Við bryggjuna í Lopra liggur tað, ið eftir er av gomlum 30 tonsara av Tvøroyri. Fyri góðum ári síðani keypti Allan Rajula bátin, og hann arbeiðir nú við at umbyggja bátin. Hann ætlar at sigla hann til Svøríkis um eini 2 ár. Men fyri framman liggja um 1500 arbeiðstímar, áðrenn dreymurin gerst veruleiki
Allan Rajula er føddur í Finnlandi, men hevur búð leingi í Svøríki, har hann eisini hevur familju. Hann hevur ferðast nógv og fyri tveimum árum síðani kom hann til Føroya sum tónleikalærari við starvsøki í Suðuroynni.
Fyri góðum ári síðani keypti 54 ára gamli Allan gamlan 30 tonsara av Tvøroyri fyri lítið og lætt, og hann hevur í hyggju at umbyggja bátin til eitt slag av stuttleikabáti. Hetta orðið er kanska ikki nóg sigandi, tí í veruleikanum er talan um størri bát, enn vit vanliga seta í samband við stuttleikabátar. Harumframt er ætlanin, at báturin skal verða seglbátur og skal hann hava snið sum slíkur.
Ikki sær hann út av nógvum, har hann liggur við bryggjuna í Lopra. Ein skrokkur. Men ætlaninar eru stórar.
Allan Rajula sigur, at góður motorur er í bátinum og at hann hevur einar 400 hestakreftir og hevur verið eini 10 ár á í bátinum. Men ætlanin er at fáa burturúr ein seglbát við mastur og øllum, ið hoyrir til ein slíkan. Men fyri framman liggja sera nógvir arbeiðstímar, áðrenn dreymurin gerst veruleiki.
Roynt tað áður
- Báturin er gamalt fiskifar, ið hevur fiskað við Ísland og upp móti Grønlandi. Hann er bygdur í Danmark í 1957 ella 58, greiðir Allan frá.
- Stýrhúsið skal burtur. Eg havi sagað tað í helvt og ovari parturin skal so standa omaná aftara partinum á bátinum, ið verður eitt slag av salong, sigur Allan.
- Báturin fær seglbátasnið og stýrhúsið verður ikki meira enn 1 metur høgt. Høvuðsmasturin verður 17 metrar í alt. Bummurin verður um 5,8 metrar.
Kjølurin skal so eisini broytast, so hann stingur djúpri. Eini 3 - 4 tons roknar Allan við koma afturat sum barlast í bátin.
Hjá einum, ið ikki er kønur á økinum, er ilt at fylgja við í prátinum, men Allan veit hvat hann tosar um. Hann hevur átt slíkar bátar áður og hevur í onkrum føri eisini tá sjálvur staðið fyri at rigga bátin til.
Dýrt tilfar
Allan roknar við, at tað tekur eini 3 ár at fáa bátin lidnan. Komandi summar skuldi verið komið so langt, at til ber at sigla bátin við motororku.
Spurningurin er so, um Allan velur at sigla bátin til Svøríkis tá. Tað er nevniliga so, at tilfarið er dýrt í Føroyum, sigur Allan, sum tó enn ikki hevur tikið endaliga avgerð hesum viðvíkjandi, men væntandi leggur hann frá landi ár 2000.
- Tilfar til mastur fái eg lættari í Svøríki. Eg havi hugsað at hava træmastur, úr furu, ið er límað. Hetta er sterkari og so skal hol vera innan, har bondini ganga ígjøgnum, greiðir Allan frá.
- Men eg veit ikki, hvussu leingi eg eg verði í Føroyum, men báturin skal gerast klárur og eg trívist eisini væl í Føroyum, sigur Allan.
Reisnar og pussar
Allan veit ikki, hvussu nógv báturin, ið fær navnið "Alexander", kemur at kosta, men hann ætlar at ikki at koma upp um 200.000 krónur í alt.
- Skrokkurin er góður og enn fáist eg við at reinsa hann, sigur Allan, ið nýtir alla sína frítíð í bátinum, har hann reinsar, pussar og málar og arbeiðið er komið væl áleiðis. Allan ger alt arbeiði sjálvur.
Í vetur verður báturin tikin upp á skipasmiðjuna í Vági, har botnurin verður reinsaður og allir plankar verða kannaðir. Seinni verður so eisini kjølurin gjørdur á skipasmiðjuni.
Í summar hevur allan arbeitt í bátinum umleið 15 tímar um vikuna og um veturin um 5 tímar.
Men áðrenn dreymurin gerst veruleiki, liggja umleið 1500 arbeiðstímar fyri framman hjá Allan Rajula, ið tá stoltur kann seta kós móti Svøríki í "Alexander", ið hann sjálvur hevur evnað til úr gomlum føroyskum fiskifari.