svar komið enn, hóast Rói hevur skilt at teir eru positivt sinnaðir fyri ætlanini.
Vakrasti bygningur
Tað er tó ikki bert innan kommunalu umsitingina í Havn at stórur áhugi er fyri ætlanini: Hóast einki alment hevur verið sagt um hesa fyrrenn innihaldið í hesi greinini nú er vorðið kunnugt, er líkt til at stórur tørvur er á eini slíkari loysn.
- Tað er í heilum at fólk ringja til okkara og spyrja seg fyri. Og hetta hendir hóast vit higartil ikki hava sagt nakað alment um byggingina.
- Ja, tað er næstan ikki dagur at ikki onkur er í telefonini og spyr um hetta, sigur Rói Egholm.
Teir eru farnir undir hesa ætlanina við tí í huga at geva teimum eldru borgarunum í høvuðsstaðnum ein valmøguleika og eitt tilboð um hóskandi íbúðir sum liggja miðskeiðis í býnum.
Hetta skal gerast eitt virði fyri býin, tí, sum teir siga: - Hví kunnu vit ikki eisini veita Tórshavnar kommunu eina hjálpandi hond?!
Hjálpandi hondin er hon, at teir við ætlanini fara undir at útvega teimum eldru borgarunum í Havn møguleikan fyri eini vala íbúð – ikki eini marglætisíbúð! - í einum umhvørvi, sum tey kunnu trívast í.
- Okkara mál er at gera ein bygning, sum skal teljast millum vakrastu bygningar í Havn, sigur Rói, og vísir til modellmyndirnar av bygningi og íbúðum.
70 mió. kr.<?xml:namespace prefix = o ns = ""urn:schemas-microsoft-com:office:office"" /><o:p></o:p>
Eitt er at bygningurin sjálvur skal vera vakur. Tær 90 fermetrar stóru íbúðirnar verða eisini væl og praktiskt innrættaðar við køki og stovu í einum, eins og rúmligum baðirúmi og kømrum.<o:p></o:p>
Enn er eingin kostnaður ásettur fyri ta einstøku íbúðina. Byggingin kemur helst at tátta í tær 70 mió. kr., men sum skilst eru føroyskir fíggingarstovnar sera áhugaðir í at vera við í fíggingini av byggingini.<o:p></o:p>
Í dag er veruleikin hann, at nógv eldri fólk búgva í egnum húsum, sum so líðandi eru vorðin alt ov stór til tey. Tey ynskja sær eina aðra loysn, men spurningur teirra hevur verið, hvat alternativið var. <o:p></o:p>
Tað er júst hetta sum liggur fremst í huganum hjá monnunum handan KRK-Holding: At hesi eldri fólkini skulu kunnu búseta seg í eini íbúð í hóskandi stødd til teirra tørv og í vakrasta umhvørvinum í høvuðsstaðnum.<o:p></o:p>
<o:p></o:p>
<font size="3">Stuttur vegur</font>
Rói Egholm leggur stóran dent á, at ætlan teirra er ikki á nakran hátt at kappast við tær verandi ætlanirnar um íbúðarbygging, sum í løtuni eru í gerð í Havn.<o:p></o:p>
- Okkara ætlan vendir sær til ein einstakan aldursbólk, nevniliga tey sum eru omanfyri 55 ár. Hesi fólkini hava lítlan hug at búseta seg uppi í t.d. Hoyvíkshaganum ella aðrastaðni langt burtur frá miðbýnum, sigur hann. <o:p></o:p>
Við hesi loysnini kunnu fólk í hesum aldri, nú selja hús síni og síðani brúka frívirðið frá søluni til at gera eina íløgu í eina av hesum 30 íbúðunum.<o:p></o:p>
- Tann størsti fyrimunurin er somuleiðis hann, at tey bert eru fáar hundrað metrar frá Vágsbotni, Tilhaldinum, SMS ella frá miðbýnum í Havn.<o:p></o:p>
- Sjálvt økið kann tí gerast eitt satt paradís fyri tilkomnar havnarborgarar. Nú sleppa tey framvegis at búgva í kendum umhvørvi, sigur Rói.<o:p></o:p>
<o:p></o:p>
<o:p></o:p><font size="3">Ein havnarmynd og onnur</font>
Nógvastaðni kring landið verður í dag tosað um tørvin á ellisheimum, sambýlum og eldraíbúðum.<o:p></o:p>
Henda ætlanin mitt í høvuðsstaðnum er eitt eindømi í so máta, og ein ætlan sum somuleiðis kann verða brúkt aðrastaðni kring landið – og helst eisini í grannalondum okkara eisini.<o:p></o:p>
Ætlanin er hinvegin serstøk, tí hon verður uttan iva ein havnarmynd, sum fólk fara at tosa nógv um í framtíðini. Henda kemur ístaðin fyri ta gomlu havnarmyndina, sum tey bæði stóru húsini við R.C. Effersøesgøtu hava verið fyri fólk í mong ár.<o:p></o:p>
Í arbeiðinum hava teir í KRK-Holding tí havt sum aðalmál, at hesin bygningurin við sínum fimm hæddum ikki skuldi ørkymla aðra bygging ella umhvørvið í miðbýnum. Til tess at røkka hesum máli kemur hugnaheimið at fylgja landslagnum upp móti tí vakra blettinum, har Kongaminnið stendur.<o:p></o:p>
Vakri urtagarðurin frammanfyri verandi bygningar skal varðveitast og bilarnir koma inn av Gripsvegi og skulu standa aftanfyri bygningin. <o:p></o:p>
Óhugsandi er ikki, at ein í framtíðini fer at kunna skapa eitt vakurt umhvørvi niðan móti Kongaminninum, soleiðis at ein her fær skapið av einum grasagarði ella eini lund.<o:p></o:p>
Her verður hugsað um umhvørvið, og ynskið um at skapa eitt veruligt bústaðarumhvørvi fyri eldri havnarborgarar.<o:p></o:p>
<o:p></o:p>
<o:p></o:p><font size="3">Treytir fyri einum hugnaheimi</font>
Nýggja hugnaheimið í hjartanum á høvuðsstaðnum skuldi lúka fylgjandi treytir frá KRK-Holding.<o:p></o:p>
- Hann var ætlaður tí eldra ættarliðnum (55+)<o:p></o:p>
- Bygningurin skal hava eitt snið sum hóskar inn í verandi umhvørvi og skal somuleiðis vera nýskapandi<o:p></o:p>
- Vesturskinið skal koma øllum íbúðunum til góðar<o:p></o:p>
- Svalin skal hava eina slíka stødd, at íbúgvararnir kunnu hava ein lítlan køksurtagarð uttanfyri<o:p></o:p>
- Bygningurin skal vera vinarligur fyri rørslutarnað<o:p></o:p>
- Havnarmyndin skal so vítt gjørligt varðveitast.<o:p></o:p>
Haraftrat hava íbúðirnar eitt sera vakurt útsýni yvir Havnina, hóast tær liggja beint við miðbýin. Tann vakri urtagarðurin verður varðveittur til sín uppruna frá 60’árunum. Innkoyringin verður úr Gripsvegi og ikki sum nú frá R.C.Effersøesgøtu við síni nógvu ferðslu.
<o:p></o:p>
<o:p></o:p>
<o:p></o:p>









