Her heima á landi blómar tónleikalívið í musikkskúlum, kórum, orkestrum, ensemblum og rútmiskum bólkum av øllum møguligum sløgum. Bara fyri at nevna nøkur, Lisa Ekdahl og Jethro Tull. Nú summarið er í hondum koma festivalar, summartónar og onnur tónleikatiltøk, har føroyskir og útlendskir bólkar og einstakligar sleppa at vísa sítt kynstur fyri føroysku áskoðarafjøldini. Hetta er ein sera positiv gongd, sum vónandi verður stuðlað av avvarandi myndugleikum.
Eitt blómandi tónleikalív er sunt og mennandi fyri likam og sál hjá ungum og gomlum. Tað lívgar um alla staðni, ikki bara hjá teimum, sum spæla og syngja, men so sanniliga hjá øllum øðrum eisini. Einki er so lívgandi og gevandi fyri sálina sum góður tónleikur.
Hetta vikuskiftið verður enn ein stór tónleikahending. Tá verður stovnandi aðalfundur í MENTÓN, sum herfyri hevði fyrrreikandi fund í Skansastovu í Havn. Eitt frálíkt tiltak, sum øll, ið hava áhuga fyri og er góð við tónleikin og tónleikararnar her á klettunum, eiga at stuðla. Við hesum senda vit øll góð lukkuynski til hetta góða tiltak.
Ítróttur, politikkur, vinnulív. Ja hetta eru vorðin ein partur av gerandisdegnum hjá okkum øllum. Men við tíðini hevur eisini tónleikurin og tónlistin fingið fastatøkur í okkum og allari tjóðini. Gott í tykkum, sum gera tykkara til at menna tónleikin her á landi, hvør í sínum lag. Hann eigur at vera javnsettur um ikki raðfestur hægri enn so mangt annað, sum rørist í hesum vælsignaða samfelag.
Sosialurin