Tað stóð nógv uppá spæl hjá sumbingum, meðan vágbingar kundu taka tað meiri róligt. Teir høvdu frammanundan grannauppgerðini tryggjað sær framhaldandi pláss í bestu deildini, og tað bar ikki til hjá teimum at flyta niður.
Verri var hjá heimaliðnum, sum eigur HB og KÍ á. Tí varð hetta næstan mett sum síðsta freist at fylla uppí soltna stigaposan, og tað sást aftur á áræðinum, ið varð lagt fyri dagin.
? Eg rokni við, at vit framvegis hava møguleika at vera í bestu deildini, og vit fara at gera alt, sum stendur í okkara makt at halda tørn um plássið. Mótstøðan verður stór, men vit vóna sjálvandi eisini, at vit fara at fáa hjálp frá teimum, sum skulu spæla móti ÍF og TB.
Tað sigur jugoslaviski venjarin hjá Sumba, Spasojé Biberdzic, ella Bibi, sum teir kalla hann. Um Sumba verður í 1. deild komandi kappingarár, so er tað góður møguleiki fyri, at venjarin eisini verður í Føroyum í 1999, men um teir flyta niður, so fer hann av landinum.
Broytingarnar
Vágbingar spældu við umleið sama liði, sum teir hava spælt við tað mesta av hesum kappingarárinum, meðan sumbingar høvdu broytt nakað.
Thomas Birch sat uttanfyri og avloysti bara tíggju teir síðstu minuttirnar, tá Sumba vónaði at skora týdningarmikla sigursmálið. Bibi hevði flutt seg sjálvan aftur í miðverjuna at taka sær av vandamikla spælandi venjaranum hjá VB, og hetta gav pláss fyri Eiriki Joensen á miðvøllinum, og so fekk René Thomsen álopsplássið, sum hann so at siga hevur verið fastur fúsur á, aftur.
Málini
Vágbingar løgdu bragdliga fyri, og fyrstu løtuna vístu teir vilja at vinna.
Teir fingu hol á, tá fyrra umfarið var næstan hálvrunnið. Leikandi venjarin hevði síðsta fótin á, og talan var um eitt gott mál, har uppspælið var merkt av, at bólturin ferðaðist skjótt og tað vóru fleiri fyrstu ferð sendingar.
Stutt eftir at VB var komið framum mistu teir takið, og hóast teir høvdu bóltin nógv, so tóktist tað sum um viljin til at seta seg avgerandi ígjøgnum og fáa møguleikar og mál restaði.
Sumba hevur ikki somu evnini at halda uppá bóltin, sum teir í Vági hava, men teir vístu munandi størri vilja størsta partin av tíðini, og tað var væl uppiborið, at teir javnaðu tíggju minuttir fyri hálvleik.
Bjarni Johansen í VB málinum átti sín part av skuldini fyri málið. Hann hevði tak á innleggi, men misti, og so var Eirikur Joensen fyrstur á.
Sumbingar royndu at kroysta spælið inn á hálvuna hjá VB, og teir vóru tvær ferðir í 2. hálvleiki tætt við at taka leiðsluna, men so fjaraði alt burtur, og tað kann fara at vísa seg, at stigið, sum Sumba fekk móti VB fer at gera, at tvørámenn enda í 2. deild!










