Innandurakappingin í Vági verður aftur í ár

Fótbóltur: Kappingin er vorðin fastur táttur sum endi á fótbóltsárið

Ein av komandi døgunum kunnu føroysku fótbóltsfeløgini, sum eru umboðað í antin 1. ella 2. deild hjá kvinnum ella monnum, vænta sær bræv frá VB, har tey verða boðin við til stóru innandurakappingina, sum verður í Vági, tá landskappingarnar hjá FSF eru lidnar.

Bjarni Johansen, sum leggur kappingina til rættis saman við Finn Gærdbo, sigur við Sosialin, at tað neyvan verða nakrar broytingar í kappingini frá í fjør.

? Tað vóru eini tvey ár, at kappingin ikki fekk ta stóru undirtøkuna, men seinastu tvey árini hevur hon eydnast væl, og tað verða helst ikki tær stóru broytingarnar hesaferð í mun til í fjør, sigur Bjarni.

Kappingin í ár verður tann áttanda á rað, síðani hon varð spæld fyrstu ferð afturi í 1991. Hon byrjaði sum »kappingin um óalmenna føroyameistaraheitið í innandurafótbólti«, men nú er kappingin vorðin so vanlig, at tú næstan kanst kalla liðini, sum vinna, fyri almennar føroyameistarar, hóast hetta ikki er ein kapping innan FSF.

Kappingin ? og veitslan sum er aftaná ? er væl umtókt millum spælararnar, sum her hava høvi at hittast eftir eitt strævið fótbóltsár. Spælarar úr teimum ymsu feløgunum hittast og práta um árið, ið fór, og teir velja eisini ársins leikara hjá bæði monnum og kvinnum.

Innandurakappingin í Vági verður 24.-25. oktober. Feløgini kunnu hava so nógv lið, sum tey hava hug til, við í kappingini. Innleiðandi bólkaspælið verður spælt leygardagin 24., meðan finaluumfarið verður sunnudagin 25. oktober. Í fjør vann B36 kappingina hjá bæði kvinnum og monnum.

Ársins leikarar vórðu eisini kosnir, og hjá monnunum varð Julian Johnsson úr B36 valdur til ársins leikara. Hjá kvinnunum fekk Rannvá Andreasen úr KÍ henda heiðurin.

Eisini í ár eru fleiri evni til ársins leikara, og millum favorittarnar kunnu nevnast Allan Mørkøre og Hans Fróði Hansen úr HB umframt Jákup á Borg úr B36.

Tað eru spælararnir sjálvir, sum velja ársins leikara, og hetta er eitt tað mest spennandi, sum hendir undir innandurakappingini, sum væntandi verður betur vitjað í ár enn í fjør, tá fleiri av liðunum, sum vóru millum tey bestu í landskappingini, ikki vóru við.