Nú síggjast flytingarnar í øllum økjunum

Við endan á juli mánaða restaðu bert 199 fólk í áðrenn vit komu upp um tey 45.000 fólkini. Nú merkist í øllum økjum, at fleiri fólk flyta til landið, eisini útjaðaraøkini

Vit minnast øll tá fólkaflytingin byrjaði. Í rúgvum fóru fólk av landinum og sjálvsagt vóru tað útjaðaraøkini, sum harðast merktu fráflytingina. Har vóru ikki so nógv at taka av frammanundan.

Men sigast má av sonnum, at vent er í holuni.

Búskapurin er í uppgongd - meiri fiskur er at fáa og nógv er at gera í flestu økjum í landinum og tað merkist sjálvsagt eisini á fólkaflytingini. Hon er nevniliga vend.

Síðan 1996 eru fleiri fólk flutt til landið enn tað eru flutt úr.

Men sum so ofta fyrr, so vóru tað heldur ikki hesaferð at útjaðaraøkini merktu tilflytingina fyrst.

Smærru og tey harðast raktu økini høvdu truplast við at koma fyri seg, og hetta merktist serliga í Sandoynni og Suðuroynni.

Tað at tað var trupult at fáa gongd aftur á virksemi í hesum økjum, hevði tað við sær, at fólk aftraðu seg við at flyta til hesi øki.

Men nú er av sonnum vent í holuni.

Rættulig gongd kom á virksemi í Sandoynni í seinnu helvt av 1997 og arbeiðsloysi í Sandoynni fall úr góðum 10 prosentum niður í umleið 2 prosent, sum er tað lægsta í øllum landinum.

Og henda gongd merkist eisini á flyti- og burðartølunum, tí fyri fyrstu ferð í longri tíð er talan um bæði nettotilflyting og burðaravlop í Sandoynni.

Nettotilflyting merkir at tað flyta fleiri fólk til øki enn tað flyta frá, og burðaravlop merkir at tað verða fødd fleiri enn tað doyggja í økinum.


Tey yngru flyta fyrst

Tað er sjálvandi at gleðast yvir at tað flyta fólk til øki, men tað er meir at fegnast um, at talan er um burðaravlop tí tað merkir, at tað er fólk í burðardyggum aldri, sum býr í økinum.

Ein av vandunum við fráflyting, sum vit sóðu hana fyri fáum árum síðani er, at tað eru tey yngru, sum skulu seta børnini við, sum flyta úr økinum.

Men nú tað er burðaravlop í Sandoynni, so merkir tað, at tað er fólk í burðardyggum aldri, sum flyta til øki.


Nógv fólk til Vágs

Í Suðuroynni er sama skil.

Har hevur støðan í sunnaru helvt verið katastrofal at kallað.

Tað hevur verið sera trupult at fingið gongd á virksemi í Vági, og av tí sama er einki fólk flutt til býin.

Nógvir ungir suðuroyingar hava, eins og aðrir ungir føroyingar, verið uttanlands og nomið sær útbúgving. Fleiri av hesum eru flutt aftur til lands, men sum hjá teimum flestu, so flyta tey ikki til heimstaðin, men til miðstaðarøki ístaðin.

Henda gongd hongur sjálvandi saman við, at tað er í miðstaðarøkinum, at mesta arbeiðið er.

Men nú er henda gongd eisini vend í Suðuroynni.

Fyri fyrstu ferð í fleiri ár er eisini her fleiri fólk flutt til øki enn tað eru flutt úr.

Samanlagt eru 10 fólk fleiri í Suðuroynni 31. juli enn tað vóru við árslok í 1997.

Alt árið 1997 minkaði fólkatalið í Suðuroynni við 30 fólkum, so tað sær út til at framgongd er í.

Og tað er serliga í Vági at framgongdin merkist.

Tað eru nevniliga 27 fólk fleiri í Vági við endan av juli mánaða enn tað vóru við árslok.

Nettotilflytingin er 20 fólk, meðan tað eru føddir 7 vágbingar fleiri enn tað eru deyðir.


Bygdirnar við

sviðusoð

Tá tað er sagt at tað er framgongd í øllum økjum í landinum, so mugu vit hóast alt staðfesta, at tað fólkavøksturin ikki merkist í øllum bygdunum.

»Økisfólkavøksturin« er eitt úrslit av at tað samanlagt er ein vøkstur, men í teimum ymsu smábygdunum í økjunum er ikki talan um fólkavøkstur. Har minkar fólkatalið.

Orsøkin til hetta er, at fólkið flytir hagar, sum arbeiði er.

Arbeiðsloysi í landinum er, sum nevnt fyrr fallið heilt nógv seinastu árini, men tað er tí at tað er meir at gera í stóru plássunum í útjaðaraøkjunum.

Tí flytir fólkið hagar.

So hóast tað sær út til at tað gongur framá allastaðni í Føroyum, so er ikki vist, at allar bygdir eru samdar í hesum. Tí tá fólk flyta, er vandi fyri at skattainntøkan minkar.