Skráin fyri Mentanardagar í Sunda kommunu

Skráin fyri Mentanardagar 12. - 21. september 2025, er nú klár og tøk á heimasíðuni. Eisini verður ein snotiligur faldari borin út til øll húski í Sunda kommunu í vikuskiftinum.

 

Tað er aftur í ár borgarum og felagsskapum í Sunda kommunu at takka, at vit kunnu bjóða eina rúgvusmikla skrá til okkara Mentardagar 2025, skrivar sunda.fo. 

 

Í øllum bygdunum í kommununi bjóða vit til hópin av tiltøkum, framsýningum, tónleiki og mangt annað, bæði inni og úti. 

 

Sí skránna her

 

Sunda kommuna hevur í mong ár verið partur av ABC fyri sálarliga heilsu, ið Fólkaheilsuráiðið stendur fyri. Sálarlig heilsa snýr seg um trivnað og at vera virkin í gernadisdegnum. Mentanardagarnir eru eitt gott høvi at vera virkin, luttaka í tiltøkunum og verða hugbundin í tí man upplivir. Mentanardagarnir eru somuleiðis eitt gott høvi at vitja runt í kommununi, eisini har man sjálvdan kemur, ella ongantíð hevur verið fyrr, samstundis sum man møtir kendum fólki og fólki man ikki kennir frammanundan.

 

Vælkomin til Mentanardagar í Sunda kommunu 12. - 21. september 2025.

 

Á facebook síðuni hjá mentanardøgunum fara vit so við og við at leggja meira kunning út um tiltøkini, sum eru á skránni. So fylg @mentanardagarisundakommunu á facebook og fá alt við, skrivar sunda.fo.