Virkini mistu pengar og arbeiðsfólkið misti løn

­ Hvørki virki í Vági ella á Tvøroyri kundu keypa so nógvan fisk í síðstu viku, sum tey høvdu ætlað sær. Harafturat hava tey fingið eina eyka útreiðslu, sum ger kappingaførið hjá teimum vánaligt. ­ Og tað kostar báði virkjunum pengar og fólkinum mista inntøku

Tað er longu staðfest, at broytingarnar, sum í síðstu viku vórðu gjørdar í ferðasambandinum ímillum Suðuroynna og Havnina - og ímillum Føroyar og umheimin, hava kostað fiskivinnuni í Suðuroynni pengar og arbeiðsfólkinum mista inntøku.

Virkisleiðarar báði í Vági og á Tvøroyri, siga, at ein avleiðing av teirri broyttu siglingini er, at teir kundu ikki keypa so nógvan fisk, sum teir høvdu ætlað sær.

Og tað kostar virkjunum pengar og arbeiðsfólkinum mista inntøku.

Magnus Jespersen, virkisleiðari á Delta Seafood á Tvøroyri og Jens Petur Brattalíð, virkisleiðari á Sancy Seafood í Vági eru samdir um, at tær seinastu broytingarnar í flutningskervinum koma fiskivinnuni í Suðuroynni sera illa við.

­ Suðuroyingar hava brúkt nógv ár uppá at spesialisera skip og virki til at skera fløk og flyta tey fesk av landinum.

­ Men tær broytingar, sum nú eru gjørdar í flutningskervinum kunnu í síðsta enda føra við sær, at suðuroyingar missa ein stóran part av feskfiskivinnuni av oynni.

­ Tí nú eru umstøðurnar blivnar so kappingaravlagandi, at tað tað er ein spurningur, um tað í framtíðini fer at bera til at arbeiða fisk í Suðuroynni, halda nóvir suðuroyingar.


Nú ber av

Beinanvegin tað gjørdust greitt, at farmasiglingin ímillum Føroyar og umheimin einaferð enn skuldi broytast - og ferðaætlanin ímillum Suðuroynna og Havnina skuldi broytast samsvarandi- høvdu virkisleiðarar í Suðuroynni fremstafingur á lofti og ávaraðu um, at tað fór at koma fiskvinnuni í Suðuroynni aftur um brekkur.

Síðani Smyril gavst við siglingini uttanlands, hevur tað verið trupult at skipa siglingina soleiðis, at hon hevur hóvað teimum, sum flyta feskan fisk av landinum.

Av avleiðing hevur verið, at siglingin er broytt fleiri ferðir.

Men nú seinasta broytingin varð gjørd í síðstu viku, ber av.

­ Tí tann broytingin ger tað so trupult hjá suðuroyingum at varðveita feskfiskivinnuna, sum teir hava arbeitt upp seinastu árini, at tað er ein spurningur um hon ikki dettur niðurfyri og verður flutt norður um fjørð, har ið umstøðurnar eru betri.

Trupulleikin hjá Suðuroyingum er, at tað er neyðugt, at tey fesku fløkini eru frammi á marknaðinum mánamorgun.

Nú er ferðaætlanin broytt soleiðis, at Norrøna siglir av Havnini til Hanstholm fríggjamorgun.

Men fyri at fáa tey fesku fløkini til Norrønu, skulu tey norður við Smyrli hóskvøld klokkan 19.

Higartil eru farmaskipini annars komin á Tvøroyri eftir fiskinum fríggjadag, ella seint hóskvøld. Broytingarnar, sum nú eru gjørdar, føra tað við sær, at, afturímóti tí, sum var frammanundan, missa virkini í Suðuroynni nú fleiri tímar í framleiðslutíð, av tí at tey skulu vera so tíðliga liðug fyri at fáa fiskin norður við Smyrli.

Harafturat skulu tey nú betala 41 oyru eyka í frakt fyri kilo fyri at fáa fiskin við Smyrli Til Havnar til Havnar.


Mistu pengar og løn

Og hóast nýggja tað bara hevur verið siglt eftir nýggju ferðaætlanini einaferð, er tað longu staðfest, at broytingarnar, hava kostað flakavirkjunum í Suðuroynni pengar og arbeiðsfólkinum mista inntøku.

Báði Magnus Jespersen á Delta Seafood á Tvøroyri og Jens Petur Brattalíð í Vági siga, at teir keyptu minni fisk í farnu viku enn tey annars høvdu ætlað sær.

­ Vit kundu ikki keypa so nógv, sum vit upprunaliga ætlaðu, tí nú skulu vit vera liðug so tíðliga hósdag, at vit høvdu ikki havt stundir at arbeiða fiskin undan, um it høvdu keypt so nógv, sum vit ætlaðu, siga teir báðir.

Sostatt hava virkini longu mist tær fyrstu krónurnar, og arbeiðsfólkið tað fyrstu lønina, av tí at ferðasambandið er broytt.


Dámar okkum lítið

Jens Petur Brattalíð á Sancy Seafood sigur, at teimum dámar lítið tær broytingarnar, sum nú eru gjørdar.

­ Nógv tað mesta av teimum fesku fløkum, sum føroyingar útflyta, verða skorin í Suðuroynna.

­ Men tær broytingarnar, sum blivu gjørdar í farnu viku, gera umstøðurnar at skera fesk fløk nógv verri, enn tær vóru.

­ Ferðasambandið er blivið nógv verri, tí nú er tað onki skip, sum siglur úr Suðuroynni niður á meginlandið við fiski.

­ Broytingarnar, sum nú eru gjørdar, føra við sær, at vit noyðast at gevast at arbeiða á hálvum degi hósdag fyri at fáa fiskin norður til Havnar.

­ Tvs, at vit noyðast at gevast at arbeiða hálvan hósdagin fyri at fløkini kunnu vera á marknaðinum trý og eitt hálvt samdøgur seinni.

Hinvegin kunnu teir, sum vit kappast ímóti, arbeiða líka til fríggjamorgun.

­ Samstundis hava vit eykaútreiðslur av at flyta fiskin til Havnar, útreiðslur, sum vit ikki hava havt.

Jens Petur Brattalíð sigur, at tað kostar teimum 41 oyru fyri kilo at flyta fiskin til Havnar.

Alt hetta avlagar kappingina munandi og ger kappingarførið hjá okkum so nógv verri, at í ávísum førum ber tað ikki til at keypa fisk.

Virkisleiðarin í Vági sigur, at tað hevði bøtt munandi um støðuna um Smyril útsetti ferðina hóskvøld í nakrar tímar og sigldi norður klokkan níggju, ella tíggju, heldur enn klokkan sjey.

­ Men tað loysir so ikki trupulleikan við fraktini. Og tann trupulleikin fer uttan iva at gera, at teir fara at missa lastir í ávísum førum, tí nú hava teir eina eykaútreiðslu upp á 41 oyru fyri kilo, og tað mugu teir taka við, tá ið teir keypa fisk.

Og samstundis kemur tað broytta ferðasambandið at føra við sær, at tey ofta koma at keypa minni fisk, enn tey annars høvdu kunnað arbeitt, um siglingin til útheimin var sum fyrr.

­ Skulu vit arbeiða sum vanligt, verða vit noydd at byrja nógv fyrr um morgunin, kanska um náttina, og tað ger framleiðsluna nógv dýrari.

­ Alt í alt sigur Jens Petur Brattalíð, at hann fryktar fyri, at avvleiðingin verður, at fiskaarbeiðið í Suðuroynni fer at minkað, og at tað partvís verður flutt norðurum fjørð av tí at virkini í Suðuroy fáa ikki arbeitt hann.


Stór meirútreiðsla

Eisini Magnus Jespersen á Delta Seafood á Tvøroyri er ógvuliga misnøgdur við broytingarnar, sum eru gjørdar.

­ Hetta førir eina meirútreiðslu við sær uppá næstan 50 oyru, og tað ger okkara kappingarførið nógv verri, tí 50 oyru eru als ikki týdningarleys í hesi vinnuni

­Samstundis eru umstøðurnar versnaðar av tí, at nú noyðast vit at gevast at skera fløk seinnapartin hósdag.

­Áðrenn broytingarnar kundu vit arbeiða til á midnátt hóskvøld um tað skuldi verið.

Magnus Jespersen heldur, at tað er løgið, at gera broytingar, sum gera umstøðurnar hjá flakavirkjunum í Suðuroynni verri, tí nettupp suðuroyingar hava lagt seg eftir at skera fløk og hava brúkt eini 10 ár uppá at byggja hesa vinna upp.

­ Samstundis fiska tey flestu suðuroyarskipini fisk, sum nátúrliga verður skorin til flak, báði trolararnir við kongafiski o.ø og garnabátarnir við svartkalvanum og havtaskuni.

­ Flakavirkini eru tískil blivin ?høvuðsvinnan³ í Suðuroynni.

­ Og tað er eisini úr Suðuroynni, at nógv tey fesku fløkini til útflutnings koma.

Magnus Jespersen sigur, tí, at hetta, sum er hent, er eitt stórt afturstig.

­ Men, hvørjar avleiðingar tað fær, dugir hann ikki at meta um enn, tað má tíðin vísa.

Fyribils eru avleiðingar, at Delta keypti minni fisk í síðstu viku, enn ætlanin var og virkisleiðarin roknar við, at tað verður ikki óvanligt, í framtíðini, at teir fara at keypa minni fisk, enn teir annars kundu arbeitt.


Ber ikki til

Men ber tað ikki til at flyta framleiðsluna frameftir, so at skipini eru tað fyrri inni, enn tey eru nú, so at tit fáa tíð at arbeiða alt undan?

­ Ja, nú mugu so skipini verða inni mikudag, tað er onki sum eitur.

­ Fyrr kundu teir toyggja túrin til hósmorgun, men tað ber ikki til longur.

­Men at broyta arbeiðsgongdina, so at vit arbeiða fyrr í vikuni fyri at fiskurin skal lukkast norður við Smyrli hóskvøld er ikki so einfalt.

­ Tí skulu vit keypa fisk, er neyðugt at kenna prísin á marknaðinum so væl sum til ber.

­ Og tað fæst ongin føling av marknaðarprísinum fyrrapart í viku, tí tá er fiskurin frá vikuni frammanundan nóg illa er seldur.

­ Vit fáa ongan at geva okkum prís fyri tey fesku fløkini teir fyrstu vikudagarnar.

­ Tað vil siga, at tess fyrr í vikuni, vit eru, tess størri er óvissan- og tess størri er tískil vandin fyri at forrokna seg.

Hann leggur afturat, at higartil hevur ongin kunnað víst á eitt líka gott samband sum var, tá ið Smyril sigldi uttanlands. Síðani hann gavst, hevur tað bara gingið afturá, sigur hann.