Landskappingin hjá monnunum líður av álvara móti endanum, og fyri summi av liðunum er ikki tað stóra eftir at spæla um, meðan onnur framvegis stríðast fyri at bjarga sær í ovastu deildini.
Liðini í botninum eru ÍF, TB og Sumba, og serliga hjá teimum báðum suðuroyarliðunum kann hvørt stig, sum kemur afturat í kappingina, gerast altavgerandi fyri framtíðina.
TB spældi leingi uttan at vinna, men móti ÍF fyri trimum vikum síðani eydnaðist tað loksins hjá tvørámonnum, og tá sluppu teir av niðasta plássinum. TB vitjar aftur í Eysturoynni tvær tær komandi vikurnar, í morgin á Toftum og um eina viku í Runavík. Tvørámenn hava verið nógv píndir av leikbannum í ár, men hesaferð eru allir tøkir. Tíggju mans liggja tó á markinum, og um dysturin móti B68 verður harður, kann tað enda við, at fleiri av hesum noyðast at sita uttanfyri móti NSÍ um eina viku. Møguleiki er eisini fyri, at TB noyðist at spæla tveir dystir afturat ? móti antin LÍF ella Royn ? um upp- og niðurflyting, og tí kunnu leikbannini framvegis órógva TB.
B68 tapti seinast móti HB, men spældi í løtum upp ímóti oddaliðnum, men toftamenn vóru ikki nóg nærlagdir, tá kjansirnir komu. Olaf Højgaard breyt beinið í Gundadali seinasta sunnudag og verður sostatt ikki at síggja aftur í ár. Jákup Eli Olsen noyddist eisini av vøllinum tíðliga í HB-dystinum. Hann hevur ikki vant í vikuni og er ivasamur til TB-dystin.
Seinast, TB spældi landskappingardyst á Svangaskarði, var í 1996, og tá vann heimaliðið 3-1. Í 1995 vann TB 2-1, og bæði í 1994 og 1993 endaði javnt 1-1.
Seinasta útpurring
hjá sumbingum
Í Sumba kemur VB á vitjan, og sostatt er talan um reina suðuroyaruppgerð á Krossinum. Dysturin er fluttur fram til í dag, og hann byrjar klokkan 14.00.
Fyri sumbingar kann hetta metast sum seinasta útkall, tí teir báðir dystirnir, Sumba hevur eftir aftan á VB-dystin, eru úti móti HB og heima móti KÍ.
Eingin sumbingur fekk kort í Gøtu seinasta sunnudag, og tí kann roknast við, at liðið verður nakað tað sama, hóast teir taptu 11-1. Men tað er torført at sammeta dystin í Gøtu við dystin, sum verður í dag. Hetta er lokaldystur, og hjá Sumba hevur tað størri týdning at vinna, enn tað nakrantíð hevur havt fyrr í ár.
VB liggur fjálgt og gott í miðjuni saman við GÍ og B68 og er uttan fyri niðurflytingarvanda. John Eystberg er leikbannaður hesaferð, men allir hinir eru tøkir.
Fyrr í ár vann VB 2-0 á Sumba í Vági. Í 1995 vóru bæði Sumba og VB í 1. deild, men tað var sum sama lið (Sumba/VB). Annars hava sumbingar og vágbingar spælt 1. deildardyst móti hvørjum øðrum fyrr. Tað var í 1991, tá VB vann 2-1 í Sumba og 4-0 í Vági í seinasta dystinum í landskappingini tað árið.
Í 1994 vóru bæði liðini í 2. deild, og tá vunnu vágbingar 3-1 í Sumba, meðan dysturin í Vági ? tað var eisini seinasti dystur á árinum ? endaði 0-0.
GÍ hevur takið á ÍF
Gøtumenn fara til Fuglafjarðar væl vitandi um, at teir sum oftast eru omaná móti ÍF. Men eitt eru hagtøl, eitt annað er veruleiki. GÍ vann seinasta vikuskiftið 11-1 á Sumba, meðan ÍF í sínum lagi fekk javnleik 1-1 í Runavík.
ÍF kann við einum sigri tryggja sær tilveruna í 1. deild, men teir mugu gera tað uttan Egil Zachariasen, sum fekk ostaskorpuna í Runavík og tískil er leikbannaður. Ein missur hjá fuglfirðingum, sum tó kunnu bjóða Mariniak Maciej vælkomnan aftur á liðið. Hann var leikbannaður í Runavík, har Roy Róin heldur ikki var við. Men hann hevur vant alla vikuna og er klárur aftur.
GÍ hevur havt buktina og báðar endarnar móti ÍF seinastu mongu árini. Í fjør vunnu gøtumenn 4-0 í Fuglafirði. Árið fyri tað endaði tað við javnleiki 1-1, og í 1995 spældi ÍF ikki í 1. deild. Í 1994 vann GÍ 2-0, og tað gjørdu teir eisini í 1993.
B36 spælir fyri silvurinum
Føroyameistaraheitið er mist, men B36 spælir framvegis fyri silvurinum, og málið er nú at vinna allar dystirnar í seinnu helvt av kappingini.
Árstalsfelagið hevur ikki tapt í landskappingini síðani í Runavík á stevnuni 13. juni, og nú kemur NSÍ so í Gundadal.
Júst hesin dysturin varð í fjør spældur um sama mundið á árinum, og ta ferðina vann B36 3-2 í einum sera spennandi og vælleiktum dysti. Sum heild hevur tað gingið striltið hjá NSÍ móti B36 í Havn. Í 1995 vann B36 1-0, og árið fyri tað var úrslitið 2-0 til B36.
John Petersen var leikbannaður seinast á Tvøroyri, men kemur aftur úr Noregi í dag og er við í morgin. Jákup á Borg kemur eisini heim úr Liverpool í dag, og hesir báðir manna ivaleyst álopið hjá havnarfelagnum. Ronnie Samuelsen var eisini leikbannaður seinast, men er við aftur hesaferð.
NSÍ megnaði ikki at fylgja við oddaliðunum nú móti endanum, men teir hava framvegis besta møguleikan fyri at enda á fjórða plássinum, sum gevur rætt til luttøku í intertoto-kappingini komandi ár, og um so verður, sleppur NSÍ út í Europa at spæla fyri fyrstu ferð nakrantíð.
Men teir av Skálafjørðinum kunnu við einum sigri í morgin minka munin upp til B36 niður í trý stig, og um KÍ samstundis tapir móti HB, er knappliga aftur stutt upp á silvurplássið, sum gevur atgongd til UEFA Cup-kappingina, har pengarnir eru fleiri. Og harafturat kann nevnast, at tað enn ikki hevur eydnast NSÍ at fáa heiðursmerki í 1. deild, hóast teir onkuntíð hava verið nær við ? bæði í 1986 og 1987 endaði NSÍ á fjórða plássi.
Men í løtuni stendur einki serligt til í Runavík. Helgi : Petersen og Gert Langgaard hava spælt millum lítið og einki í ár orsakað av skaðum, og Óli Hansen fór eisini fyri nøkrum vikum síðani. Vit hava fyrr skrivað, at Óli Hansen hevði brotið beinið, men tað er bert partvíst rætt. Sannleikin er, at hann hevur brotið eitt lítið bein í fótinum, og tað hevur verið tosað um at fáa hann upp til dystin. Men tað er sera óvist. Síðsta sunnudag móti ÍF varð Kári Hansen borin út, og hann gongur framvegis og haltar, so hann verður ikki við í morgin. Dann Knudsen hevur verið skaddur, men royndi aftur á 2. deild í síðstu viku. Men her bleiv hann aftur skaddur og er ivasamur til B36-dystin.
Nógv kann avgerast longu nú
Fyri at taka samanum, so kunnu nógvir ósvaraðir spurningar verða svaraðir hetta vikuskiftið.
Um HB vinnur í Klaksvík, eru teir føroyameistarar, og um B36 samstundis vinnur í Havn, er rættiliga sannlíkt, at teir taka silvurið.
ÍF kann við einum sigri á GÍ beina allan iva um teirra lagnu til viks, meðan TB eisini kann bøta nógv um sína støðu, um teir vinna á B68, samstundis sum Sumba tapir. Við teimum báðum seinastu dystunum hjá sumbingum í huga (móti HB og KÍ), er einki at taka seg aftur í, at um Sumba skal hava stig, skal tað vera nú. Enn eru tvørámenn og sumbingar javnir í stigum, men stóru ósigrarnar hjá Sumba í seinastuni hava givið teimum ein sera ringan málmun, sum kann vísa seg at verða avgerandi í seinasta enda.