Tey hava livað í óvissu í hálvt ár

­ Við hvørt mistu vit mótið og eg helt, at Sigmundur ikki fór at koma heimafur, sigur Anna Andreasen, sum segði manninum farvæl 10. januar. Hann skuldi bert verða burtur stutta tíð, men varð tikin av myndugleikunum á Reunion, har hann hevur verið afturhildin í hálvt ár

Tá Sigmundur Andreasen, skipari, vónandi kemur í Vágar við Atlantic seinnapartin, tekur kona hansara Anna Andreasen ímóti honum.

Anna og Sigmund eru bæði 48 ára gomul og eiga tvey tilkomin børn. Tey eiga eisini tvey barnabørn, ein trý ára gamlan drong og tveir mánaðar gamla gentu, sum Sigmundur nú sleppur at síggja fyri fyrstu ferð.

Hóast hjúnini búgva í Vági, gongur leiðin av flogvøllinum til Klaksvíkar, har 78 ára gamla Turid Andreasen, mamma Sigmund býr.


Tosaðu saman

hvønn dag

Hóast Sigmundur Andreasen varð hildin aftur á oynni Reunion í nærum hálvt ár, so hevur hann havt møguleika at ringja heim hvønn dag, har hann m.a. hevur greitt frá, hvussu tað hevur gingið um dagarnar.

Spurd hvussu tað hevur kenst, tá útlitini fyri at maðurin kom aftur, gjørdust so drúgv, sigur Anna Andreasen, at hon sjálvandi hevur verið ógvuliga ótrygg og bangin, og at hon við hvørt misti mótið og væntaði als ikki, at hann kom heimaftur.

­ Hevur tú ongantíð umhugsað at fara at vitja mannin hesa tíðina?

­ Nei, tað havi eg ikki havt hug til. Eftir tí, sum Sigmundur greiddi frá, tóktist tað sum var alt samfelagið har kavrotið. Eg havi kortini verið í Danmark í fýra vikur, sigur Anna.

Vónin var, at Sigmundur fór at koma heimaftur, og at konan skuldi taka ímóti honum í Keypmannahavn, men heimferð hansara varð útsett fleiri ferðir, og tí fór Anna heimaftur.


Helt tað vera eina misskiljing í fyrstuni

Sigmundur ringdi til konu sína 5. mars í ár, og segði henni, at hann var á veg inn.

­ Eg var bilsin, tí eg skilti ikki, hví skpið, sum hann fiskaði við, skuldi fara í havn. Tá segði hann mær, at myndugleikarnir á Reunion høvdu tikið skipið, sigur Anna í telefonini úr Vági.

­ Eg hugsaði ikki so nógv um tað í fyrstuni, men væntaði, at hetta var ein misskiljing, sum skjótt fór at verða ruddað av vegnum, og eg hugsaði als ikki, at tað fór at taka so drúgva tíð.

­ Hvussu hevur maðurin havt tað hesa tíðina?

­ Hevði hann ikki havt spanska skiparan Emanuel at tosa við, so veit eg ikki. Teir hava verið saman alla tíðina. Tað hevur eisini bøtt um, at Emanuel tosaði enskt, tí øll tosa bert franskt í oynni.

Saman leitaðu Emanuel og Sigmundur eftir einari kirkju og komu fram á mormonkirkju, men stutt eftir flutti meingiheitin.

­ Teir funnu so fram til aðra kirkju, og har var ein prestur, sum bjóðaðu teimum heim til sín. Annars hava teir ikki havt samband við nakran, eftir hvat eg havi skilt. Teir hava mest gingið fyri seg sjálvar, sigur Anna.

Sigmundur hevur altíð verið sjómaður, og tí er einki óvanligt hjá Onnu at vera einsamøll heima. Hon hevur arbeitt sum heimahjálpari, og hevur arbeitt í handli, men er nú heima og ansar 83 ára gomlu mammu síni, eins og sonurin arbeiðir í Vági og býr heima.

Tað hevur verið ein stuðul, at hjúnini hava tosað saman hvønn dag, hóast lítið og einki nýtt varð at frætta.

Anna sigur, at hon segði Sigmundi frá tíðindum heimanífrá, og at hann annars tosaði um sína støðu, sum tó oftani einki nýtt var at frætta um, hesa tíðina.


Hevur runnið 6 km hvønn morgun

­ Sigmundur hevði so lítið at taka sær til hesa tíðina, og hann byrjaði tí at renna, bara fyri at gera okkurt. Hann hevur runnið seks km. hvønn morgun, og er fyri sovítt væl fyri, nú hann kemur heimaftur, sigur Anna Andreasen.

10, januar fór Sigmundur avstað, og hann skuldi bert vera stutta tíð burtur, tí skipið hann var við, skuldi á beding,

Nú hann kemur heimaftur, hevur hann sett sær fyri at halda frí eina tíð, men um hann fer aftur í sama reiðarí at arbeiða, veit konan ikki.

Tað er eitt sindur ógreitt, hvussu væl reiðaríið hevur stuðlað Sigmundi hesa tíðina, og Anna veit tað heldur ikki, tí reiðaríið hevur ongantíð sett seg í samband við hana, tó at teir hava flutt eitt sindur av peningi til teirra, hesa tíðina.


Reiðaríið tosaði ongantíð við Onnu

­ Við hvørt hevur tað verið eins og reiðaríið ikki gjørdi nóg mikið, men Sigmund hevur havt samband við teir alla tíðina.

Meðan Sigmundur Andreasen hevur verið á Reunion, hevur hann samlað nógv tilfar saman um órættvísu viðferðina, hann hevur fingið frá myndugleikunum í oynni,. Tað ætlar hann s ær at almannakunngera, tá hann kemur heim, sigur Anna Andreasen í telefonpráti dagin fyri hon fór at taka ímóti manninum í Vágum.