fólk fleiri í Suðuroynni 31. juli enn tað vóru við árslok í 1997. Alt árið 1997 minkaði fólkatalið í Suðuroynni við 30 fólkum, so tað sær út til at framgongd er í. Og tað er serliga í Vági at framgongdin [...] holuni. Rættulig gongd kom á virksemi í Sandoynni í seinnu helvt av 1997 og arbeiðsloysi í Sandoynni fall úr góðum 10 prosentum niður í umleið 2 prosent, sum er tað lægsta í øllum landinum. Og henda gongd merkist [...] framgongd í øllum økjum í landinum, so mugu vit hóast alt staðfesta, at tað fólkavøksturin ikki merkist í øllum bygdunum. »Økisfólkavøksturin« er eitt úrslit av at tað samanlagt er ein vøkstur, men í teimum
hesaferð í mun til í fjør, sigur Bjarni. Kappingin í ár verður tann áttanda á rað, síðani hon varð spæld fyrstu ferð afturi í 1991. Hon byrjaði sum »kappingin um óalmenna føroyameistaraheitið í innandu [...] fótbóltsfeløgini, sum eru umboðað í antin 1. ella 2. deild hjá kvinnum ella monnum, vænta sær bræv frá VB, har tey verða boðin við til stóru innandurakappingina, sum verður í Vági, tá landskappingarnar hjá FSF [...] leikara hjá bæði monnum og kvinnum. Innandurakappingin í Vági verður 24.-25. oktober. Feløgini kunnu hava so nógv lið, sum tey hava hug til, við í kappingini. Innleiðandi bólkaspælið verður spælt leygardagin
vann 2-1 í Sumba og 4-0 í Vági í seinasta dystinum í landskappingini tað árið. Í 1994 vóru bæði liðini í 2. deild, og tá vunnu vágbingar 3-1 í Sumba, meðan dysturin í Vági ? tað var eisini seinasti dystur [...] 2-0 á Sumba í Vági. Í 1995 vóru bæði Sumba og VB í 1. deild, men tað var sum sama lið (Sumba/VB). Annars hava sumbingar og vágbingar spælt 1. deildardyst móti hvørjum øðrum fyrr. Tað var í 1991, tá VB vann [...] allar dystirnar í seinnu helvt av kappingini. Árstalsfelagið hevur ikki tapt í landskappingini síðani í Runavík á stevnuni 13. juni, og nú kemur NSÍ so í Gundadal. Júst hesin dysturin varð í fjør spældur
og Jens Petur Brattalíð, virkisleiðari á Sancy Seafood í Vági eru samdir um, at tær seinastu broytingarnar í flutningskervinum koma fiskivinnuni í Suðuroynni sera illa við. Suðuroyingar hava brúkt nógv [...] kostað flakavirkjunum í Suðuroynni pengar og arbeiðsfólkinum mista inntøku. Báði Magnus Jespersen á Delta Seafood á Tvøroyri og Jens Petur Brattalíð í Vági siga, at teir keyptu minni fisk í farnu viku enn tey [...] hjá okkum so nógv verri, at í ávísum førum ber tað ikki til at keypa fisk. Virkisleiðarin í Vági sigur, at tað hevði bøtt munandi um støðuna um Smyril útsetti ferðina hóskvøld í nakrar tímar og sigldi norður
gull og silvur, og tað er í tráð við tað, sum vit so ofta hava staðfest í ár, nevniliga at tyngdin í føroyskum fótbólti er á veg úr Eysturoynni og í høvuðsstaðin. NSÍ er hótt Teir í Runavík hava havt eitt [...] at klaksvíkingar ikki bara í veruleikanum, men eisini í teoriini, hava mist møguleikan at vinna FM. Javnleikurin hjá HB var ikki nóg mikið til at vinna FM, tí grannarnir í B36 vunnu 2-0 á NSÍ, og tað [...] til gull og skreyt. Í tí sambandinum skal Sumba ivaleyst verða kanónføði, men nú fáa vit at síggja. Í síðsta umfarinum fáa sumbingar vitjan av KÍ. Fuglfirðingar eru triðja liðið í niðurflytingarvanda,
ella Bibi, sum teir kalla hann. Um Sumba verður í 1. deild komandi kappingarár, so er tað góður møguleiki fyri, at venjarin eisini verður í Føroyum í 1999, men um teir flyta niður, so fer hann av landinum [...] bóltin, sum teir í Vági hava, men teir vístu munandi størri vilja størsta partin av tíðini, og tað var væl uppiborið, at teir javnaðu tíggju minuttir fyri hálvleik. Bjarni Johansen í VB málinum átti sín [...] lagt fyri dagin. ? Eg rokni við, at vit framvegis hava møguleika at vera í bestu deildini, og vit fara at gera alt, sum stendur í okkara makt at halda tørn um plássið. Mótstøðan verður stór, men vit vóna
arbeiði sjálvur. Í vetur verður báturin tikin upp á skipasmiðjuna í Vági, har botnurin verður reinsaður og allir plankar verða kannaðir. Seinni verður so eisini kjølurin gjørdur á skipasmiðjuni. Í summar hevur [...] er føddur í Finnlandi, men hevur búð leingi í Svøríki, har hann eisini hevur familju. Hann hevur ferðast nógv og fyri tveimum árum síðani kom hann til Føroya sum tónleikalærari við starvsøki í Suðuroynni [...] lætt, og hann hevur í hyggju at umbyggja bátin til eitt slag av stuttleikabáti. Hetta orðið er kanska ikki nóg sigandi, tí í veruleikanum er talan um størri bát, enn vit vanliga seta í samband við stutt
búgva í Vági, gongur leiðin av flogvøllinum til Klaksvíkar, har 78 ára gamla Turid Andreasen, mamma Sigmund býr. Tosaðu saman hvønn dag Hóast Sigmundur Andreasen varð hildin aftur á oynni Reunion í nærum [...] samfelagið har kavrotið. Eg havi kortini verið í Danmark í fýra vikur, sigur Anna. Vónin var, at Sigmundur fór at koma heimaftur, og at konan skuldi taka ímóti honum í Keypmannahavn, men heimferð hansara varð [...] misskiljing í fyrstuni Sigmundur ringdi til konu sína 5. mars í ár, og segði henni, at hann var á veg inn. Eg var bilsin, tí eg skilti ikki, hví skpið, sum hann fiskaði við, skuldi fara í havn. Tá segði
18. september Margreta Nygaard, kona fyrrv. prest í Vági, Harald Nygaard, Næstvedvej 49, Bårse við Prestø, 82 ára gomul. 19. september Niels Viggo Bojo Helmut Clausen, vanliga nevndur Clausen, 70 ára gamal
til løgtingsmenninar í Suðuroynni og til landsstýrismannin í samferðslumálum, Finnboga Arge, við kravi um at tunnil verður gjørdur ímillum Hov og Øravík Listar eru lagdir í handlar í oynni, umframt á posthúsið [...] alneyðugt at landsvegurin í Suðuroynni verður raðfestur ovast tá ið stungið verður út í kortið, hvørjir vegir skulu gerast í næstum. Tað hevur verið bíðað og bíðað og tosað og tosað í fleiri ár, men onki er [...] Tað hevur í mong ár verið tosað um at gera nýggjum landsveg eftir oyggj í Suðuroynni.Men er tað ikki blivið til meiri enn tos. Og av tí, at øll eru greið- yvir, at tað er alneyðugt við nýggjum vegi, er