Oddagrein· Ein vón og eitt vónbrot

Tað var ikki sørt av eini kollvelting, tá ið Tony Blair fyri tíggju árum síðan gjørdist forsætisráðharri Bretlands. Frammanndan hevði hann broytt arbeiðaraflokkin Labour heilt frá botni av. Hann broytti flokkin frá at vera ein flokkur á marxistiskum støði við sterkari fakfelagsávirkan til ein nútímans flokk í miðjuni í bretskum politikki. Betri enn nakar annar skilti Blair, at í tí Bretlandi, sum Margareth Tatcher hevði skapað, hevði ein reint sosialistiksur arbeiðaraflokkur ongan møguleika fyri at koma fram at valdinum.

Hetta elvdi til New Labour, tann nýggja arbeiðaraflokkin, ið legði dent á nútímansgerð av øllum samfelagsins liðum. Í fyrsta valskeiðinum hendi lítið og einki. Blair og New Labour skuldu finna síni bein og sín form – øll tann nýggja ideologiin skuldi setast í verk og hetta var ikki sum at siga tað. Men so kom annað valskeið og ferð kom av álvara á nýskipanararbeiðið og tað við lít. Heilsuverk, almannaverk og útbúgvingarskipan – alt var umskipað til eitt nútímans humant og vælvirkandi vælferðarsamfelag. Minstaløn og sosialur bústaðarpolitikkur tryggjaðu teimum lægstløntu sømilig lívskor. Skotland fekk sjálvstýri og gongd varð sett á friðartilgongdina í Norðurírlandi, sum loksins endaði í øllum góðum fyri bert einum mánað síðan. Samstarv millum privata vinnulívið og statsvaldiuð til gagns fyri báðar partar var eisini eitt nýtt fyribrigdi í Bretlandi. Samantikið eitt politiskt bragd alt samalt, og Blair livdi upp til allar tær vónir, sum hann hevði birt í størsta partinum av bretsku tjóðini.

 

Men so kom vónbrotið. Yvirgangsatsóknin tann 11. september í New York, sum vendi upp og niður á so mongum av heimsins viðurskiftum, vendi eisini upp og niður á heimsmynd Blairs. Hetta rak hann í føvningin á Bush, og var hetta byrjanin til endan á eini glæsiligari politiskari starvsleið. Hví ein so vitugur og lærdur maður sum Blair læt seg blinda av Bush er fyri teimum flestu ein gáta. Sama ger, politiska partrolingin við Bush og luttøkan í álopinum á Irak elvdi til eitt katastrofalt fráfall hjá Labour. Tann sterka undirtøkan er burtur og hevði val verið í dag, hevði konservativi flokkurin volað. Blair, sum byrjaði við at gerast vónin hjá tí unga ættarliðinum í Bretlandi, hjá øllum á lívsins skuggasíðum og hjá teimum, sum vildu eitt nútímansgjørt Bretland, gjørdist eitt vónbrot og at enda hevði hann einki val uttan at leggja frá sær.

Sosialurin