Oddagrein:Glottar og skuggar

Árið, sum nú fer hevur heima verið eyðkent av búskaparligari framgongd, lítlum og ongum arbeiðsloysi. Politiski stabiliteturin, sum eyðkendi tey fyrstu trý árini hjá samgonguni, hvarv so líðandi, og varð avloystur av ósemjum innan samgonguna og av einum sera harðligum tónalagi millum andstøðu og samgongu. Hetta er einki sermerkt, men er heldur hinvegin tann vanliga myndin av einum valári. Hvussu støðan verður eftir eitt val er torført at spáa um, men alt bendir á, at ein nýggj samgonga, hvør so enn fer at mynda hana, noyðist at fremja nøkur illa dámd tiltøk, til tess at tálma búskapinum, sum er um at ganga heitur. Hetta er so at siga ein luksustrupulleiki, sum ein nýggj samgonga ivaleyst fer at hava megi til vælvitandi, at illa dámd tiltøk framd fyrst í einum valskeiði sjáldan koma eini samgongu aftur um brekkur.

Venda vit eygunum móti útheiminum, so eru tað nógvir skuggar og fáir glottar, ið eyðkenna sjónina. Útlitini fyri friði í Irak eru døpur, og altjóða harðskapur og yvirgangur vinda uppá seg, og einki bendir á, at herferðin hjá vesturheiminum móti altjóða yvirgangi fer at eydnast. Átrúnaðarlig fanatisma og fundamentalisma í ymsum útgávum seta sína dám á gerandisdagin og hava hartil í stóran mun megnað at seta politisku dagsskránna í USA eins væl og í ES. Eitt endamál hjá altjóða yvirganginum er at destabilisera tey lond, sum eru sameind við USA í stríðnum móti altjóða yvirgangi. Morðið á fremsta andstøðuleiðara og demokratisku vónina í Pakistan, Benazir Butto, er eitt óhugnaligt dømi um, at henda strategi hjá altjóða yvirganginum tykist eydnast í ólukkumát. Vesturheimurin og serstakliga USA noyðast at endurskoða sína strategi við atliti til stríðið móti yvirgangi. Tað er uppá tíðina, at USA og vesturheimurin og í hesum høpi ES venda stríðnum móti sjálvari rótini til altjóða yvirgang, sum er fátækdømi, ójavni, analfabetisma og átrúnaðarlig fundamentalisma. Hetta er eitt tungt tak og krevur ein heilt nýggjan politikk, sum í hvussu so er USA við verandi politisku leiðslu ikki megnar at fremja. Kanska kemur broytingin við einum systemskifti í USA eftir forsetavalið.

 

Eru so eingir glottar á altjóða økinum? Jú víst eru glottar og jalig tekin. Vit kunnu nevna sum dømi, at tilvitið um veðurlagsbroytingarnar og umhvørvismál er sterkt vaksandi. Alt bendir á, at altjóða klimatoppfundurin, sum verður í Keypmannahavn í 2009, fer at gerast eitt avgerandi frambrot fyri hetta økið. Í Miðeystri er vónin um framstig í stríðnum millum Ísrael og Palestina vaksandi. Altjóða samfelagið hevur fyri fyrstu ferð í søguni tikið ábyrgd av palestinsku tjóðini og játtaðar eru tíggjutals milliardir dollars sum búskaparlig hjálp til hetta hart plagaða fólk. Sostatt er ikki alt svart í svart, og 2008 kann hóast alt væl fara at gerast árið, tá nøkur av teimum vandamiklu rákunum vendust til tað betra. Sosialurin ynskir øllum sínum lesarum og viðskiftafólki eitt gott og happadrúgvt 2008.

Sosialurin